babba um eitt grundstykki. Og tað var einki annað enn ein sjálvfylgja, at so skuldi tað vera. Soleiðis hava vit kent familjuna Róin í nógv ár. Tey bæði, Jógvan og mamma, ferðaust fleiri ferðir um árið [...] var við til at seta á stovn Diabetisfelag Føroya. Tá hann tosaði við okkum um sukursjúku, tosaði hann við stórum bókstavum um sunnan kost og rørslu. At hann brendi fyri hesum arbeiði var tað eingin ivi [...] áhugaður í øllum, sum rørdist rundan um seg. Hann gekk upp í urtagarðin við lív og sál. Her velti hann eplir, setti niður grønmeti og rabarbur, og sáðaði út øll sløg av blómum. Serliga vóru tað morgunfrúurnar
mangan verið tosað um, at Skálafjørður skuldi verða góðkend hvalvág, men tað hevur ikki vunnið frama av heilsufrøðiligum orsøkum við tað, at at spillvatn rennur í fjørðin. Men nú kunngerðin um grind verður broytt [...] Streymoy: a) Tórshavn, Sandagerð. b) Leynar, á sandinum. c) Vestmanna, á Fitjasandinum. d) Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum. e) Tjørnuvík, á sandinum. 4. Vágoy: a) Miðvágur, á sandinum. b) Bøur
ikki drekkarí, og hesum kundi vandi vera fyri, um menn fingu ov nógvan pening um hendur. So teir løgdu saman ráð um at fáa ein teirra at fara til Lars um at fáa pening, tí hann ætlaði sær at keypa mammuni [...] bátarnir mangan vóru so tungir, at vit ofta kundu vera bangnir fyri teimum, tí ikki skuldi tá nógv til áðrenn teir drukku sjógv, um teir til dømis fingu alduna av einum øðrum báti. Tað kundi vera ógvuliga vandafult [...] dansaðu grindadans í lugarinum um náttina. Tað er kanska einastu ferð, at hetta er hent so nær Kappanum. Vit fóru so at sigla suðureftir. Veðrið var gott. Tá ið vit koma suður um Kappan verður illveður vestaneftir
summarið. Fyri at rúmka um, vórðu nakrar av hesum tunnum koyrdar í land. Tað varð sett fast á tær, og so vóru tær drignar í land og so mikið niðan frá, at eingin vandi skuldi vera fyri flóðini. Í Grønlandi [...] endanum. Hesin endin varð settur niður í sjógvin, og tá sást, um seiður var. Nótin varð sett frá landi av, og manning dró so nótina í land frá báðum endum. Tá ið nótin var “turkað”, varð seiðurin við eini [...] sjálvur átti í saman við millum øðrum Jóan Petur hjá Mouritsi, sum var ein kendur skipari á Yvonnu í mong ár, soleiðis sum Absalon Absalonsen greiðir frá í síni bók um Jóan Petur. Hetta var, sum tað var
Eingin ivi er um, at síðan fullveldislandsstýrið dagførdi Suðuroyarleiðina, bygdi Smyril, Krambatanga og Hovstunnilin er eitt heilt annað huglað komið á folk, tá ið tey skulu um fjørðin, og ferðafólkatalið [...] verið í fram til dagin í dag. Sandoytartunnilin skuldi nú bjarga sandoyingum turrskøddum inn í tað lovaði landið á degi sum nátt, meðan Suðuroyggin skuldi fáa ein teym heftan upp í Sandoynna. Tað sum var [...] vinnunevndini, sum slóðaðu fyri, at ein teymur skuldi knýtað Suðuroynna í Sandoynna. Teir broyttu enntá sjálvt heitið á løgtingsmáli 36/2007, sum var um at binda Sandoynna upp í Havnini til eina “Suðurleið”
Fløtunum og á Høvdanum, og bygdarfólkið annars hava lívgað um tær báðar, ommu og mammu, er ongin ivi um, men saknurin og sorgin var hennara. Tað var, sum um feigdin hevði lagt eftir systkjunum. Gigga misti konuna [...] til í morgin, ið kundi gerast í dag. ”Tú veitst ikki um tú livir í morgin,” plagdi hon at siga. – og so fortaldi hon hesa søguna um abba: Teir róðu út um heystið, og sum vanligt var, varð matur borin útr [...] upplivað 100 ára dagin hjá mammu síni. Omma hevur altíð gleðst um at búgva á Strondum. Seinastu ellivu árini hevur hon tó búð hinumegin fjørðin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Mongu fetini, hon gongur
sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt [...] heldur ikki var hann nakar innløgumaður. Men hann dugdi væl at taka til. Ein søga er um, at hann einaferð bað Kjølbro um at leska seg. Kjølbro svaraði: “Hví skal eg tað? Vit eru báðir føddir á sama hátt við [...] Zakarias fingu nógv børn, so har var nógv um at vera. Mamma mín, Johanna Maria Sofía, kom so suður 13 ára gomul at hjálpa Malenu við húsarhaldinum. Hetta hevur verið um 1904. Dóttir Malenu, Anna Elisabet,
taka ímóti 1000 tonsum um samdøgrið. Málsetningin um tey 1000 tonsini um samdøgrið boðaði Varðin longu frá, tá tey fóru at fyrireika stóru íløguna á Tvøroyri. Lyftið Telvingin um, hvar alternativið til [...] til umsókn um byggiloyvi. Eftir stendur, at Varðin Pelagic hevur fingið eitt lyfti um at byggja út, soleiðis at fløskuhálsurin fyri víðari menning av virkinum blívur burtur. Eitt lyfti, sum er um at molast [...] sum sannførdi sterka reiðaríið í Gøtu um at leggja sína íløgu har. Nýtt uppsjóvarvirki bleiv bygt eftir hálvum ári og hevur síðani verið uppruni til jaligar søgur um arbeiðspláss, vøkstur og vinning. 12
fingu at vita, at niðurstøðan skuldi koma í leypi av degnum, men enn er hon so ikki komin, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøryrar kommunu, tá vit fingu orðið á hann um miðdagsleitið týsdagin. Hann [...] avleiðingar fyri Tvøroyri. Skotið verður upp, at friðað verður út á hálvan fjørðin, og tá fáa vit einki gjørt. Vit hava annars ætlanir um at selja havnina, men kemur friðingin í gildi, gerst einki, sigur Kristin [...] so stórum parti av havnarlagnum skuldi koma upp á tal, og tað er so nakað, eg má taka á mín kappa. Men ónøgdin er so stór, at vit fara at kalla saman til borgarafund um málið, sigur Kristin Michelsen,
skúla um 9-tíðina um morgunin. Tað var fríkorter, og eg hoyrdi tveir dreingir tosa um, at eitt flogfar hevði rakt eitt háhús í New York. Eg spurdi ikki meiri um tað, og eg hugsaði at talan var um eitt [...] Santander, Spania. Hann kikar langt út á fjørðin, har hann fær Norðlýsið í eygsjón henda vakra morgunin. Verið víða um Tað, at kika langt, hevur Símun ofta gjørt áður. Honum dámar væl at taka alt upp við rót [...] sjálvur at merkja nógv øktu trygdina á flogvallunum stutt eftir. – Mánaðin eftir skuldi eg flúgva til Slovenia, har eg skuldi á uppgávu við U19-landsliðnum. Tá sá eg reaktiónina hjá myndigleikunum. Eg kom