Fótbóltsføroyar er aftur á gosi. Vónirnar eru óvanliga góðar og tað er langtsíðani útselt á Tórsvølli. Hóast mótstøðuliðið hvørki er spekkað við heimsstjørnum, ella ein smátjóð vit halda vit kunnu vinna á, so áhugin størri enn kanska nakrantíð fyri einum dysti á Tórsvølli við slíkari mótstøðu.
Vit hava fyrr verið í líknandi støðum. Tað gongur væl og nú tykist sum, at vit nærmast eru favorittar móti Grikalandi. Ja, Grikkalandi, sum millum annað vann EM í 2004 og stóð seg væl í HM endaspælinum í Brasil í 2014. Grikkaland, sum hevur spælarar úr týsku Bundesliguni og italsku Seriu A.
Orsøkin er sjálvandi 1-0 sigurin í Pireus í novembur mánaði í fjør. Sigurin var ein staðfesting av framgongdini, sum føroyskur fótbóltur hevur verið fyri síðani sigurin í Landskrona.
Nú mugu vit bara minnast til hví vit vunnu tann dystin. Leygarkvøldið mugu vit minnast til, at tað er ikki nakað sjálvfylgiligt krav, at vit vinna á Grikkalandi. Hetta er ein dystur millum tvey lið, har gestirnir eru stórfavorittar at vinna.
Tað merkir ikki, at vit ikki skulu hava góðar vónir. Tað merkir bara, at vit mugu ikki vænta, at Føroyar í besta Barcelona stíli vinnur greitt. Vit vunnu í Grikkalandi, tí vit avrikaðu alt tað vit kundu. Umframt tað, so spældu vit móti einum demotiveraðum grikskum liði, sum hevði fleiri avboð. Tað eru fortreytirnar fyri, at vit kunnu vinna ein slíkan dyst. Nógv skal ganga okkara veg.
Upptaktin til dystin móti Grikkalandi hevur skapt ein fantastiskan stemning. Hesin kemur heilt víst hjálpa okkara dreingjum, men vit mugu undir ongum umstøðum missa mótið um alt ikki gongur okkara veg leygarkvøldið.
Skuldi tað hent, at okkara ikki koma væl frá byrjan, so mugu vit framvegis stuðla okkara spælarum alt tað vit kunnu. Vit mugu fortelja teimum, sum ikki skilja tað, at hetta er ikki ein dystur millum tvey javnt góð lið við javnt góðum fortreytum.
Landsliðið hevur gjørt ótrúliga stór framsig seinnu árini. Tí hava vit rætt til at hava góðar vónir til dystin móti Grikkalandi – men samstundis mugu vit hava realistiskar vónir. Vit kunnu forlanga at allir geva tað teir eiga á vøllinum, men vit kunnu ikki krevja eitt úrslit. Tí tað er ikki bara upp til okkum.
Einasta staðið, har vit sjálvi avgera um vit vinna, er á áskoðaraplássunum. Tað er okkara uppgáva sum viðhaldsfólk at geva liðnum hasi eyka prosentini, sum kann verða munurin. Tað er okkara uppgáva sum viðhaldsfólk at stuðla landsliðunum. Líka mikið um tað gongur væl ella illa.
Hetta er okka møguleiki at fagna ótrúliga avrikinum í Grikkalandi. Líka mikið um vit endurskapa sensatiónina ella ikki.
Koyr á Føroyar!
Klumman í Sosialinum 12. juni
Tróndur Arge










