Radiobúðin í Runavík 40 ár

Hálvan februar eru liðin 40 ár síðan Radiobúðin í Runavík lat upp. Tað vóru Helen og Eyðun Joensen, hon úr Klaksvík og hann úr Havn, sum stovnaðu Radiobúðina í 1963.
Tað vísti seg skjótt, at tørvurin var stórur fyri slíkari tænastu á Skálafjørðinum

FYRITØKA

Eyðun lærdi til radiomekanikara hjá Fritjolf Wellejus í Havn frá 1954-58. Síðan arbeiddi hann á radioverkstøðum í Danmark og Norra. Frá 1959-60 sigldi hann við trolaranum Fiskanes og arbeiddi sum teknikari hjá Nordafar í Grønlandi 1961-62. Helen og Eyðun giftust í Havn í 1963 og fluttu inn til Runavíkar at búgva. Tá tey fluttu, sigldu tey av Havnini og inn til Runavíkar við oljubátinum Faroe Shell. Viðførið, ið tey høvdu við sær, rúmaðist í lastini á einum lítlum lastbili. Tað var ikki tann Runavíkin, ið vit kenna í dag, tey komu til í 1963. Smalir vegir við nøkrum fáum víkiplássum, ongin renovatión og ongar gøtulyktir. Nú er Runavík ein býur. Helen og Eyðun hava nú rikið Radiobúðina í 40 ár. Helen hevur havt bókhaldið hjá fyritøkuni um hendur øll árini. Sum ung arbeiddi hon á Klaksvíkar Blikksmiðju og tók ?handels medhjælper?prógv. Eitt summar var hon á "Velfartshuset" í Føroyingahavnini í Grønlandi, síðan arbeiddi hon á skrivstovu hjá Shell í Danmark.

Tørvurin var stórur

Spurdur um hvussu tað bar til, at tey settu seg niður í Runavík, hvørki teirra høvdu tilknýti til Skálafjørðin, svarar Eyðun. "Vit komu bæði til trúgv sum heilt ung og bóðu um leiðslu í okkara lívi. Tað leiddi okkum inn á Skálafjørðin - har var eingin radiomekanikari. Vit settu okkum fyri at dekka tørvin hjá fólkinum har, bæði hjá privatfólki og skipunum. Har var ein stórur tørvur, tí tað vísti seg, at arbeiðið bara vaks. Lærlingar og sveinar løgdust afturat.- Familjan øktist við 7 børnum, 4 dreingjum og 3 gentum. Allir dreingirnir hava lært okkurt innan elektronik".
Eyðun hevur sjálvur 2 beiggjar og ein bróðurson, sum hava lært elektronik, so tað kann kanska kallast ein familjusjúka.
Radiobúðin hevur alla tíðina havt nógv við skip og bátar at gjørt. Teir hava selt og útvegað alla ta elektronisku navigatiónsútgerð, sum skipini hava havt brúk fyri. Hetta hevur sett stór krøv til servicearbeiðið. Starvsfólk hjá Radiobúðini hava av og á siglt sum mannskap við teimum ymisku skipunum, tað hevur givið stóra vitan um, hvussu útgerðin best kann nýtast. Saman við øðrum hava teir eisini verið við til at ment framkomna útgerð. Fyrru árini var mesta arbeiðið, tey gjørdu, inni í Eysturoynni, men betraðu ferðamøguleikarnir og umstøðurnar annars hava gjørt, at tey nú koma nógv longur. Eisini lata tey útgerð til skip, ið verða bygd uttanlands. Tilsamans 13 fólk starvast í handlinum og á radioverkstaðnum.