Mong vóru tey, góð- og lovorðini til Sofus Poulsen á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin, tá hann kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen. Og tey vóru øll av reinum og ærligum [...] og prúður maður, men so hetta í práti at kunna múlabinda og fasthalda hvønn tann einasta persón, sum kemur til hansara í onkrum ørindum. Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku [...] hetta greiddi virkandi løgmaður, Høgni Hoydal so væl frá. (Røða hansara er á næstu síðu). Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda góðveðursdag, har Sofus og konan buðu vælkomin. Millum gestirnar
hálvleik vóru á odda við trimum málum, 7-4. Kollfirðingar høvdu leiðsluna ein stóran part av fyrra hálvleiki, men í seinasta minuttinum megnaðu teir gul/svørtu av Skálafjørðinum at koma upp á javnt við tveimum [...] ar fingu fimm mál og harvið løgdu seg á odda 18-14. Runavíkingarnir royndu allatíðina at koma inn aftur í dystin, men tað eydnaðist teimum ongantíð at koma upp á javnt, hóast teir gjørdu ein vørr móti [...] KÍF fimm minuttir fyri dystarlok, legði kollfirðingar á odda 24-19, spentu runavíkingar seg út, og tað eydnaðist teimum eisini at skora fýra mál á rað, so at støðan, tá ein góður hálvur minuttur var eftir
uppiborið, at Skála kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Levi Hansen skeyt fríspark inn móti málinum og minsti maður á vøllinum, Aleksandur Johansen, fekk høvdið á innleggi og legði Skála á odda. Frammanundan [...] Skála stríddist Levi væl í høgru og vinstru síðu. Pauli G. Hansen vann nógvar bóltar á miðvøllinum, og tað sæst veruliga á Skálaliðnum, at liðskiparin er við aftur. Aleksandur var eisini góður, inntil hann [...] vísti sín góða bóltførleika, tá ið hann snævurt setti tríggjar leikarar av, men hann fekk ikki skot á bóltin. Eftir málið tók Skála fótin av skyndlinum og loyvdi NSÍ inn í dystin. Miðjan hjá NSÍ kom betri
sleppa at luttaka á festivalinum, tryggja fyrireikararnir sær, at leikirnir eru á einum hóskandi støði og av høgari góðsku. Leikirnir verða vístir fyri almenninginum í Sjónleikarhúsinum, á Tjóðpallinum og [...] ímóti 200 útlendskum áhugaleikarum í døgunum 3.-8. august í ár. Gestirnir, sum koma at búgva á Læraraskúlanum og á Háskúlanum, verða úr hinum norðurlondunum, Baltisku londunum, Hvítarusslandi og Írlandi. [...] festivalurin er, og fer hetta fyri vist at seta ein serstakan og festligan dám á býin hesar dagarnar. Hilmar Joensen, sum er formaður í MÁF sigur, at ætlanin er, at leikirnir skulu vera so kropsligir og visuellir
bókmentum á móðurmálinum - tilsamans sløk 300 bókaheiti. Tað er tí fyrst og fremst tær og konu tíni fyri at takka, at allar hesar dygdarbøkur á føroyskum máli hava fløtt inn í flestu heim her á landi - og [...] mannin tann, sum við miklum áræði, dirvi og føðilandsalski setti Bókagarð á stovn seinnapartin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska [...] handli, tá ið hann á sinni stovnaði Bókagarð, og at tað ikki var fyri peningaligan vinning, hann tá fór undir bókavirksemi sítt, tí tílíkan vinning kundi hann saktans fingið ólíka lættari á annan hátt. Nei
Hugnaløta Herfyri var hugnaløta á Bátasavninum í Leirvík, har sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann spældu á violin og klaver. Tær báðar byrjaðu at spæla saman sum heilt [...] sum eru ógvuliga væl samanspældar, setti sín serstaka dám á kvøldið, sum eisini var kryddrað við øðrum áhugaverdum. Listarliga var tónleikurin á einum høgum altjóða støði, og tær spældu løg, sum fevndu [...] turkihúsum kring landið annars. Hann lýst pápan á ein áhugaverdan og livandi hátt ? sum ein mann, ið var høgt í metum í bygdini, ein sparin og myndugur maður, sum vendi hvørji krónu. Jóannes greiddi eisini
Á eysturlandinum á Orkunoyggjunum er ein bygd. Hon er leysliga knýtt at restini av landinum við einari strípu av sandi. Ein ungur maður búði har. Eina náttina kom hann heim sera seint. Ongin visti, hví [...] nakin í mánalýsinum, sum endurspeglast á teirra hvíta holdi. Rundanum tey liggja fleiri skinn. Menniskjuni dansa øll í einum stórum sirkli. Ungi maðurin undrast á, hví øll skinnini eru har. Spakuliga fer [...] skríggjar. Hon vil ikki verða á landi. Hóast tað dregur ungi maðurin hana heim við sær. Hon situr við eldin eina løtu, grátandi og nakin. Sum tíðin líður, venur hon seg tó við tilveruna á landi. Hon byrjar at klæða
bóndasonur úr Gerðum og fyrsti maður, sum búsettist á Vágsheygnum. Armgaard og Dávur giftust inn á Vágsheygnum, og seinni umbygdi Dávur húsini. Greta og Levi búgva framvegis á Vágsheygnum, tá ið tey eru í [...] fyri hálvari øld síðani og blaðung giftust, settu tey búgv á Vágsheygnum, har foreldur hansara frammanundan búðu. Upprunaliga var tað Karl á Vágsheygnum, sum var abbi Armgaard og harvið langabbi Levi, [...] samkoma í Hirtshals, har nógvir føroyingar savnast. Framvegis er tað soleiðis, at nógvir sjómenn vitja á gátt, og har njóta teir blíðsskap frá Gretu og práta við Levi. Saman við øðrum ger Levi hvønn mánað
hugsandi byrjanina upp á dystin, tá Paul Clapson eftir bara tveimum minuttum lyfti bóltin upp um Geza Turi, eftir at Kristian á Lakjuni fangaði eina sending tvørtur um vøllin, setti fer á niðan eftir og spældi [...] brotsteigin, og síðani setti Pól Jóhannus Justinussen høvdið á hann. Meinhard Joensen veittraði bóltin á stongina, men vespan hjá skurunum var skjót á returinum og prikaði hann í netið. Tíggju minuttir vóru [...] av GÍ á vøllinum, men eisini á stigatalvuni. Ein kærkomin sigur til GÍ, sum við hesum hálaði seg leysan av niðurflytingarstrikuni. Hjá klaksvíkingum sær straks verri út. Teir liggja nú har GÍ lá á einum
Á mariumessu ? hósdagin í farnu viku ? andaðist Páll bóndi Patursson í Kirkjubø, 60 ára gamal eftir sjúkralegu í nøkur ár. Páll var hin sekstandi í ættini á garðinum, sum síðani 1550 hevur verið á Kirkjubøar [...] hann skal frøða, gamalmenni tíni, tey skulu greina tær mál.« Hesi orð helt Móses á sinni upp fyri ísraelsfólki, tá tey vóru á veg inn í lovaða landið eftir útlegdarárini í oyðimørkini ? og stríðið varð endað [...] hálva øld seinni stovnaði Tjóðveldisflokkin. Sum ungur fór Páll á landbúnaðarskúla í Noreg, sum siður er í familjuni. Hann var nýhugsandi maður, hevði eitt virkið lív og nýtti tað høvið, hvør dagur gav, soleiðs