Sambandsflokkurin er einasta- og trygga alternativið

(stutt aftursvar til Jóannes Eidesgaard)

 

Fyrst skal eg fyri ein ordan skyld sláa fast, at Sambandsflokkurin hevur eina greiða støðu til ríkisfelagsskapin, og hvussu hann skal nýmótansgerast. Hetta nýskipanaruppskot er kent í hvørjum heimi í Føroyum.

Jóannes Eidesgaard leggur ógrundað eftir Sambandsflokkinum og mær, fyri at hava skundað undir loysingina. - So hava vit hoyrt tað eisini. Sambandsflokkurin hevur greiða støðu viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum, hetta vita allir føroyingar.

Verri statt við Javnaðarflokkinum

Tíverri kann ikki tað sama sigast um Javnaðarflokkin. Eg skal bara taka tvey tey seinastu dømini fram:


? Tað er ein veruleiki, at Javnaðarflokkurin tók undir við fyrstu síðu av samgonguskjalinum hjá hesi loysingarsamgonguni av fullum huga. Hetta boðaði sjálvur formaðurin frá, aftaná at samgonguskjalið var almannakunngjørt.

? Tað er ein veruleiki, at Javnaðarflokkurin sjálvboðin legði uppskot fyri løgtingið um at lækka blokkstuðulin við 123 mió. krónum. Tað sigur einum og hvørjum føroyingi, at var Javnaðarflokkurin í samgongu við loysingarflokkarnar, so hevði hann fingist til at lækkað blokkin við fleiri ferið hesari upphædd.


Eyðkennið við Javnaðarflokkinum hevur júst verið, at hann í spurninginum um ríkisfelagsskapin hevur verið støðuleysur, og melur sum veðurhani.

Nú má stundin vera komin, hvar ið Javnaðarflokkurin finnur útav í hvørjum bólki hann vil verða. Tað kann ikki vera rætt, at tá rákið í veljarakanningum er samband, so skal Javnaðarflokkurin selja seg sum sambandsflokk, meðan Sambandsflokkurin verður hunddálkaður, um hann loyvir sær at yvirhálar hann í veljarakanningum.

Tað trygga- og einasta alternativið til loysingarætlanina er Sambandsflokkurin. Hann hevur eina greiða støðu til ríkisfelagsskapin, og er sambandsflokkur, líkamikið hvat veljarakanningar siga.

Tí kann veljarin trygt seta krossin við Sambandsflokkin á valdegnum.