Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum í desembur í 2016 og legði hald á eina teldu og fimm harddiskar við tilsamans 163 TB, tað er 163.000 GB, av barnapornografiskum innihaldi á. Tá løgreglan kannaði innihaldið á telduni, sóu teir, at maðurin hevði deilt 235 GB av barnaporno við onnur.
33 ára gamli maðurin varð ákærdur fyri at hava havt barnapornografiskt innihald á telduni hjá sær frá 2005 til 2016 og frá 2015 til 2016 at hava deilt nakað av innihaldinum við onnur. Tilsamans var talan um 135.875 myndir og 2.430 filmar. Hjá løgregluni verður barnaporno deilt í tríggjar bólkar, eftir hvussu grovt innihaldið er. Meginparturin av tí, sum maðurin hevði, var í bólki 1, sum er mildasti bólkurin. Her er talan um myndir og filmar av børnum, kanska úrlatnum, men ikki í seksuellum støðum.
Maðurin hevði tó eisini yvir 2.500 myndir og 50 filmar úr bólki 2 og 3. Ákæruvaldið upplýsti eisini, at nakrir av filmunum vístu samlegu millum vaksin og børn, harðskap og tvang, og at tað var eyðsæð, at børnini líddu á upptøkunum.
Maðurin nýtti eitt telduforrit til at luta fílir við. Samstundis, sum tú tekur fílir niður av netinum, gevur tú øðrum møguleikan at heinta fílir frá tær.
Ákærdi játtaði seg sekan. Hann greiddi frá, at tað byrjaði mest sum av óvart í 2002. Maðurin segði, at hann ikki hevði tað væl sálarliga ella við seg sjálvan, og at hann nýtti barnapornoið sum eina revsing.
- Eg bíðaði bara eftir, at løgreglan fór at banka upp á, at eg skuldi fáa eina revsing. Tað var ein lætti, tá teir endiliga komu, greiddi maðurin frá. Maðurin hevur verið í viðgerð hjá sálarfrøðingi síðani handtøkuna.
Ákæruvaldið legði dent á, at talan var um størsta málið í Føroyum. Maðurin hevði havt myndir og filmar í minst 11 ár og sent tey víðari í minst 18 mánaðir. Ákæruvaldið vísti eisini á, at tilsamans var talan um 163 TB, sum er sera nógv, og at okkurt av innihaldinum var sera grovt. Hon vísti eisini á, at leitisøgan hjá manninum vísti, at hann tilvitað hevði roynt at fingið fatur á nýggjum tilfari, við at leita eftir tilfarið framleitt í 2016.
- Vit skulu minnast til, at hetta er ein marknaður. Við at taka slíkt innihald niður, skapar man ein eftirspurning eftir tí. At filmar í bólki 3 eru til, merkir eisini, at tað onkustaðni situr eitt barn, sum er útsett fyri grovum, seksuellum ágangi. Og ágangurin heldur fram, hvørja ferð filmurin verður deildur víðari, segði hon.
Hon greiddi frá, at lógin, sum er í gildi í Føroyum, er tann sama, sum er galdandi í ES. Í henni eru revsingarnar nýliga herdar, fyri at verja børn frá at blíva misbrúkt í slíkum filmum.
Dómarin gav manninum tvey ára fongsulsrevsing. Verjin royndi at tala fyri, at revsingin skuldi vera linari og møguliga partur av henni treytaður, men dómarin helt ikki, at tað hóskaði seg í hesum førinum. Longdin, mongdin og grova innihaldið talaði alt fyri einum hørðum dómi, helt dómarin.
Hetta er harðasti dómur fyri barnaporno, sum er follin í Føroya rætti. Í 2016 varð ein maður dømdur 15 mánaðir fongsulsrevsing. Hann hevði nógv færri myndir men fleiri filmar enn hesin. Tá var talan um 6.400 myndir og 14.500 filmar.
Í báðum førum var tað danska løgrelgan, sum gjørdi føroysku myndugleikarnar varugar við, at ein føroysk telduadressa hevði tikið barnapornografiskt tilfar niður og lutað tað víðari.











