Guernsey: So er klárt at byrja. Leygarkvøldið um gott og væl átta-tiðina vórðu 10. oyggjaleikirnir settir, tá umboðsmaðurin hjá bretsku trúnuni, Bailiff, Sir de Vic Carey, við stoltleika kundi siga, at nú vóru Guernsey vertir. Tað var Guernsey eisini fyri 16 árum síðani, men einki er at ivast í, at talan er um eitt munandi størri tiltak hesaferð. Við Bermuda sum nýggjasta skotinum á stammuni er talið av luttakandi oyggjum komið upp á 23. Íroknað leiðararnar hjá ymsu liðunum er talan um yvir hálvt-triðja túsund ítróttafólk, og hesa komandi vikuna fara hesi so at kappast um ikki færri enn 4.000 heiðursmerki. So tað er í øllum førum víst, at tað verður nóg mikið at ansa eftir hjá fyrireikarunum.
Nýttu havnarlagið
Sum vant, so høvdu vertirnir gjørt nógv burturúr, nú leikirnir skuldu setast. Fyri fyrstu ferð varð hetta ikki gjørt á einum ítróttarøki, men harafturímóti í havnini í St. Peters Port, sum er høvuðsbýurin á Guernsey.
Sjálvir hildu fyrireikarnir annars, at tað kendist nóg so løgið, at tað ongan tíð áður var hent, at eitt havnarlag varð nýtt til setanina. Sum frásøgumaðurin so rámandi segði, so eru tað jú júst havnir og hav, sum allir luttakarnir hava til felags fram um alt annað. Tí vóru tey ongan tíð stórvegis í iva um, at hetta vóru teir bestu karmarnir til slíka setan, og so er tað jú eisini tað, at við støddini, sum leikirnir nú hava voksið seg til, so hevði helst verið nakað trongligt, um bæði luttakarar og áskoðarar øll skuldu verið kroyst inn á eitt stadion.
Og einki er at ivast í, at talan var um eina væl eydnaða setan. Kanska ikki so pompøs og hábærslig, sum hon var við stóra fýrverksshowinum á Isle of Man fyri tveimum árum síðani, men kanska hinvegin meira hugnalig. Trongu høvuðsvegirnir í býnum vóru í góðari tíð ruddaðir fyri ferðslu. Parkering var ikki loyvd nærhendir havnarlagnum, og saman við løgreglurni høvdu fyrireikararnir avbyrgt ein geira eftir høvuðsvegnum, har luttakararnir so marcheraðu yvir á Albert Pier.
Á odda fyri øllum hesum gekk asnin, Dánjal, ella Daniel the Donkey, sum maskotturin fyri leikirnar eitur. Og so komu londini eitt fyri og annað eftir. Føroyar sum sjeynda í røðini við Sólvu Joensen sum flaggberara, meðan varparin boðaði frá, at føroyingarnir í Hera Ziska í øllum førum áttu ein ítróttarmann, sum fór at kappast um heiðursmerki.
Eftir at øll londini soleiðis høvdu gingið seg fram á savningarstaðið, var tíðin komin til vatn-hátíðina, sum eisini er fastur partur av setanini. Luttakararnir hava nevnliga øll vatn við heimanífrá, og fyri at sýna vinarlagið, sum er á leikunum, verður alt hetta so latið í eitt springvatn. Eitt springvatn, sum hesaferð er partur av havnarlagnum í St. Peters Port.
Lokal stórhending
At meta eftir umrøðuni, sum leikirnir fáa í lokalu miðlunum, so er talan helst um eina tí størstu ítróttarhendingina í søguni hjá Guernsey. Undir heitinum, On your marks..., hevði leygardagsútgávan av Guernsey Press eitt 24 síður stórt eykablað í litum, har greitt var eitt sindur frá um ymsu luttakandi oyggjarnar. Føroyar hava sum vera man sína egnu síðu í hesum, og skal metast eftir greinaskrivaranum, so er tað serliga treiskni hjá føroyingum, sum fólk eru bergtikin av. Umframt fræsla ítróttin, sum tykist hava høga raðfesting á staðnum, so verður í greinini eisini nortið við góðu flogbóltsúrslitini hjá føroyingum, og so harmast tey annars, at fótbóltsmenninir, sum herfyri leiktu javnleik móti Skotlandi, ikki eru við á leikunum. Men hinvegin leggja tey dent á, at kvinnurnar í fótbóltinum neyvan seta seg til sættis við eitt pláss uttan fyri topp-trý.
Hvussu verður við hesum og øllum øðrum, vita vit tó munandi betri um eina viku. Við íðkarum í ellivu ymsum ítróttagreinum eru føroysku vónirnar í øllum førum settar langt upp. Seinast vísti endaliga uppteljingin 15 gull, 12 silvur og 13 bronsumerki, og so er spurningurin, um vit enn einaferð megna at betra okkara egna met, ella um vit skulu vera nøgd við minni hesaferð.