Í fjør var áhugin millum feløgini fyri Atlantic Cup á Kambsdali, sum GÍ skipar fyri, stórur, og tað er hann eisini í ár. Sum skilst eru ætlanir frammi um ein enn størri vinning enn tær seks Gjugg í Bo [...] fevnir um fleiri vikuskifti.. ? Í Týsklandi hava teir t.d. eina landsdekkandi kapping, har liðini fáa so og so nógv stig burtur úr kappingunum, tey eru við í, og so verður spæld ein finalukapping millum [...] fyri at gera eina landsdekkandi kapping, er eingin úti í feløgunum, sum hevur hug at taka arbeiðið á seg at skipa fyri tílíkum kappingum. Ítróttarsosialurin hevur loddað dýpið millum føroysk fótbóltsfólk
nú ger hann comeback sum venjari í hægri deildunum. Kappingarárið 1998 skal Sverri Jacobsen standa á odda fyri EB/Streymi, og hann skal venja 2. og 4. deildarliðini hjá felagnum umframt unglingaliðið. [...] Sverra og tað vísti seg, at hann var áhugaður. Um ársskiftið kom so avtalan í lag, upplýsir Magnus á Stongum, formaður í EB/Streymi, fyri Ítróttarsosialinum. Í 1994 og 1995 var Sverri Jacobsen venjari [...] í fótbólti. Og tað er ivaleyst millum annað hetta sum ger, at afturat Sverra verður eisini Magnus á Stongum knýttur at mansliðunum hjá EB/Streymi sum hjálparvenjari. Í fjør kláraði EB/Streymur við Harry
við sær á Suðurpólin og fekk tú hetta tilboð, so tók tú av upp á standandi fót. Tíðin á donsku sendistovuni í Ankara var fast prentað í minninum. So fast, at tá tú flutti í nýggja skrivstovu á Sosialinum [...] Krisjani væl at fáast við gæs. Eg minnist ein mánadag á Sosialinum, har meginparturin av degnum gekk við at tosa um ein túr hann hevði gjørt til Syrðadals á Streymoynni eftir gæsnum í vikiskiftinum. Hann hevði [...] leygardag og kom ikki heim fyrr enn á náttartíð. Hann hevði rikið tær allan vegin aftur til Havnar og hevði notið hvørt fet hann steig. Hjá honum snúði tað seg ikki bert um at fáa gásaflokkin Havnar. Nei, hann
Keypmannahavn, samstundis sum fólk verður í blaðhúsinum á Argjum um vikuskiftið. Ætlanin er, at tíðindi alla tíðina skulu skrivast og dagfestast á Internetsosialinum, so hvørt, tey koma. Møguligt verður [...] serfrøðingur, sum Sosialurin fer at fáa viðmerkingar frá, sigur, at nógvir norðurlendskir fjølmiðlar, bæði danskir, svenskir og norskir hava vent sær til hansara at fáa upplýsingar um málið. Bæði um gongdina [...] heima, at seta seg í samband við blaðið. Tað verið seg um telefon, Internet ella við at støkka inn á gólvið. Blaðstjórnin í Keypmannahavn fer at halda til í hølunum hjá Tryggingarsambandinum Føroyum, sum
ikki er størri, enn teir kundu fingið aðrastaðni, men hann vísir á góðu arbeiðsumstøðurnar við nógvu frítíðini. Hartil kemur, at teir fáa fría ferð báðar vegir, tá teir skulu heim. Sum nevnt eru teir settir [...] síðani fýra vikur heima, sigur Absalon við Sosialin. Sjálvandi kann onkuntíð vera eitt sindur baldrut á vetrartíð, tí ikki ber til at fara inn at kroka. Skipið skal jú liggja stand-by alla tíðina. Men burtursæð [...] eini møguligari bjarging. Burtursæð frá venjingunum gongur tíðin við at viðlíkahalda skipið. Stand-by Á brúnni eru uppgávurnar, umframt sjálvandi altíð at vera stand-by, at hava eyguni við trafikkinum í umráðnum
verður løgd á umbyggingina av Margrethu. Samstundis kannaðu hollendsku umboðini møguleikan fyri at fáa føroyskar sjómenn at manna skipini, og úrslitið er higartil, at føroysk manning er umborð á 5 av skipunum [...] Mikkelsen, stjóri á Tor Shipping sigur, at áhugin fyri hýru umborð á stand-by skipunum tykist vera stórur. Hann metir, at fleiri føroyingar nýta høvið at kunna seg við oljuvinnuna á henda hátt. Stórur [...] av sama tjóðskapi umborð á skipunum. Hetta vísir seg at minka um vanlukkuprosentið. Tað sigur nakað um áhugan millum føroyingar at fara við hesum stand-by skipum, at manningin á 5 skipum í dag er føroysk
hvørja ávirkan verkfall læraranna kemur at hava á próvtøkuførleika okkara, um einki spyrst burturúr hesum máli sum skjótast. Um eina góða viku eiga vit at fáa útflýggjaða uppgávuorðingina til høvuðsuppgávu [...] við at leggja tveir flokkar á Kambsdali saman. Men um næmingatalið verður 28 í hesum flokkum, so er spart tann skeiva vegin. Hetta ger jú, at undirvísingin kemur at vera á einum alt ov lágum støði. Ein [...] hugsa sær, hvussu ein kann fáa nakað mennandi kjak burturúr 28 næmingum og einum lærara í 45 min.. Tað kemur als ikki at bera til. Vit eru eisini bangin fyri, at um flokkarnir á Kambsdali verða lagdir saman
ótrúliga kargir ímóti føroyingum. So kunnu vit leggja trýst á teir við oljuni, skal tað heilt avgjørt verða gjørt. Jóhan Páll Joensen, stjóri á einum av okkara allarstørstu fiskavirkjum, Kósini, tekur fult [...] trýst. Í Sosialinum í gjár var Jákup Sólstein so argur inn á norðmenn, at hann helt, at føroyingar nú áttu at seta hart ímóti hørðum. ? Vit fáa so ringar sømdir frá norðmonnum, at vit eiga heilt avgjørt [...] norðmonnum greitt, at norskar fyritøkur skulu ikki vænta sær at fáa nakað serligt burturúr í Føroyum, eru teir ikki lagaligar ímóti okkum á fiskivinnuøkinum. Tað, sum fekk bikarið hjá reiðaraformanninum
sum hendir á politiska vígvøllinum. ? Hetta er ein nevnd, sum skal fylgja við tí, sum hendir í løgtingi og landsstýri so at feløgini ikki fáa slíklar lógir smoygdar niðuryvir høvdið, uttan at fáa høvi at [...] ? Eg eri ikki bangin fyri at fáa endurgjaldskrav. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, missir ikki svøvnin av hóttanum frá arbeiðsgevarunum um endurgjaldskrav ímóti fakfeløgunum afturfyri [...] sigur, at í hesum føri valdu arbeiðarafeløgini at sláa seg saman við øllum hinum fakfeløgunum fyri at fáa meiri tyngd í mótmælið. ? Og vit vóru hóast alt í 24 tíma verkfallið saman við øllum hinum fakfeløgunum
at tað ikki er rættvíst, at hann skal kappast við ein banka - stuðalur av ríkinum. 4. oktober 1992: Á einum fundi í Fíggjareftirlitinum sigur Eigil Mølgaard, stjóri, at Den Danske Bank fer at halda sínar [...] um og far undantaksloyvi frá bankalógini. 31. januar 1993: Poul Nyrup Rasmussen kemur upp í málið. Á einum fundi um støðuna situr hann m. a. við uppritinum frá Føroy-bólkinum, sum síðani skal vísa seg [...] Forsætismálaráðið ger Tjóðbankin vart við, at avsetingarnar í Føroya Banka eru ov smáar. 25. februar: Á einum fundi í Forsætismálaráðnum luttaka Den Danske Bank, Tjóðbankin, Fíggjareftirlitið og fleiri ráðharrar