ODDAGREIN: Heiðraðu simma og tónleikin

Tað var eitt stórfingið tiltak, sum fylti Norðurlandahúsið og send­i­flat­u­na hjá Rás2 og útvarpinum hjá Kring­varp­i­num leygarkvøldið, tá før­oysku tón­lista­virð­is­løn­ir­nar vórð­u handaðar.

Upprunin til tiltakið er Planet Aw­ards, sum Miðlahúsið hevur skip­að fyri í mong ár. Hesaferð eru Miðla­hús­ið, Norð­ur­land­a­húsið og Kring­varp­ið gingin saman um til­tak­ið.
Tiltakið verður fyrst og fremst hild­ið til tess at heiðra tónleikin og tey fólk­ini, sum skapa tónleikin. Eis­­ini er end­a­málið at venda út­lendsk eygu hendanvegin at fylgja við, hvørj­ir okkara dugnaligu tón­lista­fólk eru. Tað var eitt sindur sigandi, at so nógv av teimum, sum vunnu tón­lista­virð­is­løn­ir­nar máttu hava onn­ur fólk fyri seg at heinta heiðurin.

Onk­ur var á tonlistaferð í Florida í USA, onkur var í Texas í USA, onkur ann­ar var í Týsklandi og uppaftur onk­ur var í Danmark. Vit kunnu sjálv­andi siga, at mars mánaði ikki er tann rætti til slíkt tiltak, og at tað tí heldur átti at veirð hildið – eins og Planet Awards plagdi at verða – millum jól og nýggjár. Tað er nak­að, sum fyrireikararnir eiga at leggja sær í geyma. Men tá tað er sagt, so kunnu vit eisini fegnast um, at okkara tónlistafólk eru so virk­in, at so nógv av teimum eru á tón­lista­ferð úti í heimi.

Sum prikkurin yvir i'ið varð Árs­ins tónleika­heiður latin – og mót­tak­ar­in var maðurin yvir øllum inn­an før­oyska tón­list, Simme Jac­ob­sen. Umframt at spæla, yrkja og gera løg, so hevði Simme eisini tón­leika­handil í nærum hálva øld. Simme var í­myndin av nýggjara føroyska tón­leik­i­num seinna helming í farnu øld – og hann var helst tann, ið hevði størsta týdningin fyri allar tón­leik­ar­ar, ið – sperdir fíggjarliga sum teir altíð vóru – kortini kundu keypa frá Simma, sum mangan var laga­ligur.

At valið var rætt, og heiðurin upp­i­bor­in, vísti fjøldin í Norð­ur­land­ahúsinum, sum reistist við lógv­a­brestum fyri at fagna leg­end­uni, sum nú nú er farin um tey átt­ati.
Soleiðis er vónin, at hetta aft­ur­vend­andi tiltakið kann vera við til at stimbra og eggja okkara dugna­ligu og evnaríku tónleikarum enn meira.

Vónandi kann FMA eisini eggja okkum øll­ at varpa ljós á føroyskan tón­leik og aft­ur­vendandi at heiðra tey, sum ríka okkum so nógv við at skapa tann mentunararv, sum tón­leik­ur­in eisini er.