sins, sigur, at flokkurin enn ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at bjóða seg fram at umboða føroyingar í Fólkatinginum. Kallað verður inn til eyka floksting, har avgerðin verður tikin á hægsta stigi [...] fólkinum, men hinvegin hevur tað týdning fyri føroyskt sjálvstýri, og tí hava vit síðan 1971 stillað upp til fólkatingsvalið, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur eisini, at umboðanin hjá Jóannesi Eidesgaard [...] umboð í tinginum. Tjóðveldisflokkurin vónaði annars, at føroyska umboðanin á Fólktingi var at enda komin eftir hetta valskeiðið, men so skuldi ikki ganga. ? Hetta verður eitt val, har vit hava møguleikan
heimbýi sínum Krakow í Pólandi. Áðrenn hann fór aftur til Rom, vitjaði pávin tað gamla kleystrið uttan fyri Krakow, har umleið 18.000 fólk vóru komin saman at hoyra pávan og at heiðra gestin á seinastu vitjan [...] mælti pólendingum til at fara uppí. Flest allir pólendingar munnu kenna seg vísar í, at hetta var seinastu ferð, at Jóhannes Páll pávi Annar vitjar heimlandið. Tað var helst eisini orsøkin til, at so mong vóru [...] vitjan hansara. Í messuni nýtti Jóhannes Páll Annar høvi til at ugga tey fátæku og tey arbeiðsleysu í einum landi, sum hevur álvarssamar búskapartrupulleikar at dragast við. Fyri teimum flestu er limaskapur
nú Norðoyatunnilin um nøkur ár fer at kollvelta lokalsamfelagið Tíðindaskriv Í fasta sambandinum til og frá meginøkinum liggja nógvir nýggir møguleikar og vansar. Virksemið hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum [...] ella at dragna. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur sett ein stýrisbólk at fyrireika Klaksvík til fasta sambandið. Í hesum stýrisbólki sita umboð fyri millum annað vinnulív, skúlar og heilsuøkið í [...] hvat eigur at vera gjørt og betra á hesum øki næstu árini, og tað verður gjørt í eini frágreiðing til stýrisbólkinum. Í bólkinum eru Eyðun Klakstein, sum er samskipari, Erik Biskopstø og Jastrid Gullaksen
Vallalíð, og tí er hon komin upp í rasshaft, nú hon hevur fylt upp og er farin undir at grunda húsini, ið koma upp fyri bæði omaneftir og niðaneftir. Má siga, at tað skal eitt ávíst hegni til at klára at taka [...] Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini tók hann í einum og sama viðbragdi atlit til kommununa og hennara borgarar. Sum døgg fyri sól var burtur tann næstan illa kendi hugburðurin: »Kommunan, tað eri [...] meðan málið verður kannað og umhugsað. Tað var júst tað, sum undirritaði vildi við at krevja málið til umrøðu í byggi- og býarskipanarnevndini, so her draga vit eina línu. Í mótmælinum, sum er komið frá
Summi heittu á børnini um at rópa ella annað, meðan onnur beinleiðis tóku børn upp til sín og fingu tey at hjálpa til. Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu væl børnini skiltu alt, sum sagt varð. [...] lunnar undir eini sera hugnaligari og stuttligari løtu hjá øllum teimum mongu børnunum, sum vóru komin at hyggja. Har vóru jonglørar, klovnar, gandakallur og onnur, sum sýndu fram teirra kynstur. Øll royndu [...] ballóndjór gleddu fleiri barnahjørtur enn meira, tá hann gav nøkrum børnum tey djórini, sum hann evnaði til. Men tað er kortini vælskilligt, at onkur hevði hug at fílast á kostnaðin av atgongumerkjunum og m
eisini lut í leitingini. Foreldrini há gentuni komu til Noregs um vikuskiftið, og tey hava leitað saman við løgregluni. Josephine Grubben var komin til Noregs at arbeiða sum hjálparfólk á einum gistingarhúsi [...] hava fólk tikið seg saman og keypt hús, sum rockararnir hava ætlað sær til felagshús. Í Jyllandi hava sjey býir tikið seg saman til at samskipa tiltøk ímóti rockarunum. Genta funnin Tann 18 ára gamla n
eisini vera í lagi, og hetta hevur leiðslan væl eisini heimild til, sigur hon. Nú trætan er loyst, so fara allar sjúkrasystrarnar aftur til arbeiðis 7. januar við góðum móti. Tað, at fleiri fólk verða sett [...] Nú framhaldssøgan um sjúkrasystrarnar, sjúklingarnar og sjúkrahúsleiðsluna eftir øllum at døma er komin at enda, so kennir álitisumboðið fyri sjúkrasystrarnar seg eftir umstøðum rættiliga væl. ?Vit fingu [...] sett, fær eisini fylgjur á tann hátt, at fleiri starvsfólk vera til heilsurøkt, ístaðinfyri at ringja eftir fólki og annað. ?At vit fáa fleiri fólk, merkir í veruleikanum, at deildin fær enn fleiri fólk
framgongd á 14,6 mió kr. svarandi til 84%, skrivar Trygd í sambandi við, at ársúrslitð hjá teimum varð greitt. Vit spurdu stjórin á Trygd, Christian C. Nielsen, hvør osøkirnar vóru til, at Trygd kundi vísa á eitt [...] eitt so gott í úrslit, í mun til undanfarnu ár. ?Eg trúgvi, at fólk rokna við, at vit eru komnir fyri at vera, og hetta sæst eisini aftur í, at vit nú hava fingið ein so mikið stóran marknaðarpart. Tað [...] Tað er eingin einkul orsøk til, at vit kunnu vísa á eitt somikið gott úrslit, men ein høvðusorsøk er, at vit hava megnað at gjørt okkum galdandi á sjótryggingaøkinum, sigur Christian C. Nielsen. Síðani Trygd
yvirhálar hann í veljarakanningum. Tað trygga- og einasta alternativið til loysingarætlanina er Sambandsflokkurin. Hann hevur eina greiða støðu til ríkisfelagsskapin, og er sambandsflokkur, líkamikið hvat velj [...] Fyrst skal eg fyri ein ordan skyld sláa fast, at Sambandsflokkurin hevur eina greiða støðu til ríkisfelagsskapin, og hvussu hann skal nýmótansgerast. Hetta nýskipanaruppskot er kent í hvørjum heimi í Føroyum [...] hvørjum føroyingi, at var Javnaðarflokkurin í samgongu við loysingarflokkarnar, so hevði hann fingist til at lækkað blokkin við fleiri ferið hesari upphædd. Eyðkennið við Javnaðarflokkinum hevur júst verið
kortini, at vend er komin í hesa hugsan - ella vantandi hugsan - tí er líkt til, at tingfólk eru sinnað at játta sjónvarpinum pening aftur á fíggjarlógini til rakstur. Serliga til føroyskar sendingar. [...] øllum førum burtur úr orðaskiftinum á tingi í síðstu viku, tá uppskotið um nýggja kringvarpslóg var til 1. viðgerð. Men skal sjónvarpið - og kanska eisini útvarpið - aftur hava játtan á fíggjarlógini, so