Á Skúlanum á Fossánesi hava tey sett alt tað vanliga til viks í eina heila viku, og í staðin sita tey øll og kýta seg til stóra H.C. Andersen dukkusjónleikakvøldið, sum flokkarnir skipa fyri á skúlanum komandi mikukvøld. Heilir fýra ævintýrsjónleikir verða á skránni, so nú er um at fáa málað og teknað dukkur og leiktjøld liðug og læra seg ævintýrini uttanat, tí røddir skulu sjálvandi til í einum røttum dukkusjónleiki.
Hendan morgunin, vit stukku inn á gólvið á Skúlanum á Fossánesi, høvdu tey júst hoyrt søguna og sæð filmin "Søgan um eina mammu". Og soleiðis byrjar hvør skúladagur hesa vikuna við einum nýggjum H.C. Andersen ævintýri og filmi aftaná morgun-sangin. Restina av degnum sleppa tey at gera ymiskt, sum alt hevur okkurt við H.C.Andersen at gera.
Men fyrst stendur dukku-sjónleikur á skránni.
Hvør sín sjónleik
Inni í 1. og 2. flokki vóru tey í ferð við at finna pappír og litblýantar fram, meðan tey tosaðu um ævintýrið, tey júst høvdu hoyrt. Tey høvdu ikki hoyrt Søguna um eina mammu fyrr, og onkur helt tað vera ræðuliga óhugnaligt, tá deyðin kom og tók barnið frá mammuni. Onkur annar helt nú allíkavæl tað mundi vera best, at barnið fór til Jesus Pápa, tí tað var so sjúkt og hevði tað so ringt ...
1. og 2. flokkur høvdu annars úr at gera hendan fyrrapartin, tí tey hava valt at gera Mishátta dunnuungan til sjónleik. Søgan gongur jú fyri tað mesta fyri seg á einum stórum bóndagarði, har tað búgva ein rúgva av ymsum djórum umframt fólkini og djór, sum koma framvið, so har var nógv hjá børnunum at halda skil á, men tey vóru longu komin heilt langt. Á borðinum hjá læraranum lógu ein rúgva av vøkrum tekningum av svanum og fittum dunnuungum, men eisini onkrar eitt sindur óhugnaligar av revinum og eini svartari kráku.
3. og 4. flokkur var komin rættiliga langt við leikinum um Svínadrongin. Leiktjaldið var ikki heilt liðugt, men prinsessan og hirðkonurnar vóru púra klárar at fara inn í vakra leikpallin, og tað riggaði óføra væl. Svínadrongurin er eitt av teimum langu ævintýrunum hjá H. C. Andersen, men Ester Sivertsen dugdi tað uttanat, og dugdi sera væl at greiða okum frá øllum, tí sum hendi.
Tað man vera ringt at finna eina vakrari prinsessusong enn tað, 5. flokkur hevði gjørt til Prinsessuna á ertrini. Ein rúgva av madrassum og dýnum í alskyns litum stáplaðar omaná á hvørja aðra við evarska lítlu ertrini allar niðast. Klárt hjá prinsessuni at leggja seg at sova á, so tey kunnu finna út av, um nú hon nú eisini er ein røtt prinsessa.
Á talvuni inni í 6. og 7. flokki stóð Eldførið skrivað ovast og niðriundir stóðu tey ymsu leikbrotini. Her vóru tey komin so langt, at tey vóru klár at byrja venjingarnar. Brúnu hundarnir við eygum so stórum sum tekoppum, kvarnarsteinum og rundatorn sótu klárir á sínum kistum og tekningin av hermanninum, sum er koyrdur í fangahús var eisini liðug. So nú var bara um at semjast um, hvør skuldi hava røddina hjá hermanninum, hundunum, prinsessuni og øllum hinum.
Listamaður á vitjan
Áðrenn næmingarnir fóru heim hendan dagin, savnaðust øll á gongini at lurta eftir Jákupi, einum av lærararnum, sum fortaldi um lívið hjá H.C. Andersen. Tað ljóðaði, sum onkur kendi hesa søguna og helt hana líkjast ævintýrinum um Mishátta dunnuungan. Og tað er jú ikki heilt av leið.
Síðani sungu øll sangin um "Tvær fjaðrar", sum kanska eisini snýr seg um okkurt annað, enn man fyst heldur? Jú, næmingarnir vóru rættiliga samdir um, at fjarðarnar, sum blíva til fimm hønir, er um fólk, sum slatra og gera alt nógv verri, enn tað er. Og soleiðis er tað jú ofta hjá H.C. Andersen - at alt ikki altíð er akkurát, sum tað sær út til at vera. Tað hava næmingarnir á Fossánesi í hvussu er funnið ut av, meðan tey hava lisið, lurtað, sungið, klipt og teknað. Og mánadagin sleppa tey eisini at mála, tí tá kemur listamaðurin Archibald Black at vitja og hjálpa teimum at gera hvør sín ævintýrmálning at hanga upp heima, sum eitt minni um spennandi H.C. Andersen ævintýrdagarnar á skúlanum.