Málteigurin

   

Frá Málnevndini

Málstovan ? málslig ráðgeving

Skrivari: Elin Súsanna Jacobsen

Tlf. 312397. Teldupostur: elinsj@fmd.fo

Bústaður: V. U. Hammershaimbs gøtu 16

100 Tórshavn

Formaður: Jógvan í Lon Jacobsen

Tlf. 316277 lokal 51. Teldupostur: jogvanl@fmd.fo


Tað vil so vera, at tá ið nýggj starvsøki og nýggj amboð síggja dagsins ljós, verður tørvur á nýggjum orðum. Ofta er tað so, at orðini fylgja við nýggja fyribrigdinum, og mong dømi eru um tað. Vit kunnu bara minna um ensku orðini, ið komu við sluppunum. Hesi orð hava fingið ein føroyskan dám og laga seg eftir føroyskum málsniði viðvíkjandi framburði og bending: sum dømi kunnu orðini skeilett og leytari nevnast.


Nú á døgum er slík orðainnrás eitt nú við kunningartøknini. Tað er eitt øki, sum fer at hava sera stórt árin á málið í komandi tíðum, kanska nógv størri enn vit duga at hugsa okkum. Tað eru størri mál enn okkara, sum nú rópa varskó og óttast fyri, at enska málið verður arbeiðsmálið á alsamt fleiri starvsøkjum. Samstundis fer mál ? og harvið eisini førleikin at lesa og skriva ? at hava alt størri týdning í framtíðini. Kunningartøknin er eitt øki, sum hvør einstakur hevur ella fer at hava samband við, og tí ræður um, at vit lofta so nógvum orðum sum gjørligt og geva teimum føroyskt snið.


Har ið vit hava gomul orð frammanundan, er eingin orsøk at nýta enska sniðið:

prenta (print)

prentari (printer)

net (web)


Viðm.: Hildið verður, at net hóskar betur enn nót, sum onkur er farin at nýta. Net hevur merkingina: kervi av einumhvørjum, ið er samanbundið í størri heild (telefonnet, teldunet, veganet). Nót: stórt garn ella net til at byrgja fisk inni í.


Nøkur dømi um orðagerð

netvørður ? webmaster; t.e. persónur, ið røkir eina heimasíðu

trongi ? flaskehals, flaskehalsproblemer

bikarljós ? fyrfadslys

æti ? junkfood

starvsgreði ? karrierejag


Spurningar til lesararnar

Kennir nakar orðið kevi (kallkyn) í merkingini kjaftur, norska orðið kjeve og skylt við danska orðið kæbe?


Hvat halda fólk um orðið orðbering fyri tað danska orðið ?udtryk?? Orðið er gjørt burtur úr sagnorðinum »orðbera seg«, sum merkir at siga frá í orðum. Orðið orðbering er komið frá einum av okkara lesarum. Ella hava fólk onnur betri uppskot?