Landsstýrismaðurin legði stóran dent á, at tað almenna skuldi tálma serliga íløgunum, tí búskaparvøksturin eftir hansara tykki var ov stórur.
Hesum sjónarmiði fekk hann tó als ikki treytaleysa undirtøku fyri. Fleiri ávaraðu m.a. um, at ein minking í almennu íløgunum fer at seta ferð á eina stóra búskaparniðurgongd.
Eisini vístu fleiri á, at í føroyska samfelagnum eru ymsir strukturellir skeivleikar, sum gera, at búskaparvøksturin av sær sjálvum steðgar upp, verður einki gjørt. Ein tann størsta forðingin er trot á arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at landsstýrið ikki hevur loyst hetta álvarsmál, og at Magni Laksáfoss á nevnda fundi segði, at tað heldur ikki var hansara borð.
Landsstýrismaðurin hevur als ikki lurtað eftir ráðunum, tí hann hevur start seg púra blindan uppá eittans mál, ið er at steðga búskaparvøkstrinum. Øll onnur í samfelagnum hava annars eitt annað mál, ið er at vaksa um búskapin til tess at skapa betri vælferð fyri øll.
Kommunurnar bindast niður
Stýring skal til, treyðugt so, og tað er uppgávan hjá landinum at skipa karmarnar. Man kann velja
detailstýring og harvið kvala allan framburð, ella man velir frælsari stýring og álit, ið er kveikjandi og mennandi fyri framburð í øllum samfelagsliðum.
Magni Laksáfoss hevur bæði sum limur í Búskaparráðnum og nú sum landsstýrismaður talað fyri meira detailstýring av føroysku kommununum. Hann er ikki nøgdur við galdandi kommunustýrislóg, har kommunurnar stýra fíggjarviðurskiftunum sjálvar tó við teirri skilagóðu avmarking, at lániskuldin skal ikki vera størri enn ein skattaálíkning.
Men Magni Laksáfoss hevur als ikki skilt, hvat virksemið fer fram í kommununum. Hann hevur heldur ikki skilt, hvørjar uppgávur, kommunurnar loysa, og hvør hevur álagt kommununum útreiðslurnar. Hann hevur heldur ikki skilt, hvønn týdning kommunurnar hava í samfelagnum og allar minst hevur hann skilt nakað av, hvørjum kommunurnar tæna.
Tað eru í stóran mun kommunurnar, ið skapa almennu framdriftina og búgva undirstøðukervið til at loysa avbjóðingarnar og tryggja vælferðina. At binda virkisfrælsið hjá kommununum niður í detailstýring fer at forkoma hesum.
Høvuðsstaðurin, landið og Visjón 2015
Tórshavnar kommuna hevur, sum tann størsta kommunan í landinum, serligar skyldur eisini sum høvuðsstaður í einum landi, ið hevur sett sær stór mál fyri føroyska vælferðarsamfelagið anno 2015 í einum altjóðagjørdum heimi.
Her búgva sum er 40 % av íbúgvunum, og dagliga brúka kanska eini 60-70 % av landsins íbúgvum býin her antin í arbeiði, útbúgving, frítíð og tænastum annars.
Eingin ivi skal vera um, at vit í Tórshavnar býráði og kommunan øll gleðiliga tekur á seg hesar skyldur. Ein livandi miðdepil er eisini fortreyt fyri lívið og menning eisini kring landið.
Vit kenna uppgávuna. Vit kenna ábyrgdina. Og vit loysa málini – eisini tey, ið landið hevur forsømt uppá tað grovasta.
Men tað er øllum greitt, at tað kostar pening ikki minst í íløgum. Uppskotið til fíggjarætlan fyri 2008 hjá Tórshavnar kommunu er framsíggin, framsøkin og – ikki minst – alneyðug til tess at lúka lógarkrøvini, ið landið hevur sett, og tey sjálvsøgdu krøvini, sum borgararnir seta einum nýtímans høvuðsstaði bæði í mun til undirstøðukervi, vælferð og trivna.
Ætlanirnar eru lagdar og fíggingin tøk. Men Magni Laksáfoss hevur kvitterað við at skýra okkum ábyrgdarloysingar. Tað er nógv fyri.
Hvussu stórur verður útreiðsluvøksturin?
Eingin veit, hvussu stórur samlaði kommunali útreiðsluvøksturin í veruleikanum verður. Vit tosað enn bert um fíggjarætlanaruppskot fyri komandi ár, og veruligi útreiðsluvøksturin verður ikki staðfestir fyrr enn seinni.
Rakstrarútreiðslurnar vaksa altíð nakað í sambandi við lønarvøkstur á arbeiðsmarknaðinum, men íløgur eru eingangsútreiðslur, sum í mongum førum er við til at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, tí íløgurnar skapa møguleikar fyri effektivari rakstri og harvið sparingar.
Fíggjarstøðan hjá flestu kommununum er so mikið góð, at hetta er rætta tíðin til íløgur.
Men Magni Laksáfoss hevur megnað at fáa orðið íløgur til at ljóða ljótt og vandamikið, og kanska var best, at ongar íløgur vóru.
Hvat kann gerast?
Magni Laksáfoss hóttir nú við lógarinntrivum og politiskum átøkum, tí kommunurnar seta eld í búskapin. Í øllum førum skal Tórshavnar kommuna ikki sleppa at gera sínar íløgur, tí tað er ivaleyst politiskt sjálvmorð at seta somu krøv til allar hinar kommunurnar kring landið. Tosið um útjavning er eisini tað sama – tak frá Havnini og gev hinum, so at Havnin kann haldast niðri.
Kommunurnar vilja fegnar samráðast við landið um yvirskipaða búskaparstýring, ið eisini tekur atlit til lógarkrøv og íløgutørv, men higar til dags hava ongar samráðingar verið, bert einvegis docering og diktering frá landsstýrismanninum. Tað er óvirðiligt.
Men er eldur í búskapinum? Hvat søgdu tey, ið góvu landsstýrismanninum ráð á fundinum um búskaparútlitini? Og hví lurtar Magni Laksáfoss ikki?