B68 setti met móti KÍ

KÍ korthúsið hoyknaði undir kontraspælinum hjá toftamonnum, og tað kendist eyðmýkjandi hjá gestunum, tá tveir teirra vórðu riknir av vøllinum.

KÍ plagar at hava takið á B68 á Svangaskarði. Hetta varð sagt í blaðnum leygardagin, og hagtølini staðfestu henda veruleikan. Undan sunnudegnum vísti samlaðu tølini á Svangaskarði frá 1988 og til 1999 13 til B68 og 23 til KÍ. Stórsigurin hesa ferð hjá toftamonnum var tann rudduligasti nakrantíð ímóti klaksvíkingum, og hann boðaði frá, at útiliðið hevur mist allan íblástur, meðan B68 av álvara tykist trúgva upp á møguleikan fyri at enda ovast.

Men áðrenn tað verður farið víðari við útpenslingini av, hvussu sannførandi B68 sigurin gjørdist, so eigur at verða undirstrikað, at fyrra umfarið bendi lítið ella rættari sagt einki á, at talan skuldi gerast um stórsigur.

Klaksvíkingar trýstu fyrstu fáu minuttirnar, og so spældu teir væl eina løtu. At tað var B68, sum setti hol á málskjótingina, var eitt sindur misvísandi, tí tá fyrra umfarið var hálvrunnið lá tað í luftini, at KÍ skuldi fáa fyrsta málið. Teir samanspældu væl fram móti brotsteiginum, og Heðin á Lakjuni og Ove Nysted vóru nær við, men teir komu ikki nærri, og so small B68 hamarin:

Álopssinnaði Marlon Jorge hevði ongar trupulleikar á høgra vongverja. Jákup Djurhuus, sum hesa ferð spældi við stórum sjálvsáliti í vinstru, vann bóltin, stakk fram á vinstra vong til Øssur Hansen, sum krúllaði langt fram á KÍ hálvuna, áðrenn hann sendi mitt innfyri málið, har Marcello Marcellino hekk mitt fyri málinum og stútaði í kassan.

Tá var fyrra umfarið hálvrunnið, og klaksvíkingar vóru skelkaðir. Men tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu teir javna, og restina av 1. hálvleiki var spælbýtið javnt, og einki bendi á avhølvnig.

Marek javnaði við fløtum frísparki úr 18 metrum, og løtuna aftaná vóru boð eftir toftamonnum. Eftir lítlari løtu hevði Ove Nysted vandamiklan stútara, sum Magnus Poulsen avbera væl bjargaði til horna, og so sendi Rógvi Jacobsen úr átjan metrum úr høgru og í handara stólpan.


Skipbrotið

Fyrsta korterið av 2. hálvleiki datt KÍ saman. Tá tíggju minuttir vóru farnir, hevði B68 skorað tvær ferðir, og so gjørdist tað uppaftur meiri eyðsýnt, at løtan nærkaðist, tá Tummas Pauli Olsen fór at leita eftir ostaskorpuni.

Longu í 1. hálvleiki høvdu fleiri klaksvíkingar fingið gul kort fyri ófantalig fríspørk langt frammi á vøllinum, og eftir at B68 hevði lagt seg á odda og økt um leiðsluna spældu klaksvíkingar sjálvir sær av við allar møguleikar.

Inni í B68 brotsteiginum gjørdi Ove Nysted av við seg sjálvan í samanbresti við B68 miðverjan Oleif Joensen, og Rógvi Jacobsen, sum á miðvøllinum var heilt við síðuna av tí, sum í fjør gjørdi hann til lyklaspælara á FM og steypavinnaraliðnum, so at siga kroysti dómaran eftir næsta gula kortinum og harvið tí reyða.

So var KÍ liðið upployst. Teir vóru níggju ímóti ellivu. Veteranarnir skulu hava rós fyri, at teir royndu sum frægast fyri at avmarka tapið. Høvdu teir ikki gjørt tað, so kundi úrslitið sæð uppaftur ljótari út.


Liðavrik og úrmælingar

Jóannes Jakobsen tóktist síggja møguleikan fyri totalari eyðmýking av sínum gamla liði. Síðstu løtuna hevði KÍ bara ein álopsspælara. So varð Jan C. Dam, sum hevði verið tryggur aftasti skansi aftanfyri sannførandi Arnbjørn Danielsen og stór stríðsmannin Oleif Joensen, tikin út, og Øssur Jacobsen kom inn. Tá var støðan 5?1, og tað eydnaðist eftir uppspæl frá hesum Øssuri at økja til tennisúrslitið.

B68 brúkti í 2. hálvleiki sínar talentir til fulnar. Teir dúvaðu upp á kontraálop, og avgerandi málini vórðu skorað eftir genialar langar og neyvar sendingar. Øssur Hansen hevur neyvan verið betri fyri, enn hann er nú. Tíðliga í 2. hálvleiki var hann arkitekturin aftanfyri tvey framúr uppspæl til mál:

Eftir at hava fingið bóltin frá Eyðsteini Skipanes við síðulinjuna í vinstru, dróg hann tjúgu metrar inni á KÍ hálvuni upp á tvørs. Í besta Laudrup stíli, ella sum tá ein strikuspælari í hondbólti verður spældur leysur, sletti hann bóltin fram ímillum til Fróða Benjaminsen, sum á markinum til rangstøðu gjørdist púra leysur ímillum tøvandi Andrzej Pacek og Jan Andreasen. Í tí støðuni var landsliðsmaðurin tryggur, og lítla løtu seinni varð aftur staðfest, at KÍ verjan var skelkað.

Øssur Hansen stríddi seg ígjøgnum heilt í vinstru, 30 metra neyvu sendingina tvørtur um tamdi Marcello, og sjálvt um Súni Fríði Johannesen var eitt sindur trongdur, so eydnaðist honum at skora.

3?1 gjørdist til 4?1. Aftur var talan um uppspæl í vinstru. Jákup Djurhuus vann bóltin, legði innfyri, aftur hesa ferð tamdi Marcello og prikaði til Súna Fríða Johannesen, sum skoraði.

Marcello stóð fyri síðstu avklæðingini. Fyrst lyfti hann úr 25 metrum og frá síðulinjuni langt upp og niður í handara tríkantin, og fýra minuttir undan leikloki setti hann síðsta seymin í. Toftamenn spældu seg til fleiri aðrar møguleikar ímóti undirmannaðu mótstøðumonnunum, men Zoltan vardi fleiri ferðir væl fyri.

Tað kundu toftamenn væl liva við. Í góðveðrinum ? lítla lotið út eftir vøllinum bilaði einki ? høvdu teir sett KÍ so dyggiliga upp á pláss, sum teir ongantíð áður hava gjørt. Eftir síðsta bríkslið sást væl, at nú hevur B68 sjálvsálit at bjóða øllum av í kappingini um FM. Og viðhaldsfólkini tykjast trúgva upp á, at Súni Fríði, Marcello, Øssur, Arnbjørn, Jan C. Dam og allir hinir kunnu megna tað, teir vilja.


B68-KÍ 6-1 (1-1)

1-0: Marcello 9

1-1: Marek Wierzbicki 25

2-1: Fróði Benjaminsen 50

3-1: Súni Fríði Johannesen 57

4-1: Súni Fríði Johannesen 61

5-1: Marcello 67

6-1: Marcello 86

Dómari: Tummas Pauli Olsen (GÍ)


B68:

Magnus Poulsen ? Marlon Jorge, Oleif Joensen, Jan C. Dam, Jákup Djurhuus ? Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino


KÍ:

Zoltan Kujundzic ? Harley Bertholdsen, Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Símun Waag Høgnesen, Marek Wierzbicki, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni