fyritøkuni um hendur øll árini. Sum ung arbeiddi hon á Klaksvíkar Blikksmiðju og tók ?handels medhjælper?prógv. Eitt summar var hon á "Velfartshuset" í Føroyingahavnini í Grønlandi, síðan arbeiddi hon á skrivstovu [...] Tørvurin var stórur Spurdur um hvussu tað bar til, at tey settu seg niður í Runavík, hvørki teirra høvdu tilknýti til Skálafjørðin, svarar Eyðun. "Vit komu bæði til trúgv sum heilt ung og bóðu um leiðslu [...] oljubátinum Faroe Shell. Viðførið, ið tey høvdu við sær, rúmaðist í lastini á einum lítlum lastbili. Tað var ikki tann Runavíkin, ið vit kenna í dag, tey komu til í 1963. Smalir vegir við nøkrum fáum víkiplássum
Eldramiðstøð Tá handanin var liðug, var danska flaggið, Dannebrog, vundið niður av flaggstongini, og flaggið hjá Tórshavnar Býráð vundið í húnar hátt. Ein tekin um, at nú er Marinustøðin ikki longur á donskum [...] m í gjár, sum kanska helst minti um ráligt og kalt heystveður, var ein bólkur av fólki savnaður uttanfyri Marinustøðina á Hoyvíksvegnum. Hetta komst av, at í gjár var Marinustøðin alment latin í hendurnar [...] frá. 8000 m2 Grundøkið við Marinustøðina er um 8000 m2. Peningur er lagdur av í ár til at byrja umbyggingarnar, sum tó ikki vera tær heilt stóru. ? Tað skal ikki byggjast so nógv afturat, sigur Jan Christiansen
beinanvegin á teimum, at tað vóru ikki góð tíðindi, ið tey komu við. Soleiðis greiðir Sóleyg á Fríðriksmørk frá um løtuna, tá ið hon fekk at vita, at Sjóborgin við manning var horvin, og at skip vóru farin [...] - Tað var mamma, ið spurdi, um eg hevði hoyrt okkurt frá teimum umborð á Sjóborgini, tí eftir ætlan skuldu teir landa á Toftum, men vóru ikki komnir fram. Stutt eftir komu mamma, systur mín Marta og maður [...] mans, harímillum maður, pápi og eini beiggi hennara. Í samband við minningardag teirra sjólátnu, ið var 1. november, hevur Vikiskiftis-Sosialurin tosað við Sóleyg á Fríðriksmørk, ið 2. apríl 1998 misti mannin
vera verandi, var dómarin L.A. Reid. Tí skal Simon nú leita eftir nýggjum dómarum og nýggjum verti. Ein dreymur hjá Cowell var at fáa Whitney Houston til dómaraborðið, men sum kunnugt doyði hon fyri stuttum [...] stuttum. Men Whitney var ikki tann einasta, sum Simon hevði hugsað um. Eisini Britney Spears er ovarlaga á ynskilistanum. Haraftrat er lítlasysturin hjá Michael Jackson, Janet Jackson á listanum, og haraftrat [...] amerikonsku útgávuni av X-Factor. Fyrsta útgávan av X-Factor í Amerika gjørdist ikki so væl eydnað, sum stjórin Simon Cowell droymdi um. Og tí koyrdi hann fyri einum mánaði síðani dómararnar Paula Abdul og Nicole
Tvøroyri snýr tað mesta seg um at selja. Men nakrir framsýnarar eru, sum ikki hava nakað at selja - í hvussu so er ikki fyri fyri pengar. Ein av teimum er Tekniski skúli. Og tað er ikki ofta, at ein skúli er [...] bjóða. Ikki minst fer skúlin at fortelja um tað nýggju SIT útbúgvingina og, hvørjar møguleikar annars eru á tekniska skúla. SIT er ein miðnámsútbúgving ájavnt handilsskúlanum og Studentaskúla. Men hon er meiri [...] at nógv fólk hevur verið á básinum. Umframt á vanligu sølustevnuni, var framsýningin opin fyri skæuaflokkum í gjáramorgunin, og har var fitt av ungdómi og hugdi. Men endamálið við vitjanini á Tvøroyri hjá
arvingar hjá manninum, ið var giftur við móðir Victor. Rokningin var sambært blaðnum 175.000 krónur, og hon var fyri, at móðirin hevði passað mannin undir sjúkralegu. Hetta vil Victor ikki hava sitandi á sær [...] til hesa rokningina, og at greinin var komin honum og familju hansara ógvuliga dátt við. Hann segði seg heldur ikki kenna til rokning, har talan var um aðra peningaupphædd enn áður nevndu. Tá Dan Klein [...] upplýsingarnar um rokningina, sum saksøkjarin vil hava dømdar deyðar at vera. Í øðrum lagi skal saksøkti gjalda sakarmálskostnaðin. Sosialurin var í rættinum og lýddi á. Victor greiddi frá, at hann ikki kendi til
málið 180 stig og sigur, at teir fara ikki at geva Torbirni Jacobsen munnkurv ella líknandi. Men tað er als ikki tað, sum málið snýr seg um. Málið snýr seg um, um vit kunnu liva við, at skuldsetingarnar [...] summar hevur sagt, at hetta var eitt persónsmál, sum ikki skuldi viðgerast av flokkinum, so hava bæði aðalstjórn floksins og tingmanningin viðgjørt spurningin. Eg hugsi ikki, at nakar annar flokkur hevur [...] n er tó hon, sum allir føroyingar høvdu væntað. Teir taka støðuna til eftirtektar, yppa øksl og siga seg kunna liva við støðuni, sum hon er. Sostatt ger Tjóðveldisflokkurin einki við málið um løgmann og
enn í varðhaldi. Tað var 30. septembur í ár, at ein genta varð álopin aftan fyri Sjónleikarahúsið . Ungi maðurin skumpaði gentuna um koll og royndi at gera seg inn á hana, men hon bardist ímóti og rópti [...] ein myrkan garð, men at hon nýtti hárspray til at verja seg við , og maðurin mátti tí geva upp. Stutt undan ólavsøku boðaði ein genta frá, at ein maður hevði tikið í seg, men at hon hevði skrætt seg leysa [...] leysa og varð rýmd . Løgreglan gjørdi tó ikki meiri við málið tá, tí at óvist var, hví maðurin tók í gentuna. Sambært løgregluni noktar maðurin seg sekan í hesum báðum hendingunum, men av tí at málini líkjast
hópinum, verður danski málmaðurin, sum var við okkum niðri í Montenegro. Hon er ikki komin til landið enn, men kemur væntandi í komandi viku, sigur Una. Sjálvt um liðið hevur mist tveir so týdningarmiklar [...] deild í nøkur ár. Verjan er størsta styrkin At enda spurdu vit Unu, hvat hon metti vera størsta styrkin hjá liðnum, og her var hon ikki í iva. - Verjan er og hevur síðstu árini verið okkara størsta styrki. [...] hetta liðið, sum hini liðini fyrst og fremst skulu steðga, um tey ætla sær at vinna meistaraheitið. Stjørnan hevur annars ikki latið nakran iva vera um, hvat hevur verið sterkasta liðið seinastu árini. Sísðtu
Blak , ið fekk Planet Herðaklappið á Planet Awards leygarkvøldið. Men eisini konan Sharon var glað, hon segði, at hon hevði ynskt sær eina Planet heiðursløn at stilla á hyllina í stovuni. Tað er nevniliga [...] hugsað um, at biðið Sámal um at gera eina eyka planet, sum tey kundu fáa hetta pena listaverk. So tað er bara gott, at eg vann eina heldur Kristian. Hann er stoltur av, at Sámal bleiv biðin um at gera [...] Sámal og vinmaður hansara David Geyti, ið hava gjørt snotiligu planetirnar. Sharon var tó serliga glað vegnað Kristian, tí hon helt mann sín hava uppiborið eitt tílíkt herðaklapp fyri sítt arbeiði fyri føroyskan