sum vísa, at semingsmenninir hava sent ráðnum hvør sína rokning upp á 109.125 krónur. Týðuliga stendur tilskilað, at hetta er helmingurin av kostnaðinum, og at fakfeløgini [...] fínasta ordan, ella hava tey ringan smakk í munninum. Vónandi er orsøkin ikki, at samráðingarfólkini hjá fakfeløgunum duga eins væl og semingsmenninir at skriva rokningar... Men álvaratos tit leiðandi [...] við meiniga fakfelagslimin. Vit kunnu so bara fegnast um, at gjøgnumskygni í Fíggjarmálaráðnum er so gott, at slíkt kemur fram. Stóð tað til fakfeløgini, so varð hetta dult sum mansmorð – og tað er illg
Tað segði Mikkjal Thomesen frá narkoløgregluni við Sosialin mánadagin. Hann hevði eisini ta døpru staðfesting, at einki er, sum bendir á, at misnýtslan í Føroyum er í minking. Hetta fær [...] fær okkum at hugsa um ta kanning, sum Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum saman við íslendskum granskara gjørdi millum 9. og 10 floksnæmingar í Føroyum og í Íslandi í fjør, sum vísti, at [...] foreldrunum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava og so framvegis. Tað var gott at síggja, at íslendsku tølini fyri 15 árum síðani líktust okkara tølum. Men so tóku tey seg saman
fíggjarmálaráðharrin ikki er sinnaður at geva Kringvarpinum fleiri pengar. Um tað er beiskleiki fyri herferðina hjá Kringvaprinum í MVG-málinum hjá Jørgen Niclasen, sum er orsøkin, skulu vit ikki [...] orðaskiftinum und?ir fyrstu viðgerð er greitt, at sam?gongu?um?boð?ini ikki taka undir við upp?skot?i?num. Landsstýrismaðurin í ment?a?málum arbeiðir við einum »miðl?a?pakka?«, sum hann kallar tað, sum [...] ikki siga. Men vit vita, at slík mál fylla meira í politisku viðgerðini, enn gott er. Vit kunnu staðfesta, at Kringvarpið í alt ov stóran mun ber seg at sum ein kommersiellur miðil. Og tað er ein t
altíð okurkallar, sum síggja sær møguleikar. At fáa eitt nevndarbein at gnaga er gott. Men at sita í stýrinum hjá ALS, tað krevur so sanniliga, at tú ert tína uppgávu vaksin. Men skjótt er at [...] ósagt. Men hetta málið vísir bara, hvussu nevndarpamparar kunnu maltraktera eina dygdargóða sosiala skipan, sum er stovað við tí góða endamáli at hjálpa fólki, so tey hava eina nøkulunda úrtøku [...] vera almannakunngjørdur. ALS hevur eina serliga ábyrgd at vísa, at leiðandi fólkini á stovninum hava jørðforbindilsi – og at tey eru til fyri tey arbeiðsleysu og ikki øvugt.
Í so máta er gott, at mælt verður til at rudda upp í hesum svansinum. Tað gevur onga – yvirhøvur als onga – meining, at politikarar skulu viðfarast sum greivar á pensjónsøkinum. Hinvegin [...] gjøgnumskygd er gott. At pensjónsskipanin hjá politikarum kemur niður í skilafólkahædd aftur við pensjónsinngjaldi, sum vit øll kunnu verða bekent, er eisini gott. Setið skipanina í
Tað er sjálvandi eitt gott mál at seta sær at reka skúlan bíligari, men stavnhaldið má vera okkurt annað, enn bara at reka skúlan bíligari. Í kjakinum í Degi og viku millum Bjørn Kalsø, landsstýrismann [...] næmingunum eitt betri, fjølbroyttari og meira mennandi skúlatilboð – sum ikki kostar skúlaverkinum meira – so hevði tað verið so nógv betur. Fyri at venda aftur til løgmann, so segði hann, at l [...] sum gera skúlan dýrari og verri, okkum nýtist ikki at nevna dømi. – Vælsignaði fólk, takið nú støði í næmingunum heldur ein í politiska heimabeitinum!
flokkinum nú tónar flagg í ES-málinum – onkur skal byrja. Vit heilsa kjakinum vælkomnum. Tað er gott fyri Føroyar, at vit fáa fleiri heimspolitikarar, so vit fáa lyft heimliga kjakið í dunnuhylinum [...] og tjóð, uttan at tað skal kýtast at spurninginum um stjórnarviðurskiftini við Danmark – og uttan at fullveldi er einasta svarið. Tað er gott, at vit eru komin hartil. Tí sjálvandi er spurningurin
sera gott, so sakna vit tó viljan hjá landinum til at dugna meira á mentanarliga økinum. Tað varð nevnt um Jonhard Mikkelsen, at tá hann ikki slapp at geva eina bók út hjá Skúlabókagrunninum [...] hevur skapt tónlist á sera høgum støði, og verk hansara eru kend víða um í heiminum. Hann er bæði modernaður og traditionellur við sínum tónleiki. Øll kenna vit hansara tónleik – eisini tey [...] stórfingin og ógvisligur, framsøkin og kravmikil. Hann er kompromileysur, eksperimenterandi og fullkomiliga sín egin. Hin mentamaðurin, sum var heiðraður, var Jonhard Mikkelsen í Vestmanna
ferðavinnuni. Endamálið er at tvífalda hetta talið næstu seks árini, kom fram í Norðurlandahúsinum mikudagin. Vit kunnu bara fegnast um, at løgtingið samtykti at endurstovna Ferðaráðið, tí tað er [...] endamál skal vera at marknaðarføra Føroyar uttanlands. Útlendingar skulu kenna Føroyar, og hava vit eitt gott felags positivt brand, sum bæði ferðavinnan og útflutningsvinnan kunnu brúka, so eigur tað at økja [...] meina tað í álvara. Vit eiga tí øll –hvør í síinum lagi – at stuðla uppundir at gera Føroyar til eitt gott land hjá ferðafólki at vitja.
Sambandsflokkinum, at fiskiloyvini at kalla skulu privatiserast? Hví siga tey tað so ikki bart út: At Fólkaflokkurin ynskir at nakrir heilt fáir føroyingar skulu eiga fiskiloyvini, sum teir [...] í verk. Og Fólkaflokkurin fer alla tíðina eftir málinum – hóast yvirskipaða málið um kapitalistiskan búskap mest líkist einum býi í Russlandi. Kapitalisma snýr seg jú um handil, og [...] sum í staðin mælir politikarunum til at brúka oljulóggávuna sum fyrimynd, nú lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast. So mugu vit spyrja: Er tað veruliga ætlanin hjá Jacob