og óttanum fyri at verða søgd upp í leiguíbúðum. Eg haldi, at nú skulu vit gevast bara at tosa um allar dýru íbúðirnar í Havn, og hvussu dýrt tað er at leiga í høvuðsstaðnum. Nú skulu vit heldur gera [...] Tórshavnar Kommuna eigur at rætta hesum fólkum eina hjálpandi hond, og tann møguleikan hevur kommunan. Vit kunnu t.d. lata lutafeløgum grundøki ókeypis til at byggja bíligar lutaíbúðir. Hetta skal sjálvandi [...] gera nakað við hendan trupulleikan, sum í roynd og veru kann loysast, um vit bert vísa viljan í verki. Ein slík verkætlan kann gerast í einum samstarvi millum Tórshavnar Kommunu, Húsalánsgrunnin og lutafeløg
høvuðsstaðurin, fær enn fleiri miðbýarbúgvar. – Vit høvdu ynskt okkum, at landið tók bústaðarneyðina í størri álvara, tí í mun til okkara grannalond eru vit lítið lógarskipað á bústaðarmarknaðinum. Alneyðugt [...] Alneyðugt er við einum almennum bústaðarpolitikki, sum m.a. veitir heimildir og setir karmar fyri bæði kommunurnar og ta privatu vinnuna. Heimildir tørva til at langtíðarútleiga lendir til bústaðarbygging
um nakra útreiðslu fyri kommununa. - Eg síggi hetta sum eina íløgu, og eg ivist ikki í, at hon fer at vinna seg fleiri ferðir inn aftur. Hetta fer vónandi at skapa størri áhuga fyri vinnulívinum í kommununi [...] eitt nú kortleggja vinnuna í kommununi, orða eina vinnustrategi fyri Tórshavnar Kommunu, og eisini útgreina hvat kommunan kann gera fyri at menna ferðavinnuna í Suðurstreymi. Vegleiða ígongdsetarum Heðin [...] samband við kommunuumsitingina fyri at fáa hjálp. Tí verður ein av arbeiðsuppgávunum hjá nýggja vinnusamskiparanum at vegleiða og ráðgeva ungum ígongdsetarum, sum ætla at byrja fyri seg sjálvan. - Býráðið heldur
flakavirkjum og skipum, og royndu á tann hátt at skapa livilíkindi í kommununum. Tað ber ikki til longur. Kommunurnar leiklutur í dag er heldur, at skapa karmar fyri einum góðum vinnulívi. Eisini á hesum øki [...] skúlarnir eru góðir og vælútgjørdir, har sum mentunarlívið hevur góðar karmar at mennast, har sum góðir karmar eru fyri frítíðarvirksemi fyri bæði børn og ung, og har sum børn, vaksin og gomul kunnu ferðast [...] skifta ikki yvir í vinstru síðu tá vit koyra av landsvegi inn í bygt øki, og líka lítið skifta vit politiska hugsjón tá vit flyta okkum av einum politiskum palli til annan. Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk
øki mátti lúta fyri vinnuliga virkseminum, ið er økt seinastu 50 árini. Samstundis eru flest øll á einum máli um, at hesin vinnuligi framburður, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri menningina í l [...] eitt slag av býráðstorgi, eitt óformelt STAÐ fyri allar borgarar og vitjandi. Eitt STAÐ við góðum sólargangi, sum kemur at liggja við ósan og sandin, í lívd fyri høgættini. Í dag er ein grønur geiri framvið [...] Okkara ynski er sjálvsagt at binda grøna økið eystanfyri Eiðisá við økið vestanfyri, men vit vilja eisini skapa eitt STAÐ, við eini aðrari dimensión, har tann gangandi verður lyftur upp frá tí lutfalsliga
Spurningurin er so um hetta hevði komið fyri í øðrum kommunum, sum vit eru út fyri nú. Jú vit eiga eisini ábyrgdina Kommunurnar hava ábyrgdina av bygningunum, men vit hava tíverri einki at siga tá tað viðvíkur [...] Hvønn er skúlin fyri? Tað er púra burturvið at góðtaka nakað annað enn, at landsstýrismaðurin syrgir fyri, at játtan verður til skúlagongd á Argjum fyri øll Argjabørn. Tað fellir mær fyri bróstið, at kommunan [...] Tí óansæð hvussu vit venda og snara tí, og hvar vit staðseta flokkin, so nøktar tað ikki tørvin. Skilabest er at staðseta eyka flokkin í Sankta Frans skúla, tí hann liggur frægast fyri hjá nógvum. Og í
kostnaðurin er góðar 18 mill. kr. Hetta er ikki smápengar. Vit høvdu t.d kunnað fingið eina spildurnýggja ítróttarhøll fyri somu pengar, bara fyri at gera eina sammeting. Eingin ivi er um, at hesar milliónirnar [...] als einki kenna til. Vit eiga at halda okkum til langtíðatætlanirnar, sum vit hava sett okkum, tí betri er ein fuglur í hondini enn tíggju á takinum. Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi [...] hinumegin, og oman fyri liggur løgtingshúsið. Nakað annað er, at núverandi býráðssalur kundi verið dagførdur, men at flyta hann burtur úr býnum og út á ein bryggjukant er ørskapur. Vit eiga at halda fast
Eiler Johannesen valevni Karmar fyri framleiðslu og vinnurekandi, soleiðis at møguleikar eru fyri arbeiðsplássum til fólkið í kommununi, vegakervi ? soleiðis at fólk trygt kunnu koma og fara til og frá [...] sum kommunan nú hevur fulla ábyrgd av, og harvið betur er før fyri at tilrættaleggja íløgurnar til at nøkta ansingar tørvin. Karmar fyri tann sum eigur bát, t.v.s. bátapláss og ? drátt til ymiskt viðlíkahald [...] marknaðin vita vit, at útboðið í løtuni er lægri enn eftirspurningurin. Hetta hevur við sær, at kostnaðurin fyri sethús er sera høgur, og eigur kommunan at betra umstøður teirra ungu, sum standa fyri at ogna
Eg fari at virka fyri at skapa best møguligu karmar fyri borgararnar í Tórshavnar Kommunu. Eg fari at virka fyri: Fíggjarligum skynsemi. Umheimurin er í einari stórari fíggjarligari kreppu og kommunan [...] ordiligt lestrarumhvørvi í kommununi. Týdningarmikið er fyri kommununa at skapa lesandi eitt umhvørvi, har næmingar, lærarar og vinna kunnu finna saman og skapa dynamikkin, sum krevst til at lyfta býin inn í 21 [...] og fáa fyritøkur til sín, má kommunan rætta vinnuni eina hjálparhond. Latum okkum saman skapa tað umhvørvið, har vit trívast best. X við lista E 11 november!
tað:”TEIR” í kommununi-hóast tað situr ein skilagóð kvinna í býráðnum. Vit mugu vera fleiri konufólk, sum eru við at taka avgerðir, ikki tí vit er betri enn mennirnir, men tað er altíð gott við eitt sindur av [...] tá ið tað kemur til kommunalpolitikk. Eg kann sjálvsagt bert tosa fyri meg og tað sum eg meti vera eitt týdningarmikið grundarlag fyri at reka kommunalpolitikk. Nógvar ungar kvinnur halda seg aftur at [...] men eg haldi ikki, at tað nýtist at vera ein vansi, heldur ein fyrimunur, tí tá brennir ein fyri at arbeiða fyri at kommunan framhaldandi skal verða eitt gott og mennandi stað hjá børnunum at vaksa upp.