Vit skulu liva intenst og friðsælt

- Óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í núinum, so sleppa vit ikki undan dagligu áminningina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt, sigur Steintór Rasmussen, sum hevur givið nýggja fløgu út í vikuni.

Ein tann fólkakærasti sangskrivarin vit eiga her á landi, Steintór Ramussen, gav í vikuni út fyrstu fløguna í egnum navni. “Valla Foldum Á” er heitið á fløguni, sum snýr seg um ta ókendu ferðina, sum vit eiga her á foldum.

Sum blaðungur byrjaði Steintór Rasmussen at skriva yrkingar og gera løg, og úrslitið gjørdist løg sum Føroyar, Eros, Minnist tú Gildið, Hundurin Brúni og Lívsmynd.

Í dag er Steintór Rasmussen 51 ára gamal. Hann spælir framvegis konsertir, er fyriskipari av Summarfestivalinum og hevur í mong ár starvast sum lærari í Klaksvík.

Árini hava flutt fokusið hjá sangskrivaranum, sum í dag lítur aftur á minnini við nostalgi og sorgblídni.

- Við árunum verður størri partur av lívinum ein farin tíð. Men óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í núinum, so sleppa vit ikki undan

dagligu áminningina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt. Tá eg sum blaðungur skrivaði sangir, var lívið markleyst, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin framtíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira

afturlítandi, sigur Steintór Rasmussen.


Hvat vilt tú siga er høvuðstemað á nýggju fløguni ?

- Sum eg royni at siga tað við sjálvum heitinum á fløguni, so er evnið tann ókenda og endaleysa ferðin, sum vit eiga á foldum. Og hóast vit illa nokk kenna dagin og vegin, mugu vit kortini tora at vera hugsandi og livandi menniskju við egnum meiningum og stevna gjøgnum tíðina, har vit seta nøkur góð fótaspor á okkara vallaraferð.


Hvaðani hevur tú fingið íblástur til sangirnar?

- Lívið gevur altíð íblástur. So leingi eg havi evnini at undrast og síggja tað vakra, vil eg yrkja og seta spurningar. Men órættvísi og meiningsloysi er eisini partur av mínum skaldskapi. Hvør dagur hevur dómarar og verjar. Politiskar, religiøsar og moralskar. Lívið er helst meira í mótstríði enn í javnvág. Skal eg skriva um vón og kærleika, er myrkur og armóð partur av somu søk.


Hvussu kennist tað at geva eina fløgu út í egnum navni?

- Tað kennist rætt. Men um eg skuldi skrivað og givið út í egnum navni á yngri árum, er ikki vist. Tað mest gevandi og spennandi í samband við útgávurnar, er at spæla og syngja saman. Frændur, Millum Frændur og Kular Røtur eru míni hjartabørn og ein týðandi partur av mínari tónleikasøgu. Hendan eina fløgan í egnum navni var kanska kravið fyri at koma eitt stig víðari á leiðini.


Hvat er størsti munurin á tí, sum tú áður hevur gjørt, og nýggju fløguni ?

- Eg havi sjálvur rátt fyri, hvat tilfar eg helt vera hóskandi til hesa útgávuna. Eg havi ikki skula tikið fyrilit til aðrar sangir og havi eisini verið mín egni dómari í sjálvari tilgongdini. Tíbetur havi eg eisini hesaferð havt góð fólk afturat mær, sum hava skapað

og givið tónleikinum lív.


Ein av sangunum á nýggju útgávuni snýr seg um ein persón, sum fær at vita, at hann hevur eitt ár eftir at liva, og hvat hann so skal brúka hesa tíðina til. Vit vita ikki, nær okkara tíð er at fara, men heldur tú, at vit virðismeta dagin og lívið nóg nógv?

- Vit kunnu ongantíð virðismeta lívið nóg nógv, men onkuntið fái eg ta kenslu, at summir føroyingar liva, sum vænta teir at blíva 150 ár. Hóast vit fáa nógv burtur úr gerandisdegnum, og vit kunnu hava eitt meiningsfult og eydnuríkt lív, so vita vit eisini, at lívið gongur rímiliga skjótt. Tí ræður um, at vit ikki drála ov nógv við okkara avgerðum og tí, sum vit fegin vilja hava burtur úr lívinum, og at vit skulu duga at síggja okkara dreymar og møguleikar. Sangurin er meira ein áminning um, at høvdu vit eitt avmarkað tíðarbil eftir at liva í, hvat gjørdu vit so.


Tú segði í sendingini Hvonn Live, at fløgan kom út í egnum navni og ikki í navninum

hjá Millum Frændur, tí tað seinna navnið merkir, at Frændur koma við onkrum

nýggjum seinni. Vil tað siga, at Frændur er ein farin tíð ?

- Frændur er seiglívað og hevur eisini yvirlivað fleiri útgávur bæði hjá mær og Eyðuni. Um tað eru sangirnir ella persónunum at takka fyri, veit eg ikki. Vit tríggir, Rani og Eyðun Nolsøe hava yrkt, sungið og telvað síðani ungdómsárini. Og vit hava framvegis eitt gott vinaband. Tískil dugi ikki rættuliga at síggja nakra meining at gevast við Frændum, hóast tað gerst longri millum konsertirnar, og ongar ítøkiligar fløguætlanir eru.


Sæð í bakspeglið, hvat lag hjá tær heldur tú hevur havt størsta ávirkan í

Føroyum ?

- Tað lættasta vildi nokk verið at sagt Føroyar. Men Eros hevur oftani verið orsøk til bæði fríggjarí og kærleika. Og kanska hevur Lívsmynd onkustaðni fingið fólk at standa saman um vónina og syngja um frið í heiminum. Og kortini, so havi eg hug at halda, at sangirnir, sum veruliga raka barnahjartað, skapa ta allarstørstu meiningina.


Tað er eingin loyna, at Frændur hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyska tónleikalívið. Tú hevur skrivað eina ørgrynnu av teimum løgunum, sum í dag eru fólkaogn. Hvussu kennist tað ?

- Kenslan er sjálvandi ymisk. Oftani hugsi eg ikki um nógvar av sangunum, sum meira ella minni hava fingið sítt egna lív. Men sjálvandi eri eg glaður fyri ta viðurkenning, sum eg, við mínum gávum sum sangskrivari, havi fingið av Føroya fólki. Men eg verði ongantíð heilt nøgdur og eri næstan noyddur at halda fram at yrkja og skriva, hóast tað als ikki er nøkur sjálvfylgja, at fólk skulu geva sangunum ans.


Tá ið Frændur byrjaði, hevði tú so væntað, at sangirnir fóru at fáa so

stóra undirtøku?

- Tað er so langt síðani nú, men eg haldi meg minnast, at sjálvsálitið var gott, og eg trúði veruliga, at Frændur var eitt kall. Men orsøkin til ta stóru og fólksligu undirtøku sum seinni varð, hevði ongin okkara ímyndað sær. Ivaleyst er tað grundin til at so varð.


Er nakað lag, sum tú heldur er betri ógjørt ?

- Ja, tað er tað helst. Hinvegin eru flestu sangirnir tíðartidnur í eini útgávu, sum fær sítt egna lív, og sum listarmaðurin má sleipa og hava við sær inn í framtíðina. So verður tað nokk eisini við hesi nýggju fløguni. Her eru sangir, sum eg noyddist at tveita av mær. Eisini fyri at koma víðari í míni sangskriving.


Hvat er størsti munurin á at skriva sangir nú, í mun til í byrjanini av Frændum?

- Við árunum so verður størri partur av lívinum ein farin tíð. Tað minkar burturav míni egnu framtíð, men kortini kann gerandisdagurin vera innihaldsríkur og lívið meiningsfult. Men óansæð hvussu nógv vit syngja og skriva um at virðismeta løtuna og liva í núinum, so sleppa vit ikki undan dagligu áminningina um, at tíðin rennur út, og at vit sum menniskju skulu liva bæði intenst og friðsælt. Kalla tað bara sorgblídni ella nostalgi. Tá eg sum blaðungur skrivaði sangir, var lívið markleyst, og eg visti heldur

ikki, hvønn vegin framtíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira afturlítandi. Um maðurin slípast á lívsins hvørvisteini, nýtist pennurin ikki at gerast óhvassur. Kanska bara eitt sindur slitin.


Tú ert faðir at óteljandi hittum í Føroyum. Er tað so ikki eitt ávíst trýst á tær, tá ið tú skalt útgeva nýggjar sangir, og ert tú nervøs fyri hvat fólk fara at siga?

- Jú, tað havi eg eisini allarstørstu virðing fyri. Men um eg royni at skriva soleiðis, at øll skulu verða nøgd, so kann eg næstan vera vísur í, at ongin dámar fløguna. Fyrst og fremst má eg verða trúgvur yvirfyri mær sjálvum og skriva sangir um tað, sum eg veruliga havi uppá hjartað.


Hvat heldur tú fólk vænta av tínari fløgu ?

- Vónandi er tað soleiðis, at fólk vænta sær okkurt gott av fløguni, og at tey ikki verða vónbrotin.


Steintór Rasmussen hevur útgávukonsert í Løkshøll leygarkvøldið kl. 21.00



Kom aftur Jesus at vitja hendan stað

Høvdu vit trúð á teg í dag

Vildu fólk sæð undur

At vatnið var til vín

Og komu tey fátøku til tín

Stentór – Kom Aftur Jesus



Tú smíða vildi vónir og tíðarbilið grípa

Meiningin tú hevði við árunum er slípað

Stilla gamla sendaran sum í tínum degi skróvar

Tað er ein annar boðskapur samtíðin nú bjóðar

Steintór – Klókari Við Tíðini