Tað er ikki so sjáldan, at tú hoyrir, at útlendingar einki rinda fyri at koyra ígjøgnum undirstjóvartunlarnar í Føroyum. Vit hava spurt Una Danielsen, stjóra í tunnil.fo, um tað er so, ella um talan [...] bilar fyri at brúka undirstjóvartunlarnar. Men hvat so, um útlendingar láta sum einki og koyra uttan at gjalda? – Nei, tað gongur heldur ikki. Tí vit kunnu krevja pengarnar inn, eftir at tey eru farin [...] Allir bilar rinda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, sigur stjórin í tunnil.fo, sum er felagið, sum krevur gjaldið inn fyri øll trý tunnilsfeløgini. Hann vísir á, at til fyri einum tveimum
Ynskja framvegis at bíða við størri keypum Húsarhaldini meta tað ikki verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum. Tað eru eisini færri, ið vænta at tey fara at gera størri keyp [...] bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari tað komandi árið, enn teir hava gjørt seinasta árið. Handilsvinnan metir gongdina í komandi ári fara at verða verri, enn tey mettu til [...] byggifyritøkunum svarar, at eingin framleiðsluavmarking er í løtuni. Helmingurin av byggifyritøkunum svarar, at mangul á arbeiðsmegi er størsta framleiðsluavmarkingin. Mett verður, at starvsfólkatørvurin komandi
– Tað er eingin ivi um, at man fær góðar leiðsluførleikar á okkara útbúgvingum, sum er týdningarmikið at hava við sær í baggaguni, sigur stjórin og vísir á dømi: – Í og við at samfelagið verður alsamt [...] við hesum skipanum er, at siglingartíðin er partur av útbúgvingini, og tí er ikki neyðugt at hava verið til skips áðrenn, sigur Símun Poulsen. – Aspirantskipanin er ein blanding av at ganga í skúla og vera [...] hann. Skipanin er enn nokkso nýggj, men stjórin letur væl at henni higartil. – Vit vænta, at við tíðini fara fleiri hendan vegin, tí tað sær út til at vinda upp á seg. Skúlaumhvørvið Vinnuháskúlin er í Havn
vit undan, at smáplássini óneyðugt verða fylt við bilum. – Vit skulu miða eftir at fáa eitt burðardygt, virkið, langtíðarætlað og kollektivt infrakervi. Somuleiðis eiga vit at hava sum mál at menna allar [...] i, sigur hon. – Við undirsjóvarbreytum er tað møguligt at knýta allar Føroyar í eitt samferðslukervi soleiðis, at tað bert tekur fáar minuttir at koma av útoyggj inn á meginøkið. Trygt, lætt og ómakaleyst [...] svara spurninginum. Løgtingskvinna setir fram hesar spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna møguleikarnar at loysa samferðsluna til útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt (metro)? Í fyrsta umfari kundi
fyri, at felagið í 2024 kemur at rinda lønir fyri út móti 80 mió.kr. Tað er greitt, at felagið ikki kann halda áfram uttan at venda gongdini til yvirskot. Leiðsla og starvsfólk gera sítt besta fyri at venda [...] Millum annað verður tað spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at hildnast við nýggju rutuni hjá Icelandair til USA umvegis Keflavík. Og tað er at gleðast um, at SAS hevur økt túratalið til Føroya [...] við Føroyar, liggja vit niðast á umleið 90.000 vitjandi. Á matstovuøkinum er vert at nevna, at ein gyltur møguleiki at fáa eina varandi staðseting fyri KOKS í Føroyum aftur tykist vera gloppin okkum av
fyrstu seks umførunum hevur víst, at tað eru nýggjar tíðir á Skála. Fyritreytin undir, at tað skal fara at hilnast betri, enn tað higartil hevur gjørt, er fyrst og fremst at fleiri av teimum, sum higartil [...] síðsta hálva tíman var gott snitt yvir oddaliðnum, og tað var tá, at teir gjørdu tey bæði málini. Fyrra umfarið var leikliga einki at reypa av. Vindurin, sum lá upp á tvørs, plágaði, og tá ið bólturin [...] móti málinum. Bólturin fór framvið málverjanum og rakti í stólpan. Tað sigur seg sjálvt, at Skála er darvað av, at fleiri av stuðulsspælarunum ikki eru tøkir. Sum 2. hálvleikur leið, gjørdist heima yvirvágin
verið um, at Páll av álvara fer at býta seg fastan á HB-liðnum. - Eg haldi ikki, at málið um spæliloyvið hjá mær hevur nervað fótbóltsspælið hjá mær yvirhøvur. Eg havi bevíst latið verða við at hugsa um [...] uttanfyri steypakappingina. Ein seinasta avgerð er eftir at taka í dómsnevndini, og hon verður tikin í næstum. Páll Mohr Joensen vónar, at HB sleppur at halda fram í steypakappingini, og hann hevur ein dreym [...] spæliloyvið vóru, og hvør hevði ábyrgdina av, at alt ikki var í lagi, hevur verið stóra stríðsmálið seinastu vikurnar. Kappingarnevdin hjá FSF gjørdi í síðstu viku av, at HB skal tveitast úr steypakappingini orsaka
tjúkt, at bátarnar sóu ikki mál, tá starturin fór. Fólk fekk tó fylgt rættiliga væl við av landi. Líkindini vóru annars sera góð, eingin streymur var, og tí gekk væl at leggja bátarnar, soleiðis at kappróðurin [...] gerandisdegnum. Diana Reynstind nevndarlimur í Neystinum sigur við Sosialin, at tað eydnaðist væl hjá teimum at fáa fólk at vera verandi. Tað tyktist, sum um fólk vóru glað fyri tónleikin í teltinum, og [...] Hetta er annað ár á rað at Stina stendur fyri hesum, og hon er dugnalig og von at gera mat til nógv fólk. Hon hevur fingið rættiliga fríðar teymar, tó var ein av treytunum, at føroyskur matur, sum skerpikjøt
sínar heimadystir, meðan tær høvdu tapt sín einasta útidyst. At TB er eitt gott heimalið fingu sørvágskvinnur at føla. Tað var týðiligt, at TB ikki vildi geva nakað burtur á heimavølli, og tær vunnu eisini [...] bleiv ein sannur gysari, og liðini máttu út í fimm sett fyri at finna ein vinnara. Fyrstu settini var annars einki, sum bendi á, at dysturin fór at gerast spennandi. ÍF var snøgt sagt nógv betra liðið, og [...] tryggum 18-25 sigri til KÍF, og so mátt ijavnbrótari til fyri at finna ein vinnara. Nú var KÍF oman á, so ikki var óhugsandi, at tær megnaðu at vinna seinasta settið eisini. Men nú var túrurin aftur komin
burtur frá sjálvari orsøkini til at vit halda jól, so kann eg ikki taka nakað ávíst burturúr. Tað er heildarupplivingin, um ein kann siga soleiðis. - at koma saman - at pynta - at fara í kirkju ( serliga jólaaftan [...] kemur systurin í Havn og børn hennara suður at halda jól. Maður mín var í langfarasigling í mong ár, so gott var at hava foreldur,systrar og verforeldur at vera saman við. Vit dansa altíð um jólatræið [...] mjólk. NÆR BYRJA TIT AT PYNTA ? Vit hava ikki smá børn í húsinum, so stórur munur er á tí økinum. Byrji við at taka adventskransin fram 1. sunnudag í advent. Jólagardinurnar koma upp at hanga nov/des, og