stóð á jøvnum 26-26, og seinastu minuttirnar vóru tað gestirnir, sum fingu meiri burtur úr. H71 togaði seg við sigrinum uppá javnt við VÍF í oddinum. StÍF er nummar 3, Kyndil nr. 4, KÍF nr. 5 og Neistin nr [...] umsíðir lúta fyri føroyskum liði. Eftir eitt suverent kappingarár í fjør og eina góða byrjan uppá tað árið, taptu teir sunnudagin fyri H71. Hoyvíkingar vunnu í fjør silvurkrónurnar, og undan kappingini [...] verða harðasti kappingarneytin hjá VÍF til gullið í ár. Og sunnudagin vístu teir eisini at teir eru tað, tí teir kláraðu at vinna trupla útidystin ímóti VÍF. Úrslitið var 31-28 eftir 15-14 í hálvleikinum
Hetta er 57. ferð, at Jólaboð kemur sum ein trúgvur og kærkomin jólagestur til fleiri heim í Føroyum. Aftur hesa ferð, eins og fleiri tey seinastu árini, er tað Guttorm Zachariasen, sum hevur lagt til [...] hevur prentað og Bókbindaríið hevur heft. Alt arbeiðið líka frá uppseting til liðuggerð er sera snøgt. Jólaboð er 72 síður og hevur eitt sera fjølbroytt innihald, bæði upprunaligt og týtt, siðsøguligt tilfar
ráðsins. Formaðurin fyri Útnorðurráðið er Anders Andreassen, landstingsformaður úr Grønlandi. Fyrsti næstformaður er Svavar Gestsson úr Íslandi og annar næstformaður er Lisbeth Petersen úr Føroyum. [...] ung úr londunum í útnorði at luttaka á ráðstevnuni, har nøkur av evnunum, ið skulu umrøðast, verða tað skandinaviska felagsmálið, málini í útnorði, mentan, umhvørvi, náttúruríkidømi og samskifti. Eisini
árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki [...] møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin. Tey ungu læra at hugsa seg um Hann heldur, at tað nú er umráðandi at upplýsa og kunna tey ungu um [...] hevur sitið sum formaður í grunninum í níggju ár. Í løtuni er hann limur í danska Heilsustýrinum, og virkar sum AIDS-ráðgevi har, umframt at hann er formaðurin í stýrinum fyri EURO-AIDS. Hin gesturin var Anne
Samuelsen. Hon er sera fegin um tiltakið, tí sum tað vísir seg, so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum. Hóast talan ikki var um stóra upphædd, so hjálpti tað um, at Lívstrygging [...] fríggjadagin. 1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: ?AIDS og børnini³. Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: ?Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis³, sigur Anna [...] tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum. Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum, og at tað er avmarkað, hvussu nógv tíð er til AIDS-arbeiðið. Hon
»nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin [...] 000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið [...] seta sendarar upp, umframt at so verður hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum. Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum. Eg
vit kvinnur at hoyra í hesum sendingunum? Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan [...] gerandislív og dagsins ókendu hetjur. Eg kundi ynskt at hoyrt líknandi sendingar aftur. Kórsendingin er ofta góð, og unga daman í ungdómssendingini riggar væl. Ungfólkið í húsinum situr trúliga og lurtar [...] í lagi. »Millum fjals og fjøru« vóru áhugaverdar sendingar, og arvtakarin í ár sær út til at klára tað væl eisini. Óført! Og til endans eina ferð enn: Ber ikki til at kvinnur lesa stuttsøgur ella framhaldssøgur
Tað er heilt einastandandi stuttligt og hugtakandi at síggja, hvussu hann fær hesar stívu og køldu plátur at livna. Antin tað so eru kvinnur ella djór, hann hevur gjørt, so tykist tað, sum tey røra seg
kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis góður við Sjónleikarfelagið, tað veit eg, og við sjónleikin. Tú hevur mangan glett okkum á palli og aftanfyri við. Tað var altíð [...] altíð stuttligt at arbeiða saman við tær. Eisini í Útvarpinum, tann tíð tað var. Tað var ikki minni eitt bragd, at tú eisini prógvaði kynstur títt í hesum víðagitna Barbu-filminum! Við hesm fáum orðum fari [...] Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur
olju um tvey ár. »Tað hava vit avtalað vit Statoil,« segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, við Sosialin, tá hann í gjár byrjaði almennu vitjan sína í Føroyum. Tað er Edmund Joensen [...] tiltak, tí einans hálvur tími er settur av til vitjanina. Men allir limirnir í felagnum er bodnir til døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið saman við landsstýrisformanshjúnunum. Tað eru løgmaður og frúa, sum [...] Joensen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sum varir í tveir dagar. Jonathan Motzfeldt, kona hansara, Kristjana Motzfeldt og restin av fylginum fara av stað aftur við flogfari til Danmarkar mikudagin tann