dent á, at talan var um størsta málið í Føroyum. Maðurin hevði havt myndir og filmar í minst 11 ár og sent tey víðari í minst 18 mánaðir. Ákæruvaldið vísti eisini á, at tilsamans var talan um 163 TB, sum er [...] Tilsamans var talan um 135.875 myndir og 2.430 filmar. Hjá løgregluni verður barnaporno deilt í tríggjar bólkar, eftir hvussu grovt innihaldið er. Meginparturin av tí, sum maðurin hevði, var í bólki 1 [...] fongsulsrevsing. Hann hevði nógv færri myndir men fleiri filmar enn hesin. Tá var talan um 6.400 myndir og 14.500 filmar. Í báðum førum var tað danska løgrelgan, sum gjørdi føroysku myndugleikarnar varugar við
suðuroyingar ikki sjónvarp allan týsdagin. Síðani hevur fólk frá Føroya tele arbeitt við at fáa brekini í rættlag aftur. Arbeitt varð allan týsdagin, allan mikudagin og tað var óvist, um ikki okkurt kom [...] dagarnar. Týsnáttina gekk toran og tað endaði við, at hon sló niður. Hetta órógvaði alt elektroniskt samskifti í Suðuroynni almikið. Telefonin riggaði ikki summastaðni, millumbylgjan hjá útvarpinum fór og [...] Tele Tað, sum varð mest átrokandi, varð gjørt fyrst. Tvs, at telefonsamskiftið varð raðfest ovast, so var restin gjørt so hvørt.
eins og teirra líkar at tosa um, at tað einasta rætta var at privatisera Føroya Banka. Tað kann tykjast heilt einastandandi, at aftan á at tað privata vinnulívið hevur koyrt ikki bara ein men fleiri bankar [...] rnir hava mist fleiri hundrað mill. kr., so hevur ikki ein tann einasta skift eigara, tí hetta er jú tað »privata«. Hevði tað ikki sømt seg betur, um peningastovnarnir høvdu latið teimum illa støddu s [...] hesum fyritøkum? Eg spyrji bara. Vit høvdu t.d. eina vælvirkandi Skotlandsrutu, og hóast hon ikki bar seg, so hevði hon í framtíðini verið vinnulívi okkara og harvið tí føroyska samfelagnum til stórt gagn
áhugavert út, og vónin var sjálvandi, at nú var ein loysn, sum vit kundu gleðast um. Men við nærri lesnað er týðiligt, at ætlanin er einans at bakka aftur til ta skipan, sum var áðrenn 1.apríl, tvs. aftur [...] hetta stríðið at vera av. Uttan tó at hugsa hetta ígjøgnum. Um avgerðin 29/3 var illa gjøgnumhugsað, so er hendan tað minst líka nógv, um ikki meira. Væntar stjórin, at tað, sum er hent hesar 106 dagarnar [...] Tískil er onki nýtt í hesum. Avgerðin inniber ikki ein greiðan leiðslubygnað viðvíkjandi barsilsøkinum, sum snýr seg um tíðina frá konan hevur átt, og til hon verður útskrivað. Vit hoyra fleiri ferðir s
olja varð funnin og um hon varð funnin, kundi verið avgjørt, hvar føroyingar ætlaðu at vera við. Soleiðis kunnu vit geva tí føroyska oljufelagnum lut í oljuvinnuni og oljuni, um hon er - og tí føroyska [...] vit skulu trúgva uppá ætlanina, men tað er týdningarmikið, at man ikki trýr soleiðis, at man sær hvørvisjónir - fatamorgana. Tað má ikki vera soleiðis í oljuvinnuni, at man trýr so nógv, at man trýr so [...] segði Edmund Joensen, sum í undanfarna landsstýrið umsat oljumál. Tað var eisini Edmund Joensen, sum setti nevnd at gera tilmæli um eitt alment oljufelag.
at vera á beinkinum, um hann ikki stóð á dómaraseðlinum? Hesi tingini skilji eg ikki rættiliga, sigur Hans Jákup Andreasen. Sjálvandi skal slíkt ikki henda Sjálvt um Hans Jákup ikki er samdur við avgerðina [...] hevði verið á vitjan. Grundin til klaguna var, at Skála hevði sent Slavisa Kaplanovic á vøllin seint í dystin, sjálvt um hesin ikki stóð á dómaraseðlinum. Væntandi var, at aganevndini hjá Fótbóltssambandinum [...] hetta er ikki rætt. Maðurin, sum kom inn í dystin ímóti B36, var í sínum fulla rætti at spæla dystin. Hann hevði spælt undanfarnu seks dystirnar fyri Skála, spæliloyvi var í lagi og hann hevði ikki leikbann
umførini hevur staðið seg so mikið væl, at tað var spenningur um, hvussu tað fór at ganga, tá ið KÍ í kvøld vitjaði í høvuðsstaðnum. Tá ið tað var hálvleikur, var tað longu greitt, at øll stigini fóru norður [...] topplið. Í kvøld endaði tað við 5-1 heimasigri á B68. Talan var um trivaligan sigur, men tað eydnaðist ikki oddaliðnum at betra serliga nógv um málmunin sammett við KÍ. Hjá EBS/Skála er hann +39 mál og hjá [...] Tað er framvegis stórur spenningur um, um tað verður EBS/Skála ella KÍ, sum fer at vinna meistaraheitið í kvinnukappingini. Í kvøld var sekstanda umfar. 28. august tapti EBS/Skála 2-0 á heimavølli ímóti
Miðstøðin er nevnd eftir mammu J. K. Rowling, sum doyði av multipel sklerosu, tá hon var 45 ára gomul. Miðstøðin lat upp í 2010, tá hon eisini fekk 10 milliónir pund frá bretska Harry Potter-høvundanum. – Tá Anne [...] støði tað er, sigur hon. – Eg havi sjálv hoyrt, hvussu nógv hetta kann hjálpa, sigur hon. Sklerosa er ein sjúka, sum brýtur niður partar av nervasellunum. Tað merkir, at nervarnar ikki kunnu samskifta reiðiliga [...] Rowling hevur skrivað sera vælumtóktu bøkurnar um gandakallin Harry Potter. Søgan er vorðin til eitt milliardavirki, eitt nú við teimum átta filmunum um Harry Potter. Sambært sonevnda Rich List hjá Sunday
bordelli segði ein av kvinnunum mær, at hon ongantíð áður hevði møtt einum danskara, sum ikki vildi henni ilt. Tað var fyri meg sera sigandi um, hvat fyri lív hon hevur í Danmark. Ein teirra hevði eitt [...] - Eg visti ikki av, at støðan var so ring, sum hon er. Eg trúði ikki, at tað eru so nógvar kvinnur, sum liva undir so vánaligum korum her hjá okkum. Onkrastaðni hava kvinnurnar bara eitt pinkalítið rúm [...] hitt, var einans 14 ára gomul. Tær elstu eru væl uppi í 40'unum. Silvia sigur, at hon ongantíð hevur sæð nakað til bakmenninar, men hon hevur hoyrt nógvar ymsar søgur. - Ein greiddi frá, at hon í heimlandinum
eitt navn, áðrenn hon kom uppí. Síðani fór Tina frá misnýtaranum Ike. Hon hvarv. Hann hvarv. Hon kom aftur og í dag kenna øll Tinu Turner. Onkur minnist Ike. Øll kenna eisini Cher. Men hon hevur mestsum verið [...] árunum, hóast tað ikki sæst so væl, sigur teimum flestu okkurt. Yngri og eldri. Tað sæst eisini á hesi fløgu, har elsta lagið er úr sekstiárunum og nýggjasta var frammi fyri okkurt um einum ella tveimum [...] verið frammi alla tíðina, síðani hon og táverandi maðurin Sunny sungu lagið I got you babe. Hetta lag er eitt av teimum mongu hittunum, ið er á nýggju fløguni hjá Cher. Her er ein fløga, ið er sonn perla