- Tað eru spennandi tíðir í okkara fyritøku. Cermaq, sum er ein av heimsins størstu alifyritøkum, hevur valt at satsa upp á okkara SFI-skipan (Sea Farm Innovations) SYSTEM. Hetta er ein skipan til avlúsing av laksi.
Tað skrivar ein av monnunum aftan fyri fyritøkuna, SFI, Gunnar Johildarson, á sínari Facebook-síðu í dag. Hann deilir eisini leikju, har avtalan millum partarnar verður umrødd.
Gunnar Johildarson leggur aftrat, at skipanin, sum føroyingar hava uppfunnið og ment, skal brúkast í Chile og farið verður í gongd í juni/juli mánaði.
Í greinini á heimasíðuni hjá Cermaq – www.cermaq.com – er eisini mynd av beiggja Gunnari, Eyðbirna Hansen, saman við Harald Takle, sum starvast við tøkni hjá Cermaq Group.
SFI-skipanin, sum føroyingar hava uppfunnið og ment, er ein mekanisk skoliskipan, har sprænirør (dýsur) syrgja fyri, at lúsin verður skolað av laksinum. Alt fer fram við sjógvi og við sama hita, sum er í sjónum annars.
Royndir vísa, at skipanin er sera effektiv; hon er umhvørvisvinarlig og fer væl við fiskinum. Lúsin, sum verður skolað av fiskinum, verður samlað upp, soleiðis at hon ikki sleppur í havið aftur.
Effektiva viðgerðin, sum fiskurin fær, snýr seg bert um 0,2 sekund fyri hvønn fiskin.
- Vit vita, at lúsastøðan í Chili er avbjóðandi, men vit halda, at skipanin hjá SFI er ógvuliga áhugaverd, løtt at hava við at gera, umhvørvisvinarlig og effektiv.
Harald Takle hjá Cermaq Group sigur, at tey fara at samstarva neyvt við SFI, nú avtalan er komin upp á pláss, og vísir skipanin seg at virka væl, fara tey at deila vitanina við vinnuna í Chili og við tað virksemið, sum samtakið hevur í Kanada og Noregi.
Sosialurin hevur áður skift orð við Eyðbjørn Hansen, sum saman við Andy Knudsen hevur uppfunnið og ment mekanisku avlúsingarskipanina. Báðir eru teir maskinmeistarar, men høvdu einki havt við alivinnu at gera, tá teir fóru í holt við uppfinningar-og menningararbeiðið.
- Tað var so nógv frammi um trupulleikar við laksalús. Hetta fekk meg at hugsa tankan, at tá tað ber til at stýra einum bili av Jørðini, sum koyrir á Mars, so má tað eisini bera til at fáa lýsnar av einum laksi, sum tú hevur við hondina.
Eyðbjørn Hansen segði, at málið hjá teimum var at uppfinna eina effektiva skipan, sum er umhvørvisvinarlig og sum fer væl við fiskinum, og tað er hetta, sum skipanin hjá SFI byggir á.
In.fo kann leggja aftrat, at alifyritøkan Bakkafrost eisini brúkar føroysku SFI SYSTEM-skipanina til at berja niður laksalús í alibrúkum.











