«Tað er ikki stuttligt at minnast aftur á. Vit vóru tað betra liðið og eg haldi at KÍ hevði ein mál møguleika og so langskotið, ið teir skora upp á, sigur Bárður Olsen.
EB/Streymur er í dag í nógvar mátar eitt størri felag. Nýggjur vøllur, nýggjar umstøður og fleiri heiðursmerki hava verið vit til at gjørt EB/Streym til ein av tungvektarunum í føroyskum fótbólti.
Í 2006 vóru umstøðurnar øðrvísi. Liðið spældi sínar heimadystir á Mølini á Eiði. Húsið var lítið at reypa av, men menn trivust væl.
«Tað var nógv fólk til venjing og fleiri av teimum eldru áskoðarunum komu við kaku og øðrum góðum eftur hvørja venjing, sigur Báður Olsen.
Tá fýra umfør eru eftir, skal EB/Streymur bara hava fimm stig, so eru teir FM vinnarar á fyrsta sinni.
«Tað var nógv trýst á okkum tá. Tey flestu mettu okkum longu um FM vinnarar undan seinasta leikdegnum, sigur Bárður Olsen.
Skulu einki broyta
Bárður Olsen trýr fult og heilt upp á, at EB/Streymur verður FM vinnari 2012. Teir skulu bara halda fram við at spæla sítt spæl.
«Teir skulu einki broyta, men bara halda fram við at spæla sum teir hava gjørt við góða kontraspælinum, sigur Bárður.
Bárður roknar heldur ikki við, at tað kemur fjáltur á EB/Streym leikararnar skuldi klokkan byrja at arbeitt ímóti teimum.
«Teir eru royndir, so eg trúgvi teir eru til reiðar at standa ímóti trýstinum og bara halda fram við at spæla sítt spæl, sigur Bárður Olsen, sum framvegis verður mintur á dagin í 2006. Bárður spælir í dag við B36 og har er hann liðfelagi við Símun Joensen, Atla Danielsen og Meinhard Joensen, sum allir byrjaðu inni fyri KÍ tann dagin.
«Ja, teir minna meg á tað við hvørt og flenna eftir mær, sigur Bárður Olsen at enda.