ára gomlu Naomi Campbell, tá ið hann var í ferð við at gera sjónbandaløg til nýggju fløguna hjá sær. Tað frættist eisini, at tey ikki gera nakað fyri at goyma sambandið, og síggjast tey mangan ganga hond [...] við mótablaðið "Vogue" sigur Kidman, at hon bleiv ósmæðin, tá ið hon fann út av, at beri kroppurin hóskar til leikin. "Tá eg standi á pallinum, hugsi eg als ikki um, at eg eri nakin", sigur hon. Jack Nicholson [...] biður Madonnu um hjálp Ein av limunum í gentubólkinum Spice Girls, Mel C, vónar, at hon fer at fáa hjálp frá Madonnu til at gera sína fyrstu stakfløgu. Hetta avdúkar Mel C í eini samrøðu í blaðnum Cosmopolitan
harvið eisini førleikin at lesa og skriva ? at hava alt størri týdning í framtíðini. Kunningartøknin er eitt øki, sum hvør einstakur hevur ella fer at hava samband við, og tí ræður um, at vit lofta so nógvum [...] eitt øki, sum fer at hava sera stórt árin á málið í komandi tíðum, kanska nógv størri enn vit duga at hugsa okkum. Tað eru størri mál enn okkara, sum nú rópa varskó og óttast fyri, at enska málið verður [...] orð frammanundan, er eingin orsøk at nýta enska sniðið: prenta (print) prentari (printer) net (web) Viðm.: Hildið verður, at net hóskar betur enn nót, sum onkur er farin at nýta. Net hevur merkingina: kervi
myndugleiki, hevur altíð stiltigandi verið samt um, at vit skulu hava tað tal av bygdum, ið vit nú hava. Harafturat hevur verið semja um, at fyritreytirnar at liva, skulu so vítt gjørligt vera eins runt landið [...] best, ber ikki til í Føroyum. Tað kemur at renna ímóti øðrum vindum, ið ikki kunnu metast í krónum og oyrum. OKKARA sjónarmið er, at samferðslumálaráðharrin eigur at gera eina ætlan fyri samferðslulógina [...] kemur frá samferðslumálaráðharranum. Hann skrivar í Dimmu at bergholið til Gásadals ikki kann gerast, tí ein »cost benefit« analysa vísir, at samferðsluíløgurnar aðrastaðir í Føroyum geva meira av sær
móttaka sakramentini. Livandi trúgv merkir, at vit eiga okkara pláss í gudstænastuni. Trúgv er lív og ikki ein meining, vit hava um Gud. At trúgva merkir millum annað at eiga sítt pláss í kirkjuni, í hinum kristna [...] Paulus ápostul kalla gerningarnar fyri andans ávøkstur. At vera kristin í kirkjuni merkir at hoyra og móttaka, hoyra orðið til trúgv og kærleika, og at móttaka Guds ríku signing og frelsu og lív gjøgnum orð [...] móttaka. Og tað vil siga, at vit hava eitt pláss í gudstænastuni. Tað verður sagt einastaðni: Nú er tað ikki longur eg, sum livi; men Kristus livir í mær! Og tað vil siga, at vit eru reiðskap fyri Guds
Eingin ivi er um, at føroyingar gjøgnum henda felagsskap gerast ikki bert tættari knýttir at altjóða samfelagnum - føroyingar læra eisini at vísa virðing fyri øðrum menniskjum og læra at stríðast fyri g [...] mannavirðum so sum mannarættindi. At føroyskur skúlaungdómur fær tilfar á sínum egna máli at kunna seg við í einum so álvarsligum spurningi sum júst hesum, er bara at fegnast um. Tú kanst ongantíð gera [...] brotunum á nettup somu mannarættindi. Henni eiga vit eisini at stríðast ímóti. VIT ynskja teimum fólkum, sum arbeiða hjá Amnesty alt tað besta og vóna, at teirra slóðbrótandi arbeiði kann bera ávøkstur sum eitt
tikin við á støðina har hann fekk at vita, at hann hevði forbrotið seg móti tí parti av ferðslulógini, sum sigur at ein skal siga løgregluni frá óhappum, og ikki minni, at hann hevði drukkið áðrenn løgreglan [...] 1997. Hvat tað er sum ger tað vita tey ikki á støðini í Havn, men tað er við keddari rødd, at tey viðganga at so er. Skeiva gongdin helt, sum sagt, fram í vikuskiftinum. Fýra bilførarar vórðu tiknir í [...] ein bilførari so óheppin, at hann rendi inn í ein garð við Villingardalsvegin. Hesaferð var tað ikki bara bilurin og garðurin sum merktu óhappi, tí bilførarin var so óheppin at bróta sær øsbeinið. Men løgreglan
in er sensatiónskend: »Sleppa nú at halda jól á Kuba«. Tann gløggi lesarin fatar skjótt, at handan hesa yvirskrift fjalir seg ein ætlan um, at fáa lesaran at halda, at kubanar mest sum liva í leinkjum [...] tað tíbetur so, at einir hundrað føroyingar hava vitjað hetta »ræðustýri« seinnu árini, tey flestu fyri at gera sjálvboðið arbeiði fyri kollveltingina. Tey hava fingið eyguni upp fyri, at greinir av hesum [...] teimum lystir, men jóladagur gjørdist ikki almennur frídagur fyrr enn í fjør. Til kunningar er vert at nevna, at við donsku sáttmálasamráðingar í vár vórðu jólaaftan, 1. og 2. jóladagur tiknir við sum sáttm
eina síðugøtu. Sami bilur var eisini orsøkin til, at Gunnar Dahl-Olsen breyt sær pedalina, og varð noyddur at fara á málið at rætta brekið. Hetta gjørdi, at hann bleiv 7 umfør aftanfyri høvuðsfeltið. Eisini [...] megnaði tó at skifta hjól og koma á mál. Koyrt bleiv við nógvari ferð, og Jóhann og Sverri royndu at rykkja nakrar ferðir, men ikki eydnaðist at slíta feltið sundur. Vindurin gjørdi sítt til at hettar ikki [...] súkklaranum, Jón Ellingsgaard, so óheppin at bróta sær óstbeinið, tá hann rendi á eina girðing, ið var sett upp til at steðga bilum. Longu í fimta umfari gjørdi ein bilur, at vinnarin Esmar Joensen, bleiv beindur
somuleiðis verður høvi at seta spurningar. Áhuga kring alt landið Her er talan um eitt evni, sum eigur at hava áhuga hjá fólki kring alt landið, og tað er av hesi somu orsøk, at fyrilesturin hjá Sørini [...] Sørini Hansen er settur at verða klokkan 18, soleiðis at avbygdafólk hava møguleikan at fara av Klaksvík aftur við Dúgvuni sama kvøld. Seinasti túrur hjá Dúgvuni av Klaksvík fríggjakvøld er klokkan 20:15. Jógvan [...] eisini er limur í danska fólkatinginum. Norðurlendski Mentunargrunnurin ynskir at vera meiri sjónligur í Norðurlondum, soleiðis at fólk fáa fleiri upplýsingar um grunnin, og tey tiltøk, ið hesin grunnur kann
vitjanini var at finna útav, um íslendingurin var áhugaður í at gerast venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, og um Kyndil var áhugað í at fáa hann sum venjara. Og báðir partar hava eftir øllum at døma verið [...] kvinnunum seinasta kappingarár, at taka sær av venjingini. Ætlanin er at halda frí í juli og so byrja aftur aftan á ólavsøku. Tað fer uttan iva eisini at koma væl við hjá Kyndli at fáa ein málmann afturat, tí [...] Pétur Magnusson til Kyndil komandi kappingarár. Í stuttum tíðindaskrivi sigur Kyndil, at Jakob Jónsson umframt at vera spælandi venjari hjá 1. mansliði eisini skal venja mansunglingarnar. Málverjin Pétur