? Vit eiga at umhugsa alment borið oljufelag

Eisini fyrrverandi løgmaður og formaður sambandsfloksins tók orðið undir orðaskifitnum um 1. útbjóðing. Hann fýltist at politikarunum fyri ikki at hava nakað uppá hjarta sjálvir. Hann helt tað manglaði nakað í uppskotinum, sum varð merkt av, hvat politikaranir halda. Her manglaði rætt og slætt dirvi segði hann.

-Eyðun Elttør sigur, at vit skulu trúgva uppá ætlanina, men tað er týdningarmikið, at man ikki trýr soleiðis, at man sær hvørvisjónir - fatamorgana. Tað má ikki vera soleiðis í oljuvinnuni, at man trýr so nógv, at man trýr so staðiliga, hvat øll tey størstu oljufeløgini siga, og so ger eina lóg eftir tí. Man trýr uppá henda serskattin uppá 55%, samtíðis sum vit hoyra úttalilsi frá serfrøðingum uttanífrá,sum vísa á, hvussu væl oljufeløgini í praksis duga at snúgva sær undan skatti. Edmund Joensen vísti á, at vit við royalty fáa 2%, meðan hini 98% fara aðrar vegir. Hann helt tí, at tað, sum kann tryggja, at hetta hendir, er at vit fáa við eitt borið oljufelag og høvdu tað við í treytunum til øll feløgini. Tá olja varð funnin og um hon varð funnin, kundi verið avgjørt, hvar føroyingar ætlaðu at vera við. Soleiðis kunnu vit geva tí føroyska oljufelagnum lut í oljuvinnuni og oljuni, um hon er - og tí føroyska fólkinum lut í arbeiðinum segði Edmund Joensen, sum í undanfarna landsstýrið umsat oljumál. Tað var eisini Edmund Joensen, sum setti nevnd at gera tilmæli um eitt alment oljufelag.