Vilja hava fleiri grindapláss

Grindamannafelagið heldur at tað átti at verið fleiri grindapláss í Føroyum.
Nú ætlanin er at broyta grindareglugerðina, hevur Grindamannafelagið mælt til, at eisini Kollafjørður og Borðoyarvík verða fyribils góðkend sum hvalvágir. Men tað ætlar landsstýrismaðurin ikki, soleiðis sum landið liggur í løtuni.
Samstundis hevur Grindamannafelagið mælt til, at tað eisini skal verða loyvt at drepa grind longur úti á vágni í Klaksvík, men tað er heldur ikki ætlanin hjá landsstýrinum.
Hinvegin hevur Inni á Fjørð, undir Heljareyga í Vestmanna, verið fyribilsgóðkend hvalvág, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir ikki, at tað er hóskandi at halda grind til har, so tað plássið verður ikki endaliga góðkent.
Annars er Vestmanna góðkend hvalvág, tí har kann grind framvegis haldast til á Fitjasandinum.
Seinastu tíðina hava somuleiðis Tjørnuvík og Sandavágur, havt fyribils góðkenning sum hvalvág og tað vísir seg at hava riggað so mikið væl, at ætlanin er nú at tey bæði plássini fáa endaliga góðkenning sum hvalvágir.
Annars hevur mangan verið tosað um, at Skálafjørður skuldi verða góðkend hvalvág, men tað hevur ikki vunnið frama av heilsufrøðiligum orsøkum við tað, at at spillvatn rennur í fjørðin.
Men nú kunngerðin um grind verður broytt, er heldur ikki ætlanin at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág.

22
grinda-
pláss

hereftir skulu tað vera 22 góðkendar hvalvágir í Føroyum, ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eisini umsitur veiðilógir og grindareglugerðir.
Tær 22 góðkendu hvalvágirnar eru:

1. Norðoyar:
a) Klaksvík, á sandinum niðan fyri Víkarnar.
b) Viðvík, á sandinum.
c) Hvannasund.

2. Eysturoy:
a) Fuglafjørður, á sandinum millum Gjógvará og bátahylin.
b) Syðrugøta.
c) Norðragøta, á vestara arminum niðan fyri kirkjugarðin.
d) Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni.

3. Streymoy:
a) Tórshavn, Sandagerð.
b) Leynar, á sandinum.
c) Vestmanna, á Fitjasandinum.
d) Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.
e) Tjørnuvík, á sandinum.

4. Vágoy:
a) Miðvágur, á sandinum.
b) Bøur, á sandinum.
c) Sandavágur, á sandinum.

5. Sandoy:
a) Sandur, á sandinum.
b) Húsavík, á sandinum.

6. Suðuroy:
a) Øravík, á sandinum.
b) Trongisvágur, á sandinum.
c) Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi og Hvalbiarsandur.
d) Vágur.
e) Fámjin.

LES EISINI: Grindadráp upp á eitt høgri stig.