Hann vaks ein tumma

Borgarstjórin í Havn steig upp úr rossaspori í gjár og vaks í mínum eygum ein tumma ella báðar tveir.

Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini tók hann í einum og sama viðbragdi atlit til kommununa og hennara borgarar.
Sum døgg fyri sól var burtur tann næstan illa kendi hugburðurin: »Kommunan, tað eri eg.«
Sum hann segði í útvarpinum, hevur eisini hann lagt seg út í byggimálið við Vallalíð og hevur biðið um, at byggingin steðgar, meðan málið verður kannað og umhugsað.
Tað var júst tað, sum undirritaði vildi við at krevja málið til umrøðu í byggi- og býarskipanarnevndini, so her draga vit eina línu.
Í mótmælinum, sum er komið frá borgarunum við ovara part av Tórfinnsgøtu, er víst á so mong ivasom viðurskifti, at kommunan kundi ikki gera annað, enn steðga á og hugsa seg um.
Ikki minst próvgrundirnar um, at tey í síni tíð settu síni hús og bygdu tey eftir eini skipaðari ætlan, eiga at viga. Eftir hesi kommunalt góðkendu ætlan var granni teirra eitt fríøki í eini grønari brekku.
Men hetta var helst burturgloymt, tá kommunan fyrireikaði byggingina av stovninum í Vallalíð, og tí er hon komin upp í rasshaft, nú hon hevur fylt upp og er farin undir at grunda húsini, ið koma upp fyri bæði omaneftir og niðaneftir.
Má siga, at tað skal eitt ávíst hegni til at klára at taka útsýni frá einum býlingi, sum liggur í eini brattari líð.
Vónandi hevur borgarstjórin hepna hond í royndunum at loysa málið á skilabesta hátt til frama fyri bæði kommununa og borgararnar - og ikki minst tey, sum skula húsast á nýggja stovninum, sum so stórur eftirspurningur er eftir.