ODDAGREIN: Vird mentanaravrik

Tað var ein sera hátíðarlig løta í Norð­ur­landa­hús­i­num fríggja­kvøld­ið, tá Hel­ena Dam á Neysta­bø, lands­stýr­is­kvinna í menta­mál­um, hand­aði Sunn­leifi Ras­mus­sen og Jon­hardi Mikk­el­sen á­vik­a­vist Ment­a­nar­virð­is­løn Lands­ins og Heið­ur­s­gávu Landsins.

Her vórðu valdir tveir menn, sum hava gjørt sera nógv fyri at ríka um okk­ara ment­an­ar­lív – og báð­ir hava teir brot­ið upp úr nýggjum á hvør sín­um øki.

Sunnleif Rasmussen hevur skapt tón­list á sera høgum støði, og verk hans­ara eru kend víða um í heim­i­num. Hann er bæði mo­dern­að­ur og trad­i­ti­on­ell­ur við sín­um tón­leiki. Øll kenna vit hansara tón­leik – eis­ini tey, sum als ikki hava á­huga fyri klass­isk­um tón­leiki, tí hann er so eyð­kend­ur, ella sum lands­stýr­is­kvinn­an ­segði, hann er stór­fing­in og ógvis­lig­ur, fram­søk­in og krav­mik­il. Hann er kom­pro­mi­leys­ur, eks­per­i­ment­er­andi og full­kom­i­lig­a sín egin.

Hin mentamaðurin, sum var heiðr­að­ur, var Jon­hard Mikk­el­sen í Vest­manna. Vit sum gingu í Hoy­døl­um fyri út við trí­ati ár­um síð­ani lærdu at kenna henda unga vest­menn­ing­in, sum und­ir­vísti í før­oysk­um. Hann var øðr­vísi enn hin­ir lær­ar­ar­nir, sum hann gekk upp í upp­gáv­una við lív og sál og veip­andi ørm­um.

Men tað er kort­ini fyri bóka­út­gávu, at hann varð heiðr­aður fríggj­a­kvøld­ið. Hann hev­u­­r á for­­lag­num Sprot­­­anum giv­ið út fleiri enn 100 bøk­ur við rætt­i­liga yms­um inn­i­haldi. Ella fyri enn einaferð at endurgeva landsstýriskvinnuna: heilt frá smá­um yrk­in­g­a­søvn­um til stór­ar skald­søg­ur til bøk­ur um før­oyska mál­ið, upp­a­l­ing, skald­søg­u­grei­n­ing og snar­skeið í stav­set­ing, ja tú kanst siga: frá orðálvi til ull.

Vit eiga at fegnast um, at vit hava slík­ar eld­sálir, sum hesar báðar menn. Tí tað er slík­ur eld­hugi, sum nør­ir um ment­an okk­ara, í hes­um føri tón­leik­a­liga og máls­liga. Hó­ast til­tak­ið við ment­an­ar­virð­is­løn og heið­urs­gávu lands­ins er sera gott, so sakna vit tó vilj­an hjá land­i­num til at dugna meira á mentanarliga øki­num.

Tað varð nevnt um Jonhard Mikkelsen, at tá hann ikki slapp at geva eina bók út hjá Skúl­a­bóka­grunn­­i­­num, so fór hann í Spar­i­kass­­an og tók eitt lán í staðin – og so kom bókin út, sum kanska var bein­leiðis elvingin til Sprotan?

Takið bara orðabókaarbeiðið hjá Sprotanum. Her er gjørt eitt megn­ar ar­beiði, eitt arbeiði, sum valla er grund­a­ð á handilsskap, tí hvussu skalt tú kunna gerast ríkur av gera orð­a­bøk­ur í Før­oy­um? Tað er fan­tast­iskt, at eitt privat forlag skal megn­ar at gera orðabøkur, sum eis­ini eru teld­u­tøk­ar á in­t­er­neti­num, sum lata dyr upp til fleiri heims­ins mál. Slíkt mentan­ar­av­rik hev­ur nógv størri virði, enn vit geva okk­um gætur. Gævi tey ráðandi kunnu skilja og læra av hesum.