Búskaparvøkstur tengdur at góðum fyritreytum

- Tað er umráðandi, at vit syrgja fyri, at okkurt er at koma eftir her á landi – fyri øll, sum kunnu geva eitt ískoyti til upplivingarbúskapin. Tað er eisini umráðandi, at vit kunnu bjóða bestu arbeiðsmegini bestu møguleikar fyri at liva og virka her á landi, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tá ið hann setti ráðstevnu í Norðurlandahúsinum

Vinnustevna

Hósdagin var vinnuráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum Menningarstovan og Elin Heinesen skipaðu fyri. Heitið á ráðstevnuni var "Kreativitetur, innovatión og upplivingarbúskapur".
Dagurin byrjaði klokkan 9.30 og endaði klokkan 17.
Á skránni vóru fleiri fyrilestrar um evnið, og endað varð við stórum pallborði undir yvirskriftini: "Hvussu fáa vit meira samstarv millum vinnu og mentan" og "Hvussu kunnu vit brúka upplivingarbúskap í Føroyum".
Á næstu miðsíðunum hevur Kim Simonsen, sum sjálvur var við í pallborðinum, ymiskt tilfar frá ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.

Virðir og upplivingar
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, setti vinnuráðstevnuna, og í røðu síni segði hann seg fegnast um, at hann hevði fingið hetta høvið.
- Vit hava í okkara vinnupolitikki uppskot um, hvussu karmarnir fyri føroyska vinnu kunnu betrast og útbyggjast á teimum økjum, sum hava størstan týdning fyri vinnuna.
Hann segði, at í vinnupolitikkinum verður haraftrat eisini víst á, at búskaparvøkstur í stóran mun er tengdur at, hvussu góðar fyritreytirnar eru fyri eitt nú nýskapan – ella innovatión, sum tað eisini verður rópt.
Í røðuni vísti hann eisini á, at tey, sum hava áhuga í at vita meira um vinnupolitikk landsstýrisins, kunnu fara á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum (VMR).
- Framtíðin hevur við sær stórar avbjóðingar. Tað er ikki longur einans siðbundni rávøru-og framleiðsluídnaðurin, sum tryggjar vøkstur. Nú verður dentur eisini lagdur á aðrar eginleikar, har stór virðir verða skapt gjøgnum upplivingar. At vit eru ávegis til meira fjøltáttað vinnumynstur, er valutainntøkan í samfelagnum dømi um, segði landsstýrismaðurin.

Handilslligt og listarligt
Bjarni Djurholm setti spurningin, hvat skal til fyri at klára seg í alheimsgjørda upplivingarsamfelagnum, og hvussu brynja vit føroyska vinnulívið til at møta hesum nýggju avbjóðingum.
- Sum víst verður á í vinnupolitikkinum, skal nýskapan til, um vit vilja arbeiða saman tvørtur um siðbundin yrkismørk og skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum, nýggjum vørum og nýggjum verkætlanum.
Og landsstýrismaðurin helt fram:
- Eg havi skilt, at henda ráðstevnan snýr seg um at varpa ljós á upplivingarbúskapin, og hvussu vit kunnu sameina skapandi – handilsliga og listarliga – fatan og seta fokus á upplivingarsamfelagið, sum verður drivið av nýskapan, nýhugsan, tøkniligum know-how og vørumenning.
Hann setti eisini spurningin, hvussu vit kunnu fáa allar aktørar við, bæði fólk í vinnulívi, handli, tøkni, list, tónleiki, mentan, ítrótti, gransking, útbúgving, design, arkitekturi – umframt politikki, samskifti og marknaðarføring.
- Jú, hetta er sanniliga ein stórur biti, helt landsstýrismaðurin fyri.

Góður gróðrarbotnur
- Tað er umráðandi, at vit syrgja fyri, at okkurt er at koma eftir her á landi – fyri øll, sum kunnu geva eitt ískoyti til upplivingarbúskapin. Tað er eisini umráðandi, at vit kunnu bjóða bestu arbeiðsmegini bestu møguleikar fyri at liva og virka her á landi.
Bjarni Djurholm helt fyri, at føroyskar vørur umboða eina "nichu" á altjóða marknaðinum, sum hevur góðan møguleika at vekja ans.
- Tað týdningarmesta er sjálvandi at hava nakað munagott at bjóða øðrum, legði hann aftrat.
Hann helt, at er tað góða ráevni til steðar, og "talentmassin" í landinum er førur fyri at framleiða dygdarvørur burtur úr ráevninum, gevur hetta ein góðan gróðrarbotn fyri vinnulívið.
- Men vørurnar vekja ikki ans, um tær ikki møta einum tørvi, sum er í marknaðinum frammanundan. Heldur ikki vekja vørurnar ans, fyrr enn tær verða vístar fyri teimum røttu málbólkunum á rættan hátt og í rætta tíðarbilinum.
Landsstýrismaðurin segði, at um vit øll vilja tað saman – ja, so røkka vit málunum, ið vit seta okkum.
- Eg vóni, at henda ráðstevnan fer at geva sítt íkast til upplivingarbúskapin í Føroyum og soleiðis seta ferð á og skapa synergi til gagns fyri bæði tann einstaka og føroyska vinnulívið sum heild, segði Bjarni Djurholm í setanarrøðu síni.

Elin um netverk
Tað vóru Elin Heinesen og Menningarstovan, sum í felag skipaðu fyri vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.
Millum fyrilestrarhaldararnar var Elin sjálv, og hon legði seg serliga eftir, hvat netverk er, og hvat hetta kann brúkast til.
Ein av spurningunum, hon setti er, hví vit skulu netverka, sum hon tók til.
- Jú, tú skalt netverka, tí netverk kunnu 1) geva atgongd til ressursur, tá ið tú hevur brúk fyri teimum, 2) geva bíliga atgongd tilo ressursur, 3) víðka títt marknaðarvirði, 4) vera eitt rættiliga kostnaðarfrítt marknaðarføringsamboð.
Hon legði aftrat, at netverk gevur vitan um nýggjar rørslur og rák í marknaðinum, gevur atgongd til týdningarmikla insider-vitan, gevur møguleikar til at breiða út tína vitan og fáa viðurkenning fyri tað, gevur møguleika fyri at skapa vitan saman við øðrum og gevur tær stuðul og undirtøku.
Elin nevndi ein hóp av møguleikum við at netverka, sum rúm ikki er á hesum sinni at endurgeva í smálutir.
- Tú finnur keldur og tilburðir/ cases, finnur samstarvsfelagar, finnur onkran, sum tú kanst geva uppgávur til, ið tú ikki hevur tíð til sjálv/ur og tú kanst fáa ráð um avtalur, sáttmálar og lønarsamráðingar.

Ymiskar "typur"
Í sínum fyrilestri nevndi hon fýra ymiskar "typur" av netverkarum, 1) einspennarin, 2) tann vertskapsligi, 3) tann snúðni og 4) brúgvabyggjarin.
- Er tú einspannarin, ert tú sannførdur um, at tú klárar alt best sjálv/ur. Tú heldur, at tað er "snýt" at fáa ráð frá um lættari mátar at loysa uppgávur skjótari. Tú heldur, at tað ger teg veikari at býta út av tíni vitan – og tú ert bangin fyri at liggja øðrum til last.
Hon lýsti síðan tann vertskapsliga netverkaran, sum leggur meira dent á at náa at heilsa uppá nógv – heldur enn at minnast, hvat tey eita, og hvat tey gera.
- Tú hevur "nøs" fyri, hvør ið ER nakað, tú dugir at føra teg fram í einum selskapi, men spennir bein fyri teg sjálva/n, tí tú í veruleikanum ikki gevur nakað ektað av tær.
Hon segði, at tann snúðni netverkarin setir seg bara í samband við fólk, um viðkomandi roknar við at fáa vinning burtur úr tí. Tú heldur "roknskap" við, um onnur geva tær tænastur aftur. Tú brúkar fegin hugskot frá øðrum uttan at føla, at tú stjelur tey – og tú kanst misnýta álitið hjá øðrum.
- Ert tú hinvegin brúgvabyggjarin, trýrt tú upp á egið virði, tú ber ikki ótta fyri at biðja onnur um nakað, tú ber ikki ótta fyri at skapa nýggj sambond millum fólk, sum tú heldur kunnu fáa nyttu av at kenna hvørt annað - og tú er kanska í vanda fyri, at "service-geniið" tekur yvir, soleiðis at onnur útnytta teg.

Góður netverkari
Elin hevði í sínum fyrilestri eitt boð uppá, hvat ein góður netverkari er.
- Hesin ber ikki ótta fyri at seta seg í samband við onnur, er opin fyri umheiminum og forvitin uttan at vera nærgangandi, ber ikki ótta fyri at geva ella taka ímóti, ber ikki ótta fyri ymiskleika, bjóðar seg fram, byggir brýr, er álítandi og hevur trúvirði.
Hon vísti á, at netverk er gull vert.
- Netverk gevur kanska ikki úrslit beinanvegin, men yvir longri tíð. Netverk er ein strategi – og ein íløga. Títt netverk er tín sosiali kapitalur – tær ressursir, sum tú hevur atgongd til umvegis netverkið. Títt netverk er IKKI tín marknaður, men tey fólk, sum vilja hjálpa tær á marknaðinum, segði Elin Heinesen millum annað í sínum áhugaverda fyrilestri.