Eingin avgerð verður tikin í stevningini hjá Victori Carlsen móti blaðstjóranum á Oyggjatíðindum, Dan Klein, fyrr enn mikudagin í næstu viku. Tá kemur eitt nýtt vitni uppí leikin, sum kann hava áhugaverdar upplýsingar. Fyrsti rættarfundurin var mikudagin.
Dan Klein kravdi at innkalla eitt nýtt vitni, tí upplýsingarnar, sum hetta vitnið kann koma við, kunnu hava avgerandi týdning fyri gongdina í málinum.
Tí valdi dómarin at ganga hesum ynskinum á møti hóast mótmæli frá Bjørni á Heygum, sakførara hjá Victori, tí hesin helt ikki, at nýggj vitni kunnu innkallast, og at nýtt próvtilfar verður lagt fram, eftir at rættarmálið er byrjað.
Nýggja vitnið kann eftir øllum at døma greiða nærri frá rokningini, og møguliga verður hon løgd fram sum próvtilfar.
Rokningin
Málið snýr seg um grein á forsíðuni í Oyggjatíðindum 15. desember í 2000. Har verður Victor Carlsen kallaður pengagrísur og sagt verður frá, at hann hevur sent rokning til arvingar hjá manninum, ið var giftur við móðir Victor. Rokningin var sambært blaðnum 175.000 krónur, og hon var fyri, at móðirin hevði passað mannin undir sjúkralegu.
Hetta vil Victor ikki hava sitandi á sær, og tí stevnir hann. Hann segði seg í rættinum mikudagin ikki kenna nakað til hesa rokningina, og tí kom tað óvart á hann, tá greinin varð prentað. Dan Klein vil hinvegin prógvað, at maðurin veruliga hevur sent rokningina og kravt arvingarnar eftir peningi vegna mammuna.
Sambært ákæruritinum, sum varð lisið upp í rættinum, krevur saksøkjarin, at Dan Klein sum ábyrgdarhavandi blaðstjóri á Oyggjatíðindum verður dømdur bót ella hefti fyri ærumeiðandi greinina. Tað eru serliga útsagnirnar sum orðið ?pengagrísur? og upplýsingarnar um rokningina, sum saksøkjarin vil hava dømdar deyðar at vera. Í øðrum lagi skal saksøkti gjalda sakarmálskostnaðin.
Sosialurin var í rættinum og lýddi á. Victor greiddi frá, at hann ikki kendi til hesa rokningina, og at greinin var komin honum og familju hansara ógvuliga dátt við. Hann segði seg heldur ikki kenna til rokning, har talan var um aðra peningaupphædd enn áður nevndu.
Tá Dan Klein og prosess-fulltrúi hansara, Bergur Wardum, sluppu at avhoyra Victor, vildu teir vita, hví Victor ikki hevði noktað fyri uppáhaldunum um rokningina, tá Dan Klein hevði samrøðu við saksøkjaran.
Tá hevði Victor ongar viðmerkingar, tá hann varð spurdur um rokningina. Dan vildi hinvegin vera við, at um Victor hevði givið honum noktandi svar beinanvegin, so hevði málið ikki komið so langt.
Ógegnigur dómari
Tað tók langa tíð, áðrenn avhoyringin um málið byrjaði. Dan Klein og Bergur Wardum vildu fyrst vera við, at dómarin Henrik Møller var ógegnigur, tí hann hevði ov tætt samband við Joen H. Andreasen, ið var innkallaður sum vitni.
Hetta vildi dómarin ikki kennast við, og rættarmálið helt tí fram við sama dómara. Henrik Møller segði, at um Dan Klein tapti málið og fór víðari í landsrættin, so kundi hann taka hetta uppaftur tá.
Dan Klein hevði innkallað politimeistaran, løgtingsins umboðsmann og dómaran sum vitni, men hetta varð honum sýtt, tí dómarin metti ikki, at hesir høvdu nakað beinleiðis við hetta málið at gera.
Tann ákærdi metti, at hetta varð greitt brot á mannarættindini, og hann vísti samstundis á, at rætturin hevði gjørt hetta ferð eftir ferð móti sær.
Bergur Wardum settist síðani í vitnisstólin, og har kom m.a. fram, at tað var hann, ið hevði skrivað greinina, og tí var tað skeivt, at tað nú var Dan, ið varð drigin fyri rættin.
Rættarmálið slapp tó at halda fram sum ætlað, men eingin avgerð verður tikin fyrr enn mikudagin í næstu viku.