borgarstjórin hevði valt eina so ultra stutta røðu til høvið, tá hann í gjárkvøldið umsíðir klipti snórin til nýggja Virkishúsið. Hann mundi vita sum var, at júst hesi ungu hava verið óvanliga tolin og [...] hildin her. Leivur Vitalis, sum er hjálparfólk í húsinum, fylgdi forvitin við, og fjaldi ikki yvir, at hann er sera spentur at síggja, hvønn týdning Virkishúsið fer at hava fyri ungar tónleikarar í býnum. -
felagið er so vælskipað og hevur so gott spælaratilfar at arbeiða við, staðfesti Eyðfinn Reyðberg, tá hann hevði sett sína undirskrift á nýggja stuðulssáttmálan. Síðani hetta samstarvið kom upp á tal, havi [...] føroyameistari. Størri orku í ítróttin Minst líka væl nøgdur var formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge, tá hann vegna felagið hevði sett undirskrift undir longsta stuðulssáttmálan, felagið nakrantíð hevur havt [...] ítróttin. Nú sleppa vit frá at hugsa so nógv um fíggjarspurningin, sum vit onkuntíð hava gjørt, tí hann er lagdur í ein fastan og drúgvan karm, sigur Andrias Lamhauge. Fyri okkara viðkomandi er Norðoya
aktiv á landspolitiska pallinum. Foreldrini hjá Rúnu eru Hansa og Benjamin Joensen ella Benni, sum hann altíð hevur verið nevndur. Tey búgva í Klaksvík. Hansa er ættað úr Fuglafirði. Foreldrini hjá henni [...] honum vóru Malvina og Jacob Joensen. Hon var úr Árnafirði, og Jacob á Geilini ella Sterki Jakku, sum hann ofta varð nevndur, var bóndi í Gerðum. Hansa og Benni eiga fýra børn - Rúna, Gudny, Victoria og Jákup [...] annað hevur hon skrivað fyri Sosialin. Eitt nú hevur hon í samrøðum lýst gerandisdagin, soleiðis sum hann hevur verið og er hjá vanliga føroyinginum, og hon hevur dugað væl - bæði í orðum og myndum - at lofta
deyðbóltsstøðum. Í 11. minutti fekk GÍ hol á. Long frísparksframlegging úr vinstru endaði við, at Hans Jørgen Djurhuus, sum mundi vera mest eyðsýndi maðurin á heimaliðnum, setti krúllin undir bóltin, sum [...] teir hava verið seinastu fjórðings øldina. ENDASPÆL um pláss í FORMULADEILDINI GÍ-B71 3-0 (1-0) 1-0: Hans Jørgen Djurhuus 11. 2-0: Krzystof Popczynski 50. 3-0: Hanus Jacobsen 81. GÍ: Marcin Dawid - Áslakur [...] Poul Henning Jacobsen (Magni Jarnskor, 46.) - Sverri Jacobsen (Jónreid Dalheim, 89.), Sámal Joensen, Hans Jørgen Djurhuus, (Poul Andreas Jacobsen, 89.) - Hanus Jacobsen, Krzysztof Popczynski, Símun Louis
i, sigur Signar Dam. Hann fegnast tó allarmest um, at talið av kirkjufólkið eisini hevur verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini. - Hetta er avgjørt at gleðast um, sigur hann. Bert ein listi Hesa [...] Somuleiðis varð sagt frá, at valevnislistar skuldi vera formanninum í hendi seinasta týskvøld. Men tá hann so gjørdi støðuna upp hetta kvøldið var altso bert tann eini listin komin inn. Tí verður einki val
gjørdist hetjan á degnum, tá hann stútaði hornaspark inn við nærmasta stólpa, og var hepnið við honum, kundi hann enntá skotið sær eitt reint hat-trick, men úr fimm metrum langaði hann bóltin beint í krovið á
tá ið hann í 49. minutti fekk reytt kort fyri eina vitleysa stempling móti Patrice Evra. Eftir hetta fall leikferðin nakað, og tá ið 70 minuttir vóru spældir, hevði Arsene Wenger fingið nokk, hann framdi [...] afturkomin Tá ið eitt korter var farið, legði afturvendi Wayne Rooney heimaliðið á odda, eftir at hann skallaði bóltin í netmeskurnar, úr stuttari fjarstøðu. Bara fýra minuttir seinni var aftur mál. Darren
altíð kunnað hugsað mær at fingið mítt egna, so tá eg fekk møguleikan, so helt eg, at eg skuldi taka hann, greiðir Meiken frá. - Eg vildi ikki sita sum 50 ára gomul og angra, at eg ikki gjørdi tað. Og aftaná [...] høvdu tosað um, hvussu yvirtøkan skuldi fara fram, og eg hevði fingið fígging frá bankanum, keypti eg hann so. Meiken valdi, at handilin skuldi hava gamla navnið, Sorbet, av tí at nógv kenna handilin frammanundan [...] og hugsar, at hetta er mítt, sigur Meiken. Handilin liggur mitt í Svendborg beint við torgið. So hann liggur væl fyri í aðrari av báðum gongugøtunum í fjónska býnum. Við Meiken eru tær tríggjar, ið arbeiða
spennandi. Mær dámar væl sálmaskaldskap, og í so máta er norski Edvard Hoem eisini eitt gott boð. Hann eigur tekstin til ta fløguna, sum eg oftast man spæla, Den fattige Gud . Yvirhøvur brúki eg meiri [...] Hvør var tín fyrsta lesiuppliving? - Tá Antines fangaði seyðatjóvarnar, sum pápi mín las. Tað gjørdi hann ikki ofta, men hesa minnist eg og eisini hoyggjhúsið á Barnalofti, har eg ikki ivaðist í, at søgan [...] gamaltestamentligt. Her koma bæði Viderø og Johnny Cash klárt inn. - Fyri ikki um at tala Carl Jóhan. Hann eigi eg á. Heilt til páskar. Vóni, at rithøvundurin fer at geva Ó út sum ljóðbók. Tað hevði givið
týðaraøkið í størri álvara við skapa neyðugu karmarnar við eini pengajáttan og starvsfólki, heldur hann. Hann heldur ikki, at talan nýtist verða um stórar peningaupphæddir ella um at skipa ein heilt nýggjan [...] skylda at bera hesar bókmentir víðari til onnur lond, segði mentamálaráðharrin. Hetta krevur, legði hann afturat, at vit eru virkin og seta okkum nøkur mál fyri, hvat vit vilja við okkara bókmentaliga samskifti