summar mistu umleið 30 eldri fólk í Eysturoynni heimahjálpina vegna sparingar. Fólk, ið hava verið inni í skipanini í nógv ár og sum veruliga hava ein tørv. Fyri ikki at koma í somu støðu í ár, hevur H [...] at renna okkum í somu trupulleikar, tí Heimarøktin hevur ikki fingið meiri pengar at arbeiða við. Tað er ógvuliga keðiligt og ótrygt at verða noydd at skera knappliga niður, og brúkararnir missa álitið [...] Heimarøktini, tær flestu niðursetta tíð. Á pallborðsfundi mánakvøldið í gamla prestagarðinum á Nesi var eldrapolitikkur evnið. Ása Hanusson greiddi frá ítøkiligu støðuni í økinum viðvíkjandi eldrabúplássum
umstøðurnar øðrvísi. Liðið spældi sínar heimadystir á Mølini á Eiði. Húsið var lítið at reypa av, men menn trivust væl. «Tað var nógv fólk til venjing og fleiri av teimum eldru áskoðarunum komu við kaku [...] «Tað er ikki stuttligt at minnast aftur á. Vit vóru tað betra liðið og eg haldi at KÍ hevði ein mál møguleika og so langskotið, ið teir skora upp á, sigur Bárður Olsen. EB/Streymur er í dag í nógvar mátar [...] umfør eru eftir, skal EB/Streymur bara hava fimm stig, so eru teir FM vinnarar á fyrsta sinni. «Tað var nógv trýst á okkum tá. Tey flestu mettu okkum longu um FM vinnarar undan seinasta leikdegnum, sigur
hevur hon ikki havt nakran serligan týdning. Tað er einki sum er so óspennandi sum at lesa tað, ið reyðsokkarnir hava skrivað. Tað er ein farin tíð, men tað er tað eftir øllum at døma ikki fyri allar kvinnur [...] sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð og at seta ta [...] eg meg í ein múr. Av teirri grund mátti eg lata dóttrina vera í Danmark fyrstu tíðina og tað var hart. Tað var ein trupul tíð og eg hugsaði, at Føroyar eru ikki eitt samfelag fyri meg við teimum dreymum
um mánaðin fyri einkultkømur, og nú er tað farið upp á 2300. Marknaðarprísurin fyri tað er kanska 3500 til 3800 krónur um mánaðin fyri líknandi mitt í býnum. Tá tað er dupultkamar, so skal hvør persónur [...] við onkrum øðrum, sum kanska var ein tilvildarligur fremmandur, vísir Heðin Lamhauge bert til kostnaðarstøðið á bústaðarmarknaðinum í Havn. - Nei, tað havi eg ikki sagt. Tað, sum eg sigi, er, at um hesir [...] sostatt ikki vita, at hesi koma. - Men eg havi ikki eitt tað einasta trýmanskamar, sigur Heðin Lamhauge. Talan var sostatt eisini um eitt undantak, tá tað í frágreiðingini stóð, at einir feðgar búðu millum
Tað er rættiliga kalt og kavi í veðrinum henda týsdagin í farnu viku, men kortini gott sólarveður. Fólk flest halda seg helst innanveggja, men tað eru kortini tey ið eru noydd at vera úti ein slíkan dag [...] planerað og húsaveggirnir komnir upp. Nú vantar bert timburarbeiðið. Tað letur kortini ikki bíðað eftir sær, tí henda sama týsdagin var skálamaðurin, Rógvi Alfredsson í ferð við at inniloka húsini. Saman [...] Henda týsdagin var hann enntá so heppin at fáa vitjan av sjálvum borgarstjóranum á Strondum, Malenu Thomsen. Í prátinum teirra millum kom fram eitt ynski frá Rógva til Sjóvar kommunu. Tað kundi meiri enn
selja kongafiskafløk, steinbítafløk og havtaskusporl. - Hetta var alt fekst, og vit seldu hesar vørur um alt Evropa, heilt niður til Spania. Tað var ein gamal næmingur hjá mær, sum starvaðist hjá Nevinum, ið [...] Runavíkar kommunu, eru góð, og her eru tað ikki minst tær staðbundnu nevndirnar, sum knýta saman millum økini. - Tað er týdningarmikið, at hesi økir ikki síggja tað soleiðis, at tey eru undirløgd Runavíkar [...] landsins. Men heilt síðan hann var stórur smádrongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í beiðari merking. - Abbi mín, Joen Magnus Lamhauge, búði inni hjá okkum. Hann hevði stóran áhuga
Gamalt var, at HB var tiltikið steypalið, men tað er eftir hondini nøkur ár síðani. Sjáldan man eitt lið hava havt sterkari hóp enn HB hevur í ár, men trýstið at vinna í HB tyngir ikki Símun. - Tað er altíð [...] hevur verið skaddur í longri tíð. - Tað er ringt at siga nær eg verið klárur aftur. Tað verður ikki longu nú í stórsteypadystinum. Vit tosa um vikur heldur enn mánaðar - ella tað vóni eg. Eg kenni meg [...] grannauppgerðin í Gundadali, har HB og B36 longu skulu møtast í 1. umfari. Les eisini: Lutakastið - Tað er fínasta slag. Skalt tú í finaluna, so skalt tú vinna á øllum. Vit kundu sikkurt fingið eitt lættari
málningar eru dømi um, hvar eg var staddur í míni listarligu gongd tá. Tað órógvar meg ikki, at teir eru vánaligir, tí tað hevði ikki sama týdning fyri meg at mála tá, sum tað hevur nú, sigur Hanni, men leggur [...] tí. Varð tað upp til mín, tók eg frí til bara at mála í eini trý ár, so eg slapp at savna meg um tað, sum hendi millum meg og løriftið og onki annað. Men tá tað ber ikki til, royni eg at fáa tað listarliga [...] tí tað gevur góða venjing. Men fyrr ella seinni mást tú menna tína egnu hondskrift sum málari, um tínar myndir skulu fáa eitt listarligt haldvirði. Tað er tað, eg allatíðina arbeiði uppá, men tað krevur
vanliga kemur ein slíkan dag. Á middegi var einki rusk í silo?ini, og ætlanin var at byrja við tømingini av bingjunum nakað eftir middagsleitið. Hetta arbeiðið gekk sum tað skuldi, og nakað seinni vóru allar [...] m hvarv. Tað vísti seg, at eldur var komin í ruskið í silo?ini av sær sjálvum. Á brennistøðini hava teir mannagongdir, tá slíkt hendir. Roynt varð í fyrsta umfari at sløkkja sjálvir. Men tað vísti seg [...] tey ymisku sløgini av ruski. Tað er eisini so, at nógv av tí ruskinum sum kemur frá privatum er rættiliga turt og eldfimt, tí tað hevur ligið innandura í styttri ella longri tíð. -Men vit mugu tíverri ásanna
arbeiði er ein brikkur í eini demokratiseringstilgongd og vónandi fer tað at geva úrslit uppá longri sikt. Tommy Petersen sigur, at tað gongur framá fyri hvønn dag, eitt nú eru el- og vatnveitingarnar við [...] og boðaði frá handtøkuni av fyrrverandi irakiska leiðaranum. -Tað er undarligt at vera stæddur í irakiska høvuðsstaðnum júst ta løtuna, tá tað verður kunngjørt, at Saddam Hussein er tikin sigur Tommy Petersen [...] Petersen, sum sjálvur heldur, at hetta fer at broyta viðurskiftini í landinum til tað betra. Tað fer at hjálpa teimum, sum arbeiða fyri einum tryggari og demokratiskum Irak. Tommy Petersen fór til Irak fyri