Rættiliga áhugaverd eru sjónarmið hansara, tá hann kemur til ta niðurstøðu, at leisturin í fiskivinnunýskipanini krevur neyvar og objektivar grundgevingar fyri at krevja innaftur fiskiloyvi.
– Í praksis merkir tað, at loyvini verða endaliga avhendað, sigur royndi advokaturin, sum í staðin mælir politikarunum til at brúka oljulóggávuna sum fyrimynd, nú lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast.
So mugu vit spyrja: Er tað veruliga ætlanin hjá Jacob Vestergaard og Fólkaflokkinum sum heild og harvið eisini Sambandsflokkinum, at fiskiloyvini at kalla skulu privatiserast? Hví siga tey tað so ikki bart út: At Fólkaflokkurin ynskir at nakrir heilt fáir føroyingar skulu eiga fiskiloyvini, sum teir skulu kunnu gerast so ovurríkir uppá, tí tað er mátin, at øll fáa tað gott: At nøkur liva í skríggjandi yvirflóð.
Okkurt bendir á, at løgmaður ikki er heilt álvurligur við støðuna. Bara tað at løgmaður fer út og sáðar iva um eitt slíkt upprit – fáar tímar eftir, at tað er lagt fram, ber boð um, at her hava vit ikki eina samda samgongu.
Tað er í sjálvum sær positivt. So er spurningurin, hvør vinnur. Sum vit fyrr hava umrøtt á hesum stað, so fær Fólkaflokkurin altíð sín vilja. Og at Fólkaflokkurin vindur løgmann um lítlafingur hevur verið sjón fyri søgn síðan síðsta løgtingsval.
Tí er stórur vandi fyri, at eitt slíkt uppskot frá Jacob Vestergaard skjótt kann gerast eitt samtykt lógaruppskot í løgtinginum – við øllum 19 atkvøðunum hjá samgonguni aftan fyri seg.
Fólkaflokkurin hevur serlig evni at fáa sín politikk ovast á dagsskránna og at fáa sett hann í verk. Og Fólkaflokkurin fer alla tíðina eftir málinum – hóast yvirskipaða málið um kapitalistiskan búskap mest líkist einum býi í Russlandi. Kapitalisma snýr seg jú um handil, og ikki um avtalað spæl!
Tí er einki hokus pokus við Fólkaflokkinum. Vit vita, hvar vit hava hann. Øðrvísi er við hinum flokkunum í samgonguni, ið sum oftast gera eins og Fólkaflokkurin sigur.
Tað eru kreftir í Sambandsflokkinum, sum vilja standa ímóti reaktioneru kósini hjá løgmanni. Serliga Edmund Joensen hevur gjørt seg til talsmann í hesi søk.
Vit kunnu so bara vóna, at fiskivinnulóggávan fær eina virðiliga tilgongd, har lurtað verður eftir øðrum hugsanum – og vóna, at løgmaður skilir, at alt ikki glitrar, sum kemur av Fólkafloksmunni.