Stór mannfjøld segði Pálli bónda í Kirkjubø farvæl

Hósdagin í farnu viku andaðist Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, 60 ára gamal. Hann var sekstandi bóndi í ættini á garðinum í Kirkjubø

Á mariumessu ? hósdagin í farnu viku ? andaðist Páll bóndi Patursson í Kirkjubø, 60 ára gamal eftir sjúkralegu í nøkur ár.
Páll var hin sekstandi í ættini á garðinum, sum síðani 1550 hevur verið á Kirkjubøar garði.
Hesin garður er nakað serligt fyri allar føroyingar. Er sum ein søgulig, mentanarlig og tjóðskaparlig ímynd alra føroyinga. Tað var her Sverri, Noregs kongur, vaks upp ? føddur í Sverris Holu fyri nærum 1.000 árum síðani. Garðurin var eisini biskupsetur í katólsku tíðini, og tað var tann navnframi Erlendur bispur, sum umleið ár 1300 læt Magnusarkatedralin ? Kirkjubømúrin ? byggja.
Páll hevði tí nakað at liva upp til við hesum mentanararvi, honum varð litið í hendi at bera víðari. Og tað megnaði hann eisini væl, tí bæði Páll og Sølvá hava verið virðilig umboð, tá tey á teirra fryntliga hátt hava sýnt gestablídni í roykstovuni, har so mong fólk ? kend og minni kend, sendiharrar, ítróttarfólk, sjónleikarar, forsetar, forsætisráðharrar, kongar, drotningar, prinsar ? og so mong, mong onnur hava sitið til háborðs.
Tað var óivað við hesi mentan í huga, at prestur fleiri ferðir í gravtaluni treiv í 5. mósebók, kap. 32,7:
»Minnist dagarnar í forðum, hyggið at árum hinna farnu ætta! Spyr faðir tín, hann skal frøða, gamalmenni tíni, tey skulu greina tær mál.«
Hesi orð helt Móses á sinni upp fyri ísraelsfólki, tá tey vóru á veg inn í lovaða landið eftir útlegdarárini í oyðimørkini ? og stríðið varð endað. Og hesi orð kundi Páll eins væl borið víðari, nú 17. ættarliðið hevur tikið við garðinum.
Hugsjónarligan íblástur hevur garðurin í Kirkjubø eisini givið ? bæði til stovnanina av Sjálvstýrisflokkinum fyri øld síðani, tá langabbi Páll, Jóannes Bóndi, stovnaði Sjálvstýrisflokkin, og tá abbabeiggi hansara slaka hálva øld seinni stovnaði Tjóðveldisflokkin.

Sum ungur fór Páll á landbúnaðarskúla í Noreg, sum siður er í familjuni. Hann var nýhugsandi maður, hevði eitt virkið lív og nýtti tað høvið, hvør dagur gav, soleiðs sum tú verður noyddur at tillaga teg náttúruni í Føroyum ? ikki minst, tá tú skalt liva av náttúrini.
Innan landbúnaðin var Páll eisini slóðbrótari. Hann var hin fyrsti at hoyggja við fóðurheystara, hann var við at leggja lunnar undir eitt nú »Bóndafelagið«, »Grøði«, »Fóður« og gjørdi forarbeiðið til Meginfelag Búnaðarmanna, MBM.
At vera bóndi í dag er ikki sum fyrr. Heldur ikki á einum so stórum garði, sum garðinum í Kirkjubø. Stórar broytingar eru farnar fram innan landbúnaðin, at sjálvt ein so stórur garður, sum tann í Kirkjubø, ikki gav so nógv ? heldur ikki hjá so dugnaligum fólkum, sum Pálli og Sølvá. Tí fór hann eisini undir annað virksemi, og gjørdist m. a. handilsmaður afturat bóndayrkinum, tá hann fekk sær umboðssølu og seldi hegn um alt landið.
Garðurin og fornminnini annars í Kirkjubø góvu eisini Pálli høvi at virka í ferðavinnuni. Einki er sum Kirkjubø, tá tað um fornminni umræður, og her dugdi Páll so óføra væl at leggja til rættis soleiðis, at ferðamaðurin veruliga fekk eina uppliving at vitja í Kirkjubø. Hann dugdi so væl at greiða frá um sítt heim og ta stóru søgu, sum Kirkjubøur hevur í hugaheimi okkara.

Seinastu árini hevur Páll verið illa sjúkur, og tí komu deyðsboðini ikki óvæntað, hóast slík altíð koma óvart á. Páll hevur kortini verið heima, og hann vildi eisini liva ta síðstu tíðina ? og var fyri fáum døgum síðani seinasta túrin í koyristólinum saman við konuni Sølvá í bygdini og norðuri á Gomlurætt. Sølvá hevur greitt frá, at seyðurin kom so stillisliga móti honum ? væntaði at fáa fóður frá Pálli. Aftaná hevur hon hugsað um, at tað var sum um seyðurin segði hirðanum farvæl, tá hann legðist so stillisliga á bøin.
Páll varð grivin í gamla kirkjugarðinum við kirkjuna, har hann hevur verið deknur og klokkari, síðani pápi hansara doyði í 1973. Har liggur hann saman við foreldrum sínum og fedrum í nógvar ættir.