Tjóðveldisflokkurin ikki tikið støðu

Tjóðveldisflokkurin fer at kalla inn til eyka floksting, har støða floksins í sambandi við komandi fólkatingsvalið verður umrødd. Sætið á danatingi skal nýtast at fremja føroyskt sjálvstýri, sigur formaðurin

 

Forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen skrivaði út val mikudagin á middegi. Valið verður týsdagin 20. november.

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur, at flokkurin enn ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at bjóða seg fram at umboða føroyingar í Fólkatinginum. Kallað verður inn til eyka floksting, har avgerðin verður tikin á hægsta stigi í flokkinum.

? Tað hava altíð verið ymsar hugsanir um fólkatingsumboðanina í Tjóðveldisflokkinum. Grundleggjandi eru vit ímóti hava umboð í tinginum hjá danska fólkinum, men hinvegin hevur tað týdning fyri føroyskt sjálvstýri, og tí hava vit síðan 1971 stillað upp til fólkatingsvalið, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal sigur eisini, at umboðanin hjá Jóannesi Eidesgaard á Fólkatingi hevur verið ein beinleiðis forðing í arbeiðnum hjá landsstýrinum fyri fullveldi í hesum valskeiðnum.

Tí kann tað vera týðandi partur í aðalmálinum hjá Tjóðveldisflokkinum at hava eitt umboð í danska tinginum. Erlendur Patursson varð valdur tvær ferðir í sjeytiárunum, men síðani hevur Tjóðveldisflokkurin ikki havt umboð í tinginum.

Tjóðveldisflokkurin vónaði annars, at føroyska umboðanin á Fólktingi var at enda komin eftir hetta valskeiðið, men so skuldi ikki ganga.

? Hetta verður eitt val, har vit hava møguleikan at fokusera á støðu Føroya í heiminum. Ein fortreyt fyri at vera við í teimum stóru avgerðunum, sum verða tiknar í heiminum í dag, er at hava fult sjálvstýri, sigur Høgni Hoydal, ið eisini sær hetta valið sum eina meiningakanning til komandi løgtingsval.

Um Tjóðveldisflokkurin fær umboð í Fólkatingið, er ætlanin ikki at luttaka í tí dagliga tingarbeiðnum, men tað verður við tí fyri eyga at arbeiða fyri føroyskum sjálvstýri.