Vit kunnu herumframt hava í mentu, uttan at gera nøkrum órætt, at stórur partur av teimunm 6.378 atkvøðunum hjá Javnaðarfl. ikki vilja hava "her og nú" loysing og at partur av teimum 6.362 atkvøðunum hjá [...] sínum 1351 atkvøðum hevur ikki havt siðvenju fyri at vilja "her og nú" loysing. Eftir stendir at: Tjóðveldisfl. við 23,7% av atkvøðunum við vissu kann sigast at vilja "her og nú" loysing. Hetta er einasti bólkur [...] Fólkafl. Hetta er komið so sjónliga til sjóndar, at eg ikki her gerið nøkrum órætt við at siga sum er. Hvat gevur Annfinni Kalsberg rætt til, við 6.352 atkvøðum, at diktera eina nýggja samgongu? Og hvat fyri
ítróttafólk, og hesa komandi vikuna fara hesi so at kappast um ikki færri enn 4.000 heiðursmerki. So tað er í øllum førum víst, at tað verður nóg mikið at ansa eftir hjá fyrireikarunum. Nýttu havnarlagið [...] sum er høvuðsbýurin á Guernsey. Sjálvir hildu fyrireikarnir annars, at tað kendist nóg so løgið, at tað ongan tíð áður var hent, at eitt havnarlag varð nýtt til setanina. Sum frásøgumaðurin so rámandi [...] sum flaggberara, meðan varparin boðaði frá, at føroyingarnir í Hera Ziska í øllum førum áttu ein ítróttarmann, sum fór at kappast um heiðursmerki. Eftir at øll londini soleiðis høvdu gingið seg fram á
Ætlanin var ikki at leggja trýst á Christian Høgna, men heldur at vísa á, at í Vejle hava teir átt nógvar framúr málskjúttar. Seinastu árini hevur tað verið eitt sindur soltið, men nú tykist ein at hava víst [...] eitt korter. - Eg haldi, at tað gekk hampuliga væl hjá mær. At eg varð skiftur út mundi komast av, at eingin luft var eftir, heldur Jann Ingi, sum sigur seg harmast nógv um, at teir taptu. - Serliga í 1 [...] í hesum kappingarárinum. Vandi er sjálvandi fyri at taka munnin ov fullan, og beinini eiga at verða hildin á jørðini. Men um Christian Høgni megnar at halda um endan, sum hann rættuliga tykist hava fingið
Fótbóltssambandið hevði gjørt av, at teirra partur av atkvøðugreiðsluni skuldi gerast soleiðis, at panelið aftan fyri kjósanina var so breitt, sum gjørligt. Tí varð gjørt av, at umframt FSF sjálvt, so skuldi [...] ein ikki sørt bilsin maður, sum segði frá, at tað var nústaðni nú, at hann trúði hesum. - Teir ringdu til mín frá FSF fríggjadagin, men eg má siga sum er, at eg ikki rættiliga havi trúð hesum. Ikki fyrr [...] ikki burtur, at tað eisini var ein errin vinnari av atkvøðugreiðsluni, sum vit høvdu í horninum. - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri sera fegin um hendan heiðurin. Eg trúi í øllum førum sjálvur, at mann langt
Hetta kom ikki av, at hesir menn høvdu sett sær fyri at finna gylta miðalvegin ímillum eydnu og dygd. Torført er at sannføra modernað menniskju um, at tað er gylta millumvegin vit eiga at troyta, um eydnan [...] nyttar at royna at leggja seg mitt ímillum t.d. trúgv og øvund ella vísdóm og lívsleiði. Men er eydnan ikki bert ein sinnisrørsla, ið fyllir okkum av og á? Tað er tó munur á orðinum eydna og at gleðast [...] lys/(. . .) lykkeligt nær ved at græde?. Johs. V. Jensen skrivar: ?Eg vaknaði árla á morgni, vindurin streyk inn í kahyttuna, og við at eg í svøvni rann so fullur í gleði, at eg ikki kundi vera liggjandi
til at seta á stovn, og tað fara vit at brúka okkara orku í Fólkatinginum til at virka fyri, segði Kuupik Kleist. Hann sipaði millum annað til avtalurnar við USA, sum loyvir amerikansku verjuni at vera [...] . Á tíðindafundi týsdagin løgdu teir fram sín boðskap, har tað verður sagt, at Grønland nú noyðist at fara undir arbeiðið at gera seg meira óheft av Danmark og danska blokkstuðlinum. - Næsta stigið í [...] vita eisini, at Grønland verður ikki ein sjálvstøðug tjóð tey fyrstu árini. - Í valstríðnum settu fleiri sær tað mál, at hetta skuldi verða seinasta fólkatingsvalið í Grønlandi. Eg sigi ikki, at vit røkka
sørt, at Kyndil mátti metast sum favorittur. Bæði tí at teir eftir sera laka grundspælið tykjast hava fingið glið á sítt spæl, og so eisini tí at hoyvíkingar so fullkomuliga eru uppsteðgaðir, eftir at teir [...] burtur, at Bárur Johannesen hevur átt stóran lut í hesum. Spurningurin er so bara, hvussu leingi Kyndil sleppur at hava hann í liðnum, áðrenn fótbólturin ger tað neyðugt at gevast við hondbóltinum. At enda [...] grønu ongan tíð við at stríðast, og um miðjan seinna hálvleik gav hetta veruliga at bíta. Kanska vóru hoyvíkingarnir eisini møddir, tá teir eftir eitt reytt kort ikki høvdu møguleika at fremja nakrar útskiftingar
upprunaliga vóru ímóti uppskotinum. Nú var støðan tann, at FSF kundi velja ímillum at hava spilt sjey milliónir ella at nýta tvær milliónir afturat, soleiðis at bygningurin kann gerast endaliga liðugur. Hesum [...] uppskot frá nevndini um, at Fótbóltssambandið skuldi keypa bygningin við Tórsvøll, so hesin kundi gerast liðugur. Eftirlýstu kunning Í stuttum kann sigast um ætlanina, at eftir at FSF nú hevur nýtt knappar [...] var tað í fleiri førum soleiðis, at feløgini als ikki tóktust nøgd við svarið. Fyrst og fremst legði Torleif Sigurðsson dent á, at einastu ráðini hjá FSF í løtuni vóru at keypa húsini. Sum hann málbar seg
okkum, soleiðis at vit koma til skaða, so skal løgreglan geva honum eina bót. Tað er ikki loyvt at koyra á fólk, men vit hava loyvi at mótmæla. Vit finna okkum ikki í, at vit einki stað hava at vera í, rópti [...] eg eri altíð til reiðar at tosa við ungdómin í Klaksvík, royndi borgarstjórin at siga teim ungu. Men tey høvdu als ongan hug at lurta eftir borgarstjóranum, og hildu áfram við at rópa og rista í bilin. [...] ár. Vit í býráðnum vita, at tað gongur ov seint við at finna eitt tilhaldsstað til ungdómin, men vónandi kann kvøldið í kvøld skumpa eitt sindur undir. Vit fara í øllum førum at tosa meir um hetta komandi
var ikki at undrast á, at Óla Christian fleiri ferðir kendi seg bæði væl og virðiliga seldan av viðleikarunum, tá hesir ikki vóru nóg skjótir at koma í verjustøðu. Í einum lopi leyp Tjaldur frá at vera aftan [...] var so ein møguleiki at toga seg enn longur uppeftir, tá leiðin gekk til Vestmanna at dystast móti kollfirðingum. Skiftandi hálvleikir Eftir fyrra hálvleik var tó ikki líkt til, at gestirnir skuldu fáa [...] aftan fyri við fimm málum til at vera tvey frammanfyri, og hóast heimaliðið royndi at svara aftur, so var hetta vónleyst. Nýggir tónar Við sigrinum er Tjaldur nú av álvara farin at nærkast bronsuplássinum,