Hetta er 57. ferð, at Jólaboð kemur sum ein trúgvur og kærkomin jólagestur til fleiri heim í Føroyum.
Aftur hesa ferð, eins og fleiri tey seinastu árini, er tað Guttorm Zachariasen, sum hevur lagt til rættis.
Inngangin hevur Torkil Beder skrivað.
Hans Tórgarð hevur teknað kápumyndina, Bókadeild KFUMs hevur sett og umbrotið. Einars Prent hevur prentað og Bókbindaríið hevur heft. Alt arbeiðið líka frá uppseting til liðuggerð er sera snøgt.
Jólaboð er 72 síður og hevur eitt sera fjølbroytt innihald, bæði upprunaligt og týtt, siðsøguligt tilfar, frásagnir, søgur, jólasálmar og yrkingar. Fleiri myndir eru, bæði tekningar og fotomyndir.
Jólaboð 1997 kostar kr. 70,- og verður selt kring landið og fæst eisini í bókabúðunum.