VB á stigatalvuna

VB-NSÍ 1-0 (1-0):
VB fekk trý týdningarmikil stig í dystinum móti NSÍ leygardagin í Vági. Sigurin merkir, at VB nú er komið á stigatalvuna, meðan NSÍ framvegis hevur síni fyrstu stig til góðar

2. deild

Tað var nógvur vindur í Vági henda dagin, og var tað VB sum spældi undan í fyrra hálvleiki. Vindurin darvaði spælinum nógv, og ofta vórðu bóltarnir ov langir og fóru út av baklinjuni. Men sum fyrri hálvleikur gekk, fekk VB meiri stýr á spælinum, og fingu lagt trýst á NSÍ.
Tá okkurt um korter var farið, kundu vágbingar komið á odda, tá Sigmund Mikkelsen gjørdist púra leysur við málmanninum hjá NSÍ. Men hann skeyt bóltin við síðuna av málinum.
Einasta málið í dystinum kom aftaná 20 minuttir, tá Símun Samuelsen kom at standa fríur ínni í brotsteiginum hjá NSÍ, og kundi lætt skjóta framvið málmanninum til 1-0.
Hóast NSÍ hevði bóltin nógv henda fyrra hálvleikin, gjørdist teir ongantíð vandamiklir. Teir komu bert fram til hálvar málmøguleikar, og varð tað sum oftast Mortan Hansen sum lá framvið.
VB harafturímóti kundi fingið okkurt málið aftrat, millum annað høvdu teir skot á stongina.

VB var betri
Í seinna hálvleiki fekk NSÍ nógva vindinn í ryggin. Spælið bleiv eisini flutt longur oman á VB-hálvuna. Nógvar royndir vórðu móti VB-málinum, men fóru tær sum oftast við síðuna av. Sjálvt um NSÍ hevði vindin í ryggin, fingu teir ongantíð tað flótandi spælið fram. Heldur ikki komu runavíkingar fram til tær stóru upplagdu málmøguleikarnar, tí tann seinasta avleveringin ongantíð var neyv nokk.
Sum tíðin gekk og NSÍ ikki kundi hótta VB, fór luftin úr runavíkingum og VB tók yvir aftur. Seinnu helvt av seinna hálvleiki var tað VB sum var betra liðið.
Hóast mótvindin fingu vágbingar flutt spælið langt niðan á NSÍ-hálvuna, og komu teir eisini fram til rímuliga stórar málmøguleikar.
Tann størsta fingu teir í seinasta minuttinum, tá tveir spælarar komu einsamallir móti NSÍ-málmanninum, men onkursvegna fingu teir skotið bóltin ov langt frá sær, so málmaðurin fekk hann.
Samanumtikið ein uppiborin sigur til VB, og kunnu teir gleðast yvir fyrstu stigini hetta kappingarárið.

Dysturin í tølum:
VB-NSÍ 1-0(1-0)
1-0: Símun Samuelsen