Æðuvík er best røkta bygd í øllum Føroyum

Í Æðuvík er bygdarfólk og Kommunan fingið heiður og æru fyri at áralangt arbeiði at at rudda og fríðka bygdina

 

Røkisskapur

 

 

 

Æðuvík er ikki ein bygd, sum hevur verið samtaluevni hjá fólki. Hon er heldur ikki ein bygd, sum er at síggja í teimum litføgru faldarunum, sum hvørt ár verða sendir í øll herðashorn í eini roynd at lokka útlendsk ferðafólk til Føroya.

 

Mikudagin var alt hetta broytt, tí nú er Æðuvík av álvara komin á Føroyakortið.

 

Tað hendi á samkomu í Norðurlandahúsinum seinnapartin mikudagin, har Æðuvík vann kappingina um at vera best røkta bygd í Føroyum.

 

Saman við heiðrinum, fekk Æðuvík eitt listaverk og 30.000 krónur. Listarverkið, er fyribils hongt í Missiónshúsið til endalig avgerð verður tikin um, hvar hann skal hanga, møguliga verður tað í Býráðshúsinum í Runavík, sum Æðuvík er í kommunu saman við. Tað er eitt listaverk, sum Jens Frederiksen hevur gjørt við tilfari, hann hevur funnið í Sandágerði.

 

Tað er heldur ikki avgjørt hvat tær 30.000 krónurnar skulu brúkast til. Men Æðuvík er ein sjáldsama ung bygd. Av teimum 97 fókunum í bygdini eru yvir 30 børn undir 14 ár og tað má sigast at vera rættiliga óvanligt á bygd í Føroyum. Og okkurt er á veg afturat.

 

Væntandi verður í hvussu so er ein partur av pengunum, brúktur upp á børnini, sigur Jóna Christiansen sum var ein av teimum mongu æðuvíkingunum í Norðurlandahúsinum mikudagin.

 

Tey, sum sita í dómsnevndini, sum hava valt best røktu bygdina, eru Óli Mikkelsen, lækni í Havn, sum er formaður, Gunnleyg Durhuus, arkitektur, sum er trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu, Tórálvur Weihe, arkitektur, Jacob Pauli Joensen, umhvørvisverkfrøðingur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Osva Olsen, fólkalívsfrøðingur á Føroya Fornminnissavni.

 

Annars er tað Ferðaráð Føroyar, sum samskipar tiltakið.

 

Umframt at Æðuvík er best røkta bygdin, valdi dómsnevndin eisini Miðvág til at vera næstbest røktu bygdina í Føroyum og Tjørnuvík varð nummar trý.

 

Orsøkin til, at Æðuvík vann kappingina var sjálvsagt tí, at har var ruddligast og nossligast. Men har høvdu tey eisini gjørt nakað fyri ferðafólkið, eitt nú er alment wc í bygdini og bygdargøtur eru merktar av. Somuleiðis eru klakkkir, rottangar og onnur viðurskifti, fingin í rættlag.