ODDAGREIN: Vísið næminginum atlit

Fólkaskúlin skal verða bíligari at reka. Sam­gong­an hevur gjørt av, at í 2017 skal fólk­a­skúlin kosta 16 milli­ón­ir minni at reka, enn í ár.

Tað er sjálvandi eitt gott mál at seta sær at reka skúlan bíligari, men stavn­hald­ið má vera okkurt annað, enn bara at reka skúlan bíligari.
Í kjakinum í Degi og viku millum Bjørn Kals­ø, lands­stýr­is­mann í ment­a­mál­um, og Gunn­vør Balle, løg­t­ings­kvinnu, vildi lands­stýr­is­mað­ur­in ikki siga, at 24 næmingar skulu fyll­ast í all­ar skúla­flokk­ar, og hann legði dent á, at tað kom ikki upp á tal at leggja nið­ur skúlar á út­oyggj.
Landsstýrissamgongan hevur tik­ið sær til vana, at høgra ikki altíð veit, hvat vinstra ger. So seint sum á lands­fundi Sam­bands­floks­ins leyg­ar­dag­in kunn­gjørdi Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løg­mað­ur, at »í fram­tíð­ini fara vit ikki at hava ráð til at hava skúla­flokkar við færri enn 24 næm­ingum«.
Tað má merkja, at skúlar skulu leggj­ast niður, og skúlar leggjast sam­an. Skúlarnir á útoyggj mugu telj­ast millum teir skúlar, sum hava flokk­ar við færri enn 24 næmingum, so boð­skap­ur­in hjá Bjørn Kalsø kann illa skilj­ast øðrvísi, enn at lærarin og út­oyggj­a­bónd­in, Bjørn Kalsø, fer at leggja nið­ur smá­ar bygd­a­skúl­ar og flyta børn­ini til størru plássini at ganga í skúla. Gamaní eru tað ikki ein­a­lær­ar­ar­nir á útoyggj, sum koppa fíggj­ar­ætl­an­ini hjá fólk­a­skúla­num, men smáir skúl­ar við smá­um flokk­um kosta nógv og kunnu í nógvum førum spar­ast burt­ur – og næm­ing­ar­ir fyll­ast í aðrar flokkar, sum kortini ikki eru full­mann­aðir.
Er tað hetta, vit vilja, so er tað fínt í sjál­v­um sær. Men so er at siga tað. Er mál­ið hin­veg­in at geva næm­ing­u­num eitt betri, fjølbroyttari og meira menn­andi skúla­til­boð – sum ikki kost­ar skúla­verk­i­num meira – so hevði tað ver­ið so nógv betur.
Fyri at venda aftur til løgmann, so segði hann, at landsstýrið ætlar tí­skil at nýskipa fólkaskúlan við at leggja skúl­ar sam­an – ser­liga nú ætl­an­in er at leggja komm­un­urn­ar sam­an í størri eindir. Skúla­verk­ið skal um­leggj­ast, tí fak­liga um­hvørv­ið á ein­um skúla má verða til staðar fyri lær­ar­ar og næm­ing­ar.
Um tey, ið ráða fyri borgum, bara hava sær næm­ing­in fyri eyga, tá tey fremja hesar bygn­að­ar­broy­t­ing­ar, so ber helst til at finna nýskipanir, sum skapa okkum ein betri og bí­lig­ari fólk­a­skúla.
Vanliga eru tað illa umhugsað lokal­pol­it­isk atlit, sum gera skúlan dýrari og verri, okkum nýtist ikki at nevna dømi.
– Vælsignaði fólk, takið nú støð­i í næm­ing­unum heldur ein í politiska heimabeitinum!