Í lesarabrævi fyrr í dag, ákærdi býráðslimur hjá Tjóðveldi í Tórshavn, Jógvan Arge, býráðið í Havn fyri at hava snarað til høgru, hóast Javnaðarflokkurin hevur einsamallan meiriluta.
Tað var avgerðin hjá Býráðnum, um at bjóða grundstykkini undir Kongavarða, sum kommunan nýliga hevur keypt frá Eik, út til hægstbjóðandi, heldur enn at halda seg til bíðilistan hjá kommununi.
- Kommunan loypir bukk um bíðilistan, skrivar Jógvan Arge.
Les eisini Kommunan spælir við ognir
Nú svarar Anfinn Brekkstein aftur. Undir yvirskriftini Menning krevur broytingar, Jógvan Arge, greiðir býráðslimurin úr Sambandsflokkinum frá, at hetta er ikki ein ideologisk snaring móti høgru, men ein snaring móti menning.
- Býráðið í Tórshavn hevur gjørt eina snaring, men tað er ein snaring, sum hevur við menning at gera á bústaðarøkinum – politiska motivatiónin og lyklaorðini eru fólkavøkstur og dynamikkur.
Annfinn Brekkstein sigur, at verandi skipan við bíðilista hevur avmarkingar við sær. Millum annað kunnu lesandi og tey, ið eiga eina aðra húsaogn, ikki skriva seg á bíðilistan. Hetta forðar fyri dynamikki í bústaðarmarknaðinum, heldur hann.
- Í løtuni er bústaðarmarknaðurin í Tórshavnarøkinum ov stirvin og eggjar ikki til fólkavøkstur og eitt skilagott bústaðarmynstur, skrivar Annfinn Brekkstein, og sipar til, at fólk ikki kunnu nýta bíðilistan í einum liði, at royna at skipa síni bústaðarviðurskifti betri.
Annfinn Brekkstein skrivar í lesarabrævinum, at skipanin við bíðilista verður broytt.
- Býráðið ynskir nú, at skipanin við bíðilistum verður broytt soleiðis at eisini tey, sum hava tørv á einum øðrum, minni og/ella meira hóskandi bústaði eisini kunnu fáa tað.
- Við nýggju skipanini og møguleikunum verður tað nógv betri møguleikar at útvega sær ein hóskandi bústað, t.v.s. sum er lagaður til tann tørv, sum ein hevur og vit skapa grundarlag fyri fólkavøkstri í kommununi, skrivar Annfinn Brekkstein.
Annfinn Brekkstein vil tí vera við, at talan ikki er um at loypa bukk um bíðilistan, ella at geva teimum ríkaru borgarunum fyrimun.
- Jógvan, vit loypa ikki búkk um bíðilistan. Vit í samgonguni beina burtur forðingar fyri menning og vøkstri – borgarin og tíðin krevur tað, skrivar hann at enda.










