19 ára gamli maðurin, sum í oktobur varð handtikin og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd, situr enn í varðhaldi.
Tað var 30. septembur í ár, at ein genta varð álopin aftan fyri Sjónleikarahúsið. Ungi maðurin skumpaði gentuna um koll og royndi at gera seg inn á hana, men hon bardist ímóti og rópti so mikið, at maðurin at enda stakk av.
Løgreglan eftirlýsti manninum og tað bar ávøkst, tí nakrar dagar eftir gjørdist greitt, at løgreglan hevði fingið fatur á einum manni, ið kundi vera álopsmaðurin. Hann kundi tó hvørki handtakast ella avhoyrast, tí hann var farin til skips, men játtaði, at hann varð maðurin, teir sóknaðust eftir.
Afturkomin varð hann tó avhoyrdur og handtikin og 20. oktobur varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Tá fyrsta varðhaldsfongslingin var av, varð maðurin skuldsettur fyri eina neyðtøku afturat, umframt neyðtøkuroyndina aftan fyri Sjónleikarahúsið og 17. novembur verður varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur aftur at.
Hesar seinastu fýra vikurnar hevur løgreglan eisini kannað, um maðurin kann setast í samband við aðrar hendingar í miðbýnum í Havn, har gentur hava boðað frá, at onkur hevur verið eftir teimum.
Í mars í ár boðaði ein genta frá, at onkur royndi at hála hana inn í ein myrkan garð, men at hon nýtti hárspray til at verja seg við, og maðurin mátti tí geva upp.
Stutt undan ólavsøku boðaði ein genta frá, at ein maður hevði tikið í seg, men at hon hevði skrætt seg leysa og varð rýmd. Løgreglan gjørdi tó ikki meiri við málið tá, tí at óvist var, hví maðurin tók í gentuna.
Sambært løgregluni noktar maðurin seg sekan í hesum báðum hendingunum, men av tí at málini líkjast tí, sum hendi aftan fyri Sjónleikarahúsið, verður tað kannað. Myndir av manninum verða nú vístar fyri kvinnunum.
Í gjár vóru so tær fýra vikurnar uppi, men sambært Martin Gravesen, ákæra, hevur maðurin sjálvur játtað at sita í varðhaldinum í fýra vikur afturat.










