barnagarð. Ein púra vanlig sjón í lítlu bygdini á eystursíðuni á Eysturoynni. Og ein gerandislig hending, sum Súsanna ikki hugsar stórvegis um. Tað kann tó tykjast løgið hjá onkrum, hví í víðu verð ein ung kona [...] læna hann frá grannanum, ella hann frá tær. Jólaklubbi fyri menn Eingin bygd, uttan ein bindiklubba. Her í bygdini finst eisini ein slíkur, har bæði yngri og eldri kvinnur í bygdini hittast til handaligt [...] sjálvandi. Hesin bindiklubbin er alt árið, men menninir hava eisini ein, sum plagar at hittast fram ímóti jólum, - ein jólaklubba, kundi ein hóskandi kalla hann. Tá teir soleiðis eru saman gera teir m.a. jólapynt
Røkisskapur Æðuvík er ikki ein bygd, sum hevur verið samtaluevni hjá fólki. Hon er heldur ikki ein bygd, sum er at síggja í teimum litføgru faldarunum, sum hvørt ár verða sendir í øll herðashorn í eini [...] skulu brúkast til. Men Æðuvík er ein sjáldsama ung bygd. Av teimum 97 fókunum í bygdini eru yvir 30 børn undir 14 ár og tað má sigast at vera rættiliga óvanligt á bygd í Føroyum. Og okkurt er á veg afturat [...] afturat. Væntandi verður í hvussu so er ein partur av pengunum, brúktur upp á børnini, sigur Jóna Christiansen sum var ein av teimum mongu æðuvíkingunum í Norðurlandahúsinum mikudagin. Tey, sum sita í d
tað búgva ein rúgva av ymsum djórum umframt fólkini og djór, sum koma framvið, so har var nógv hjá børnunum at halda skil á, men tey vóru longu komin heilt langt. Á borðinum hjá læraranum lógu ein rúgva av [...] ringt at finna eina vakrari prinsessusong enn tað, 5. flokkur hevði gjørt til Prinsessuna á ertrini. Ein rúgva av madrassum og dýnum í alskyns litum stáplaðar omaná á hvørja aðra við evarska lítlu ertrini [...] niðast. Klárt hjá prinsessuni at leggja seg at sova á, so tey kunnu finna út av, um nú hon nú eisini er ein røtt prinsessa. Á talvuni inni í 6. og 7. flokki stóð Eldførið skrivað ovast og niðriundir stóðu tey
hvussu vakurt tað er, og at alt kanska ikki er, sum tað er, har tú kemur frá. Vakurleikin er øðrvísi, náttúran hevur aðra litir, fjøllini eru kanska lægri ella hægri, og kanska eru als ongi fjøll. Men sam [...] ikki øll eins, men at vit øll eiga sjálvsagt pláss her í samfelagnum. Hvør veit, kanska var Jona tann, ið fer at fáa onkran framtíðar politikara at hugsa um tørvin hjá teimum menningartarnaðu. Kanska verður [...] okkum, at vit vóru partur av ævintýrunum, og vit spældu ævintýrini. Ævintýrið Eina ferð vóru tað ein kona og ein maður. Tey giftust, og tey fingu børn, og alt var so prakfult, ljósareytt og lukkuligt. Soleiðis
greiðir Dánjal á Neystabø frá. - Ævintýraferðin var jú stak væl umtókt, og tað er eyðsæð, at vit raktu ein ella annan tørv, sigur Búi Dam. Nú eru teir tó aftur, og smæðast ikki við at siga, at teimum hevur [...] at arbeiða við barnatilfari aftur. Sum áður er dentur lagdur á stuttligt undirhald fyri børn, men kanska er meiri dentur lagdur á kunnandi tilfar hesuferð. Nýggjasta ævintýrið snýr seg um ongan mætara enn [...] Ævintýraferðini hava verið eyðmerktar av, at børnini í stóran mun taka lut í framførsluni. - Tað er enn ein týdningarmikil partur av framførslunum hjá okkum, sigur Búi Dam, sum heldur, at børn í dag fáa ov nógv
duga at siga við meg sjálvan, at tað er mítt arbeiði at lesa og spæla, eins væl, at tað eisini er ein partur av mínum arbeiði at sita ein heilan dag og einki fáa burturúr, sigur Dánjal á Neystabø, ævintýrarin [...] eitt klaver, sum stendur har. Fyrireikararnir orsaka manga ferðir, biðja meg koma við í ein bil og koyra so til ein klaverhandil, har eg bara skal peika á tað klaverið, eg ynski at spæla á, tí so vilja teir [...] meg sjálvan seriøst. At eg royni at skapa mær ein gerandisdag, har eg eisini má siga nei til ávís ting, tí eg eri til arbeiðis. Hetta sjálvt um eg kanska eri heima ella siti á eini café og lesi. Onkran
talan er ikki um ein størri bý, tí fólkið býr spjatt yvir stóra dalin. - At koma til Bhutan var sum at koma inn í ein heim, ið tú einans trúði fanst í søgubókum ella í hugaheiminum. Ein verður førdur aftur [...] hondvovið toy úr ull. Ein munur, samanborið við londini í vesturheiminum, er úrvalið í handlunum. - Úrvalið er lítið, mest dósamatur og grønmeti. Og kølidiskar eru eingir. Her í Paro er ein sokallaður kjøthandil [...] eru einans tveir vesturlendingar, Tummas og ein maður úr New Zealandi, ið er leiðari fyri flogdeildini. Hini eru øll úr Bhutan. Lønarlagið er sera lágt, ein mekanikari fær til dømis einans umleið 1500
475 skippund bert undir Føroyum, eisini Suðuroya Banka. Kanska fyrsta roynd við føroyskari hvalaveiðu Ein norsk galeasa “Betzy”, sum seinni varð bygd um til hvalafangara, var strandað á Selatrað. A.W Restorff [...] juni 1935 er ein grein um Óla Svendsen i samband við, at hann fylti 75 ár. Hetta var fyrsti árgangur hjá Dagblaðnum, har Ernst Sondum var blaðstjóri, til hann stutt eftir doyði. Greinin er ein góður samandráttur [...] húgvur sum ein heilsan frá teimum. Siðan hevði fólkatingsmaðurin Halfdan Henriksen eina heilsan. Sagt verður at enda í Dimmalætting: Skipper Svendsen gør Forsøg paa at fortøje agten for Tjalfe (ein brig) for
yvir. Nú er hann ein av trumfunum hjá almenna føroyska sjónvarpinum, og sendingarnar hjá honum plaga at fáa fólk at nikka viðurkennandi. Hann ger sjónvarp um fólk og náttúru, um lív á bygd, í býi og á sjónum [...] hóska til heildina. Tað er hart at lata hesar myndirnar fara, men tað er ein lítil troyst í, at eg leggi tær í savnið, so tær kanska koma til góðar eina ferð seinni. Broytti hugsan um sjómenn Næsta sendirøðin [...] um stálið og fáa sjómenninar við í sendingina. Tað skal ikki bara verða ein sending við árstølum og upplýsingum, tað skal verða ein sending við eini sál, tí annars riggar tað ikki. Eg royni at lýsa lívið
rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?” Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna, rodna, øtast, siga “uh!” ella “ah!” ella “oh!” og kanska eisini fella eitt tár. Kom oman á Tjóðpall Føroya [...] sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk. Rørandi søgan um Romeo [...] Føroya á ólavsøku. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar ein tíma áðrenn sýning. Kostnaður: 150 kr. (Ung sum gomul) Tíðspunkt: 27. juli kl. 16 28. juli kl 16 og 18 og 29. juli kl 15