undantak, sigur hann. Dreymarnir á loftinum Størsta partin av lívinum hevur Jóanes Nielsen verið arbeiðsmaður um dagin og 'skrivstovumaður', um hann kallar tað, um kvøldarnar og náttina, tá tað bar til at skriva [...] eina grøna Cecil, steðgar á og letur roykin blanda seg við orðini, sum hanga í luftini. - Men tað er eisini í lagi, tí eg havi upplivað tað, eg skal. Eg eri 55 ár og havi ein blett á lunganum, so tað er ivasamt [...] av teimum eldru. Í dag er hann ikki í iva um, at harða sjálvsdiciplinið hjá monnunum umborð hevur hjálpt honum sum rithøvundur. - Teir livdu jú í einum flótandi kleysti mánaðir á rað, so teir lærdu at dressera
sjógvar inn, men tað letur ikki til at gera kríatúrinum nakað. Hann stendur í sama lag. Ikki eina tí einastu ferð sær tað út til, at hann fer at detta. Skiparin er prátingarsamur. Hann sigur millum annað [...] fingu til oynna dagin fyri, og at hann tí hevur staðið umborð á Másanum alla náttina. Nú skal hann so til Svínoyar. Standa úti og eygleiða ta stórfingnu náttúruna. Ein bygd á eini aðrari oyggj kemur til sjóndar [...] vit fara upp á eina høga aldu fyri og aðra eftir. - Bíða nú, tað verður verri enn, sigur maðurin. - Men verið bara rólig, skiparin siglir hóvliga, so tað verður ikki so ringt, leggur hann uggandi afturat
í Minnesota, at hann upprunaliga æt Robert Zimmermann, at tá hann fekk sær eftirnavnið Dylan, var hetta helst ein heilsan til tann valisiska yrkjaran Dylan Thomas (1914-53), og at hann eftir eitt stutt [...] stutt skifti, har hann las á tí lærda háskúlanum í Minneapolis, hevur livað sum troubadourur, og at henda tilvera tykist at fara at halda fram, til hann hoknar. Tá ið eg havi valt at taka hetta evnið upp, [...] - og gjørt tað á modernitetsins mangan mishátta og sundurstokna máli. Men samstundis hevur hann skapt tekstir, sum sipa aftur í amerikanska vísutraditión og miðaldar vísuskaldskap. Hann sameinir sostatt
vallaranum, men drívur hann, sum ein ótroyttiligur motorur, fram gjøgnum gøturnar. Mínir føtur eru so móðir, mín heili er so bundin, og skýggini gráta . Og samstundis veit hann, at hann eltir ein skugga: [...] finna á plátuni The Freewheelin´ Bob Dylan, frá 1963. Yrkjarin vendir sær til ein triðja persón og sigur við hann: um tú skuldi komið til tað vakra landið fyri norðan, har harðir vindar blása á markinum [...] ævinleika. Tá ið skaldið um hesa kvinnu sigur, at hon speaks softly, minnir hann okkum samstundis á, at William Shakespeare í King Lear letur kongin siga um yngstu dóttur sína Cordeliu, at Her voice was ever soft
og veðurlagsgransking á altjóða stigi verður stovnað í Føroyum - helst á nýggja universitetinum í Tórshavn. Granskingarsamstørvini eru magnetir, ið draga fólk at sær og skapa vitan á staðnum. Tað ber til [...] sum tora og vilja. Hetta er ein áheitan á lyklaaktørar um at fara til verka saman við eldsálum, ið virka fyri sakini. Lat okkum fáa altjóða universitetið á føtur í høvuðsstaðnum! Fólkavøkstur við samstarvi [...] avbjóðandi, men tað ber til. Rakstraríløgur eru av náttúr nakað tyngri at fáa í lag enn anleggsíløgur. Tilgongdin við Projekt SALT á Tvøroyri er eitt feskt dømi. Tá fingust Løgtingið, Fólkatingið og Mærsk-grunnin
a, helt hann, og segði, at alfa og omega í hesum sambandi var at leggja dent á útbúgving og gransking í Føroyum. Hann ivaðist ikki í, at vit eru nóg stór at skipa fyri okkara egnu útbúgving á hesum øki [...] í føroyskum vinnulívi. Teir vóru Ólavur Gregersen, stjóri á Töting í Gøtu, Meinard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, Ólavur Ellefsen, stjóri á teldutænastuni VIT, Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni [...] somuleiðis havt á lofti. Stuttu og greiðu innleggini at byrja við høvdu í stóran mun kjølfesti í starvsøkjum teirra ið tosaðu, men sum fráleið kom ferð á kjakið, og hetta merktist væl á huginum hjá mongu
Millum larmandi rundsagir og arbeiðandi handverkarar á loftinum í fyrrverandi IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, fyrireikar telefelagið Alnót eina innrás á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í tí einasta liðugt [...] eru í bygninginum hendan dagin, hóast sjey fólk nú eru á lønarlistanum hjá Alnót. Hini starvsfólkini øll eru annaðhvørt uttanlands á skeið ella á fundi uttan fyri húsið. Vit vilja vera kendir ? Eg tók [...] kundin eisini letur okkum gerast vinnarar so at vit ikki líða somu lagnu sum Trygd gjørdi, tá tryggingareinkarætturin varð avtikin í síni tíð, sigur Rani Nolsøe. Hann sipar her til gongdina á føroyska tr
bryggja, hann fekk jú bryggiloyvi fyri einum trimum árum síðani. Tað sum hinvegin undraði eitt sindur, var áloypandi hátturin, hann kunngjørdi hetta upp á á forsíðuni í Sosialinum, sigur Einar Waag. Hann sigur [...] meiri enn 120 ár á baki, og í útvið ein triðing av hesi tíðini – smá 40 ár – hevur Einar Waag yngri verið stjóri í fyritøkuni. Hvat heldur hann er størsta broytingin hesi árini, hann hevur verið stjóri [...] vinna inn á marknaðin í kappingini við tað danska ølið, men tá vit koma fram móti 1990, var innflutningurin av donskum øli komin heilt niður á 10% av samlaðu søluni í Føroyum, sigur Einar Waag. Hann sigur
Somuleiðis nevndi hann Føroyar sum eitt áhugavert granskingarøki, eitt nú innan genvísund, og hann var vísur í, at vit fáa samstarv í lag við onnur norðurlond og kanska Bretland á heilsuøkinum. Bretsku [...] hvítt og reytt ? høgra ella vinstra Í kjakinum bar Jóannes Eidesgaard fram, at teir ikki sluppu við í samgonguna, hóast javnaðarmenn á sinni peikaðu á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara. Grønlendska [...] Føroyar Óli Breckmann segði seg undrast á, at so nógv ungfólk sóu búskap sum nakað statiskt. Hann segði, at neyðugt var at arbeiða fyri sínum gerandisdegi, og vísti á Kanaloyggjarnar við Bretland, ið hava
rin vit eiga her á landi, Steintór Ramussen, gav í vikuni út fyrstu fløguna í egnum navni. “Valla Foldum Á” er heitið á fløguni, sum snýr seg um ta ókendu ferðina, sum vit eiga her á foldum. Sum blaðungur [...] framtíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira afturlítandi, sigur Steintór Rasmussen. Hvat vilt tú siga er høvuðstemað á nýggju fløguni ? - Sum eg royni at siga tað við sjálvum heitinum á fløguni [...] skapað og givið tónleikinum lív. Ein av sangunum á nýggju útgávuni snýr seg um ein persón, sum fær at vita, at hann hevur eitt ár eftir at liva, og hvat hann so skal brúka hesa tíðina til. Vit vita ikki,