Tann 30 ára gamla Britney Spears verður møguleika ein av dómarunum í amerikonsku útgávuni av X-Factor.
Fyrsta útgávan av X-Factor í Amerika gjørdist ikki so væl eydnað, sum stjórin Simon Cowell droymdi um.
Og tí koyrdi hann fyri einum mánaði síðani dómararnar Paula Abdul og Nicole Scherzinger til hús.
Eisini verturin í sendingini, Steve Jones, varð koyrdur í starvi.
Einasti dómarin, sum fekk loyvi til at vera verandi, var dómarin L.A. Reid.
Tí skal Simon nú leita eftir nýggjum dómarum og nýggjum verti.
Ein dreymur hjá Cowell var at fáa Whitney Houston til dómaraborðið, men sum kunnugt doyði hon fyri stuttum.
Men Whitney var ikki tann einasta, sum Simon hevði hugsað um. Eisini Britney Spears er ovarlaga á ynskilistanum. Haraftrat er lítlasysturin hjá Michael Jackson, Janet Jackson á listanum, og haraftrat songkvinnan Fergie.










