nýtt føroyskt met í sleggjuvarpi, tá hon í aðru av fimm royndum fekk varpað sleggjuna út á 40,46 metrar. – Eg kann bara lata væl at, tí eg setti met, og hetta var eisini tað, sum eg vildi í ár, at sleppa út [...] trívast væl í, sigur Randi, sum kortini heldur, at hetta er vert tær súru løturnar og alt stríðið undir venjing: – Vit liggja og knossa fleiri tons um vikuna í Yndi, umframt at vit standa úti í regni og kulda [...] Um vikuskiftið var kappast í tilsamans níggju greinum hjá kvinnum og monnum, tá FM-kapping í frælsum ítrótti var á Tórsbreyt. Leygardagin var veðrið keðiligt, men sunnudagin var hinvegin av allarfagrasta
Skopun: Tað er ein heldur øðrvísi framsýning, sum er á skránni í ungmannafelagshúsinum henda dagin. Ein týsdag í januar mánaði fingu sandoyingar brádliga ein møguleika at síggja eina framsýning av undirklæðum [...] n Ruth Laksáfoss hevur hildið í langa tíð. Tær báðar kendust nakað frammanundan og prátaðu ofta saman í telefon. Ta einu ferðina fall so prátið inn á handilin hjá Ruth í Klaksvík, sum var lýstur til sølu [...] kring alt landið. Tí fari eg so seinni til Havnar og inn í Eysturoynna, sigur Ása. Tá vit vitjaðu hesa framsýningina hevði hon verið opin í ein dag í Skopun, og hon læt sera væl at undirtøkuni millum sandoyingar
avgreitt í ár, men av ymsum ávum hava vit valt at bíða eitt sindur við endaligu umskipanini. Eitt nú vildu vit sera fegnir hava konsensus í hesum við starvsfólkini. Og tann parturin kom so í lag í desember [...] Postverkið, formliga sett á stovn. Bjarni Djurholm, landssstýrismaður í vinnumálum, hevði á fíggjarlógini eina heimild til at seta 21,5 mió kr. í nýggja felagið, og tí er neyðugt, at felagið verður stovnað nú [...] heilt upp á pláss. - Nú restar so í, at løgtingið skal samtykkja eina umskipanarlóg. Hendan er send flokkunum til umrøðu, og væntandi verður tað so lagt fyri tingið tíðliga í komandi árinum, staðfestir Bjarni
kennast við navnið. Í øllum førum er tað púra vist, at danir ikki kendu hana tá. Men í dag vita so at siga øll, hvør henda unga, vakra og fryntiliga tvørágentan er. Hon sang seg inn í hjørtuni á øllum áhoyrarum [...] sum aftur verður at hoyra annaðhvørt 21. ella 28. mars í hálvfinaluni í Stjerne for en aften. Hero Tá Guðrun Sólja Jacobsen trínur aftur á pallin í Stjerne for en aften antin 21. ella 28. mars, fer hon [...] at syngja í hálvfinaluni í Stjerne for en aften. Og hesuferð verður tað eisini ein stillur sangur við nógvum avbjóðingum til røddina. Sangurin Hero var eitt stórt hitt, tá hann kom út fyrst í níti-árunum
at kanna málið., Ætlandi skal bólkurin verða liðugur við arbeiðið seinast í mei mánaði. Gott flogbóltsár Annars frøddist nevndin í FBF um, at undanfarna kappingarár hevur verið sera virkið, hvat flogbólti [...] komin inn um hetta evnið, og størsta broytingin verður í fyrsta umfarið, at tað frá komandi kappingarári verða fleiri kappingar, sum fara at telja í stríðnum um føroyameistaraheitið. Áður hevur tað bert [...] ein serstakur bólkur skal gjøgnumhyggja alt konseptið, sum flogbólturin hjá yngru liðunum í dag koyrir eftir. Í Flogbóltssambandinum fegnast tey annars um, at tilgongdin av yngru leikarunum hevur verið
Fótbóltssambandið ivast í løtuni í, hvørt teir skulu taka av eini innbjóðing, sum smátjóðin, Lichtenstein, hevur sent hendavegin. Í fyrstu atløgu ætlaðu fótbóltsleiðararnir í smátjóðini, at Føroyska landsliðið [...] afturfyri fáa ein retur dyst her á landi. FSF skeyt tískil upp, at ein dystur skuldi verða í Føroyum í juni mánaði, men men hetta liggur ikki fyri hjá mótstøðuliðnum, og tískil tykist tað nú vera rættuliga [...] nakar dystur verður. Verður hetta aktuelt, verður helst talan um ein heimadyst í komandi ári, men tá standa føroyingar í teirri støðu, at aktiviteturin hjá landsliðið okkara er sera stórur, umframt at
støddar. Økið liggur í 160 metra og úr miðbýnum í Havn og niðan til økið eru beint niðan fyri tríggir kilometrar. Í økinum har á leið eru einamest bústaðir og nakrir einstakir dagstovnar. Í bústaðarpolitikkinum [...] lutaíbúarverkætlanina til veruleika í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson, sum leggur afturat, at verkætlanin væntandi verður løgd fyri nevndina í komandi mánaði. – Eg eri øgiliga spentur upp á lutaíbúðirnar, tí [...] Í fleiri umførum hevur Tórshavnar kommuna lýst eftir áhugaðum at byggja ein luta- og leiguíbúðarbygning við Villingadalsvegin í Havn, og nú loksins hevur ein áhugaður bitið á. – Vit hava fingið eitt tilboð
farið verður í gongd í juni/juli mánaði. Í greinini á heimasíðuni hjá Cermaq – www.cermaq.com – er eisini mynd av beiggja Gunnari, Eyðbirna Hansen, saman við Harald Takle, sum starvast við tøkni hjá Cermaq [...] Facebook-síðu í dag. Hann deilir eisini leikju, har avtalan millum partarnar verður umrødd. Gunnar Johildarson leggur aftrat, at skipanin, sum føroyingar hava uppfunnið og ment, skal brúkast í Chile og farið [...] samlað upp, soleiðis at hon ikki sleppur í havið aftur. Effektiva viðgerðin, sum fiskurin fær, snýr seg bert um 0,2 sekund fyri hvønn fiskin. - Vit vita, at lúsastøðan í Chili er avbjóðandi, men vit halda,
verið í líknandi støðum. Tað gongur væl og nú tykist sum, at vit nærmast eru favorittar móti Grikalandi. Ja, Grikkalandi, sum millum annað vann EM í 2004 og stóð seg væl í HM endaspælinum í Brasil í 2014 [...] Orsøkin er sjálvandi 1-0 sigurin í Pireus í novembur mánaði í fjør. Sigurin var ein staðfesting av framgongdini, sum føroyskur fótbóltur hevur verið fyri síðani sigurin í Landskrona. Nú mugu vit bara minnast [...] skulu hava góðar vónir. Tað merkir bara, at vit mugu ikki vænta, at Føroyar í besta Barcelona stíli vinnur greitt. Vit vunnu í Grikkalandi, tí vit avrikaðu alt tað vit kundu. Umframt tað, so spældu vit
Onkur var á tonlistaferð í Florida í USA, onkur var í Texas í USA, onkur annar var í Týsklandi og uppaftur onkur var í Danmark. Vit kunnu sjálvandi siga, at mars mánaði ikki er tann rætti til slíkt [...] yrkja og gera løg, so hevði Simme eisini tónleikahandil í nærum hálva øld. Simme var ímyndin av nýggjara føroyska tónleikinum seinna helming í farnu øld – og hann var helst tann, ið hevði størsta týdningin [...] fyrireikararnir eiga at leggja sær í geyma. Men tá tað er sagt, so kunnu vit eisini fegnast um, at okkara tónlistafólk eru so virkin, at so nógv av teimum eru á tónlistaferð úti í heimi. Sum prikkurin yvir i'ið