lagt seg einsamalt á odda í 1. deild, eftir at liðið vann á Skála seinnapartin. Skála er saman við B68 uppflytarakandidatur til bestu deildina, og tí var spenningur um uppgerðina á Skála í dag. Endin var [...] vann dystin 2-1. B68 var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli, sum Haraldur R. Højgaard skoraði. Tríggjar minuttir fyri tíð gjørdi Bjarki Johannesen hjá B68 sjálvmál, og so stóð á jøvnum. Men í yvirtíðini [...] av HB, og suðuroyingar vunnu dystin 2-1 við málum frá Henning G. Joensen og Reidar Dahl Joensen. Jógvan Skeel Nolsøe skoraði fyri HB. Úrslitini í 1. deild í dag vóru: Skála-B68 1-2 FC Suðuroy-HB 2-1 T
Fyrr í hesum mánaðinum boðaðu Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen frá, at teir fara ikki at halda fram á Svangaskarði. Teir hava í ár havt ábyrgdina av besta liðnum hjá B68, sum næsta kappingarár skal
einki mál afturat, men tað løgdu teir á heimaliðnum vertin í. Lagið á B36 viðhaldsfólkunum, sum í góðveðrinum høvdu brúkt dýrabærar bensindropar upp á túrin inn á Toftir, var einki serligt. Tað var lætt [...] sum vóru á Svangaskarði, tá ið B36 vitjaði hósdagin. B68 vann 1?0. Men teir høvdu onga roynd innanfyri málrammuna hjá B36! Einasta málið kom longu í 4. minutti. Bogi Petersen, sum var á beinkinum á Skála [...] minutti átti B36 at havt javnað. Diagonalsending frá Jákupi á Borg í høgru slapp at sigla framvið allari verjuni og út til Heðin á Lakjuni, sum smekkaði flatt innfyri málið til John Petersen, sum mitt
eyðsýndu menninir á KI liðnum vóru unglingarnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Teir vóru mitt á miðvøllinum, og teir dugdu at gera nyttu burturúr bóltinum. Tað eru fleiri bólttryggir spælarar á KÍ liðnum, [...] Meinhardt Joensen, tá teir hildu seg hava skorað, vóru ikki blíðir. Tá KÍ, sum saknaði skadda Heðin á Lakjuni, spenti álopsbogan, stóðust møguleikar av í báðum endum. B68 hevði ein fínan møguleika í síðstu [...] ikki megna, og sum eingin setur at teimum fyri ikki at klára, hann bjargar sínum monnum fleiri stig á hvørjum ári, og tað kann verða í orðsins sanna týdningi gull vert. B68 hevur fingið ein sovornan málverja
Andreasen, Ove Nysted ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Bárður á Lakjuni ? Erling Fles, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni. Tvær ferðir Uni Arge At B68 tapti 3?1 í Gundadali var ikki so illa í tráð [...] framvegis skaddur ? meðan HB hevði alt skjútsið á vøllinum. Hjá teimum var tað ikki minst hugaligt, at Hans á Lag, sum hevur verið skaddur tað mesta av einum ári, kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Lykla [...] Í fyrsta umfarinum í landskappingini skal KÍ spæla á heimavølli ímóti Skála. Veteranarnir í bestu deildini kundu fingið eina hepnari byrjan. At spæla fyrsta dystin í bestu deildini er altíð nakað serligt
KÍ plagar at hava takið á B68 á Svangaskarði. Hetta varð sagt í blaðnum leygardagin, og hagtølini staðfestu henda veruleikan. Undan sunnudegnum vísti samlaðu tølini á Svangaskarði frá 1988 og til 1999 [...] móti brotsteiginum, og Heðin á Lakjuni og Ove Nysted vóru nær við, men teir komu ikki nærri, og so small B68 hamarin: Álopssinnaði Marlon Jorge hevði ongar trupulleikar á høgra vongverja. Jákup Djurhuus [...] tjúgu metrar inni á KÍ hálvuni upp á tvørs. Í besta Laudrup stíli, ella sum tá ein strikuspælari í hondbólti verður spældur leysur, sletti hann bóltin fram ímillum til Fróða Benjaminsen, sum á markinum til
Skytte. Hann vísir á, at B68 hevur eina sera tætta skrá fram til summarfrítíðina. Í 36 dagar skal liðið spæla níggju dystir. Jógvan Martin á heimabeiti NSÍ fer við einum fullmannaðum liði inn á Toftir. Helgi [...] men hann spælir nú aftur við fullari ferð. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sigur, at hansara lið sjálvandi fer fram á vøllin og fer eftir sigrinum. Jógvan Martin Olsen er sjálvur toftamaður og hevur [...] B68 aftur, tí eg eri uppvaksin á Toftum og havi spælt við B68, men nú eri eg venjari hjá NSÍ, sigur hann. Hann heldur, at B68 er favorittur undan dystinum, tí teir spæla á heimavølli, og hann væntar, at
Hann er ovast á máltindinum við tíggju málum. Hjá Trygva Mortensen og hansara monnum snýr tað seg um at halda fram við hugflogsríka vongspælinum og innleggunum við broddi í. Hjá Jógvan Martini Olsen og [...] Í kvøld verður grannauppgerð á Svangaskarði. Fyrrverandi NSÍ málverjin, Kristian Joensen, hevur higartil í ár vart B68 málið. Undantakið var, tá ið hesi bæði liðini hittust við Løkin. Tá var Ragnar Lindholm [...] Lindholm í B68 málinum. Tað verður hann aftur í kvøld. NSÍ er á triðja plássi, og tølini siga, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur gingið sum eftir ánni – 13-1 og 6 stig. Undan kappingarbyrjan varð
Petersen, heilfluktaði úr átjan metrum á tvørtræið, og Mortan Hansen stútaði úr stuttari fjarstøðu niður í og upp um. Súni Fríði Johannesen, sum í fjør gjørdi hattrikk á Svangaskarði ímóti B71, gjørdist hesa [...] hann var fyrstur á, eftir at fínt uppspæl frá Øssuri Hansen endaði við fløtum innleggi frá Arnoldi Joensen úr høgru. Mortan Hansen sendi í samankomingina, og miðframherjin var fyrstur á returinum. Sum 2 [...] hálvbjargaði frísparksroynd frá Juliani Floresco, og Kári Nielsen var fyrstur á returbóltinum. At tað bara var eitt mál á muni hevði við sær, at nervin alla tíðina var til staðar. Men B71 fekk einki burturúr
hanga í alla tíðina, og leygardagin sluppu teir loksin heilt upp á toppin. Fortreytina fyri hesum skaptu sandoyingar sjálvir, tá teir á heimavølli tóku ímóti botnliðnum, GÍ. Her var ongan tíð nakar ivi [...] lættir at fáast við. Og ikki minst, so mundi tað gera lagið enn betri, at Jónsvein Thomsen nú er aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið burturstaddur størsta partin av árinum. Og lagið skuldi gerast enn [...] Hvalbingarnir royndust tó sera væl, og eftir at Gisli Sveinbjørnsson fyri steðgin hevði lagt teir á odda, hildu teir bara fastari og fastari um leiðsluna. Toftamenn royndu í sínum lagi at flyta nógv fólk