Í fyrsta umfarinum í landskappingini skal KÍ spæla á heimavølli ímóti Skála. Veteranarnir í bestu deildini kundu fingið eina hepnari byrjan. At spæla fyrsta dystin í bestu deildini er altíð nakað serligt. Tí er eingin ivi í, at skálamann fara at leggja alt í, tá teir fyrsta sunnudagin í mai fara til Klaksvíkar. Um Skála fer at fáa stig ta ferðina, so verður tað framúr. Um teir tapa, so verður tað ikki øðrvísi, enn tað kann roknast við.
Generalroyndin hjá skálamonnum í Klaksvík skuldi havt verið leygardagin. Men kavin hevur verið nógvur í Klaksvík. Tí varð avgjørt at útseta til sunnudagin, og at dysturin skuldi spælast á Skála.
Skála vann 4?2, og í Klaksvík man marran um fyrsta landskappingardystin vera vorðin uppaftur størri. Í fjør tapti KÍ báðu ferðirnar ímóti uppflytarunum úr EB/Streymi, og tað tók rættuliga luftina úr KÍ. Ta ferðina hildu teir í KÍ, at teir taptu ímóti einum betri liði. Hesa ferð halda teir, at teir orduliga lorkaðu tað burtur.
Lítil broddur
Klaksvíkingar høvdu bóltin meiri enn heimaliðið, men tað var ikki nógvur broddur í. Hjalgrím Elttør (í Onglandi), Allan Joensen (leikbann) og Allan Mørkøre (skaddur) vóru ikki við, men tað eigur ikki at vera nøkur umbering.
Í verjupartinum var KÍ í gávuhýri. Tað kom til sjóndar beinanvegin, tá Ove Nystend ópressaður sendi bóltin í egið mál. Og tá Skála fram ímóti dystarenda økti til 4?2, var talan um stóra málverjuvillu. Áki Petersen, sum er komin úr Fuglafirði og út á Skála, sendi høgt undan vindinum úr 60!! metra fjarstøðu. Bólturin støkk í vøllin og upp um málverjan!
Undan steðginum hevði KÍ nógva vindin undan. Ove Nysted javnaði til 1?1 eftir horna, og Kurt Mørkøre rættaði langskot av, tá hann skoraði til 2?1.
Í 2. hálvleiki var Skála meiri ágangandi. Manngarðurin hjá KÍ var einki serligur, tá Dánial Hansen úr stórari fjarstøðu í vinstru sendi fríspark í mótsatta hornið til 2?2. Jonhard Frederiksberg hevur spælt lítið seinnu árini, tí hann hevur verið skipsmaður. At hann nú hevur lagt seg heima er komið væl við hjá Skála. Hann stýrdi innleggi í málið til 3?2, og so var tað 65 metra málið.
Skála: Leivur Justinussen ? Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Dánial Hansen, Áki Petersen, Kaysten Rasmussen ? Jan Nónklett, Kári Nielsen, Pauli Hansen ? Alexander Johansen, Jonhard Frederiksberg.
KÍ: Meinhardt Joensen ? Fríðin Ziskason, Jan Andreasen, Ove Nysted ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Bárður á Lakjuni ? Erling Fles, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni.
Tvær ferðir Uni Arge
At B68 tapti 3?1 í Gundadali var ikki so illa í tráð við hagtølini. Men toftamenn vóru kanska smáir favorittar, eftir at teir á heimavølli fyrr í ár vunnu venjngardyst sannførandi 3?0 ímóti HB.
Bæði liðini tóktust at vera so at siga fullmannað. Hjá B68 var eingin Marcello ? hann er framvegis skaddur ? meðan HB hevði alt skjútsið á vøllinum. Hjá teimum var tað ikki minst hugaligt, at Hans á Lag, sum hevur verið skaddur tað mesta av einum ári, kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Lyklaspælararnir hjá B68 var ikki serliga eyðsýndir. Men tað var Øssur Hansen, sum setti hol á eftir horna og út frá. Uni Arge javnaði, tá hann var einsamallur eftir langa sending frá Jóhannesi Joensen. Toftamenn vóru ikki nøgdir við linjuverjan í tí førinum, og HB var ofta ónøgt við síðumannin, sum ikki tóktist vera í fullgóðari dystarvenjing.
Í 2. hálvleiki ruku Oleif Joensen og Rógvi Joensen av vøllinum eftir innanhýsis avrokning. Tá varð HB leikliga greitt omaná. Teir fingu tvey mál ímóti dystarenda. Fyrst var tað Jón Rói Jacobsen, sum takkaði fyri uppspæl frá Una Arge, og so var tað Uni Arge, sum fekk nyttu úr sending frá Andrew av Fløtum.
Toftamenn fingu staðfest, at teir hava stórar trupulleikar av at spæla við flatari verju. HB spældi 3?5?2. Eftir útvísingarnar høvdu teir flata verju, og tað tóktist ikki nerva spælið hjá teimum.
HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Jón Rói Jacobsen ? Tór?Ingar Akselsen, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Vagnur Mohr Mortensen ? Uni Arge, Andrew av Fløtum
B68: Kjartan Nesá ? Marlon Jorge, Messias Perreira, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Oleif Joensen, Øssur Hansen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard
Skála?KÍ 4?2 (1?2)
1?0: sjálvmál Ove Nysted
1?1: Ove Nysted
1?2: Kurt Mørkøre
2?2: Dánial Hansen
3?2: Jonhard Frederiksberg
4?2: Áki Petersen
HB?B68 3?1 (1?1)
0?1: Øssur Hansen 9.
1?1: Uni Arge 30.
2?1: Jón Rói Jacobsen 84.
3?1: Uni Arge 89.
Reytt kort: Rógvi Jacobsen, HB, og Oleif Joensen, B68