Tað er framvegis stórur spenningur um, um tað verður EBS/Skála ella KÍ, sum fer at vinna meistaraheitið í kvinnukappingini.
Í kvøld var sekstanda umfar. 28. august tapti EBS/Skála 2-0 á heimavølli ímóti B36, sum síðstu umførini hevur staðið seg so mikið væl, at tað var spenningur um, hvussu tað fór at ganga, tá ið KÍ í kvøld vitjaði í høvuðsstaðnum.
Tá ið tað var hálvleikur, var tað longu greitt, at øll stigini fóru norður til Klaksvíkar. KÍ legði sera bragdliga fyri, og eftir fyrra hálvleik var 4-0. Vandi kendist vera fyri, at B36 skuldi detta heilt saman, men soleiðis var tað ikki. Heimaliðið menti seg eftir steðgin, og kanska tóku gestirnir tað eitt sindur róligari, nú tær í stutta tíð hava verið burturi og spælt í eurpeisku kappingini og leygarkvøldið vunnu steypafinaluna.
Rannvá B. Andreasen setti hol á, Evy á Lakjuni økti til 2-0, og so var tað Hervør Olsen, sum við tveimum málum vísti, at hon er vandamikil álopsspælari. At sekstan faldu meistararnir framvegis eru svangir sást aftur í, at Olga Kristina Hansen, ið fór av landinum í lestrarørindum eftir vikuskiftið, tá ið hon var við til at vinna steypafinaluna, longu í dag var heima aftur. Ása K. Thomsen, sum hevur verið útiseti, er flutt aftur til Føroya og ventur tískil fast við KÍ.
EBS/Skála er framvegis topplið. Í kvøld endaði tað við 5-1 heimasigri á B68. Talan var um trivaligan sigur, men tað eydnaðist ikki oddaliðnum at betra serliga nógv um málmunin sammett við KÍ. Hjá EBS/Skála er hann +39 mál og hjá KÍ er hann +57 mál.
Í Fløtugerði í Fuglafirði spældu ÍF/Víkingur og HB um fjórða plássið. Tað eydnaðist HB at fara suður aftur við 2-1 sigri, og harvið lyfti HB seg tvey stig upp um ÍF/Víking.
EBS/Skála er topplið við 39 stigum fyri sekstan dystir, KÍ er næstfremst við 36 stigum fyri fjúrtan dystir, B36 er á triðja plássi við 24 stigum fyri sekstan dystir, HB hevur 18 stig fyri fimtan dystir, ÍF/Víkingur hevur 16 stig fyri fimtan dystir, og B68 hevur eitt stig fyri sekstan dystir.
Seytjanda umfar
Leygardagin 10. september
B36-HB
KÍ-B68
ÍF/Víkingur-EBS/Skála
Í kvøld
ÍF/Víkingur-HB 1-2 (1-1)
EBS/Skála-B68 5-1 (2-1)
B36-KÍ 0-4 (0-4)









