Seinastu árini hevur løgreglan kunna víst vøkur tøl fram tá tosið er fallið á rúsdrekkabilførarar, men so verður neyvan í ár.
Tí higartil í ár eru tiknir fleiri enn tað vórðu tiknir alt árið 1997. Hvat tað er sum ger tað vita tey ikki á støðini í Havn, men tað er við keddari rødd, at tey viðganga at so er.
Skeiva gongdin helt, sum sagt, fram í vikuskiftinum. Fýra bilførarar vórðu tiknir í Havn um vikuskiftið. Tað byrjaði leygarmorgunin klokkan tjúgu minuttir yvir fýra, tá løgrelgan støðgaði einum bili, tí mistanki var um, at bilførarin var ávirkaður.
Og rætt var. Bilførarin hevði ov nógv í blóðinum og var tí tikin við á støðina.
Seinni um dagin varð enn ein bilførari tikin fyri sama lógarbrot.
Klokkan 14 leygardagin fekk løgreglan enn ein »tosk í netið«. Blóðroynd varð eisini tikin av hesum bilføraranum og eins og allir aðrir, sum verða tiknir á henda hátt, frætta teir nærri frá ákæruvaldinum, tá blóðroyndin kemur aftur úr Danmark.
Rendi á ein garð
Men tað var ikki liðugt enn, minni enn so. Klokkan eitt korter til fýra sunnumorgunin var ein bilførari so óheppin, at hann rendi inn í ein garð við Villingardalsvegin.
Hesaferð var tað ikki bara bilurin og garðurin sum merktu óhappi, tí bilførarin var so óheppin at bróta sær øsbeinið. Men løgreglan var enn ikki nøgd, tí teir høvdu eitt ánilsi um at tann ungi maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann var tí tikin við á støðina har blóðroynd var tikin av honum.
Bert fýra tímar seinni, klokkan eitt korter til átta, fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin »av sporinum« við Norðara Ringveg í Havn.
Løgreglan hevði ikki fingið boð frá føraranum um at hann var farin út av vegnum og teir máttu tí fara at kanna hvør átti bilin.
Hesum funnu teir skjótt út av, og teir fóru eftir tí 28 ára gamla manninum, sum eigur bilin.
Hann varð tikin við á støðina har hann fekk at vita, at hann hevði forbrotið seg móti tí parti av ferðslulógini, sum sigur at ein skal siga løgregluni frá óhappum, og ikki minni, at hann hevði drukkið áðrenn løgreglan fekk boðini.
Maðurin er tí skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.